Klumma: Skúlabyrjan

Klumma: Skúlabyrjan
Eitt nýtt spennandi skúlaár við nýggjum krøvum og málum. Men er tað gott ella ringt at stilla sær ov høg krøv?
21.08.2017 - 11:10

Summarið er av, og gerandisdagurin er farin í gongd. Summi eru júst byrjaði uppá ein heilt nýggjan kapittul í lívinum, meðan onnur halda áfram við tí, tey vóru í holt við árið fyri. Men tað, sum øll hava til felags, er, at nú er ein nýggj og spennandi tíð í lívinum farin í gongd. Tað, ið nógv ung sum eldri kenna til, er, at tá summarið er av, so hava tey lyndi til at seta sær sjálvum krøv og mál, ið tey skal megna, tá skúlaárið er av. Hetta er á ein hátt gott, tí tað er umráðandi at hava okkurt at stremba eftir. Men tað, ið er umráðandi, er, at man kennir seg sjálvan nóg væl til at ikki seta sær órealistisk mál, ið mann als ikki megnar.

 

Vit kenna væl kensluna av at føla, at vit ikki eru góð nokk, ella at onkur er nógv betri enn vit. So bíða vit til eftir frítíðina at fáa broyting í. Men tað er eitt ávíst mynstur í hesum, tí hjá flest øllum, so halda vit als ikki okkara lyftir, og eftir eitt tíðarskeið hava vit mist mótið og eru á sama støði, sum vit vóru á áðrenn. Hetta merkir tó ikki, at vit ikki royna at røkka okkara málum, men at krøvini, vit seta okkum, eru alt ov høg, og vit yvirmeta okkum samstundis, sum vit undirmeta dagsins avbjóðingar.

 

Miðlar sum Snapchat og Instragram, har vit kunnu fylgja við í lívinum hjá øðrum, gera ikki krøvini, vit seta okkum, lættari at røkka. Vit síggja hesi super optimistisku fólkini, ið eru í holt við fýra verkætlanir, samstundis sum tey venja hvønn morgun, hava børn, fylgja væl við í mótanum og eiga sítt egna smyrls-vørumerki. Tá ið vit hava sitið og fylgt við degnum hjá einum persóni, ið er nógv frammi í miðlunum, so hava vit lyndi til at samanbera okkara lív við teirra instagramvanga. Vit eru skapt á tann hátt, at vit hava lætt við at hyggja niður á okkum sjálvi. Vit gera okkum teir tankar, at vit ikki eru góð nokk, tí vit ikki megna tað, vit høvdu ynskt, vit megnaðu. Vit skuffa okkum sjálvi, tí vit ikki fáa tey 12-tølini, vit vónaðu at fáa, ella tí vit ikki hava vant hvønn morgun hesa vikuna. Vit straffa okkum alt ov nógv við negativum tonkum, og tað gongur út yvir okkara skúlagongd.

 

 

Við einari nýggjari skúlabyrjan haldi eg ikki, tú skalt seta tær 100 krøv, ið tú skalt klára, tá skúlaárið er av. Eg viðmæli tær heldur at seta tær tvey ella trý lættari mál, ið tú skalt megna. Tað kundi t.d. verið at vera væl við í teimum fakunum, tú ikki ert so góð/ur til, ella um tú vilt venja áðrenn skúla, so byrjar tú við einari venjing um morgunin, ístaðin fyri seinni á degnum. Soleiðis mennir tú teg sjálva/n, tí um tú klárar meira enn tað, tú hevði ætlað, so verður tú positivt yviraskað/ur.

 

Men tað týdningarmesta av øllum er at bera yvir við tær sjálvum og fyrigeva tær sjálvum fyri at vera farin tríggjar karakterir niður uppá tríggjar mánaðar. Vit hava (næstan) øll verið har, og tað er veruliga ikki heimsins endi, og tað vil heldur ikki siga, at tú ikki roynir. Bara minst til eisini at hava tað gott, meðan tú gongur í skúla.

 

Góðan Mánadag

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.