Arbeiðslív: Smakka

Arbeiðslív: Smakka
Eir Pálsdóttir, ið er 18 ára gomul og gongur í 2.s greiðir frá um starv sítt í Smakka
28.08.2017 - 16:42

Skrivað hevur Anita Hermansdóttir Eidesgaard

 

Eir arbeiðir í Smakka, sum er ein café inni í Norðurlandahúsinum. Hon hevur ikki fastar vaktir, men fær tó altíð millum 10-15 tímar um vikuna. Tað heldur hon er deiligt, av tí at hon gongur í 2.s í Hoydølum og tískil brúkar nógva tíð og orku til skúlatingini. Eisini fer nógv tíð til vinfólk og familju, so alt gongur akkurát upp.

 



Hon fortelur, at tað inniber nógv at arbeiða í Smakka. Ein skal helst duga at gera gott kaffi. Altso Café Latte, Cappucino, Cortado og slíkt. Eisini er man á góðari leið, um man dugir at baka og gera mat. Tað er sjálvandi eisini týdningarmikið at vita, hvat tilfar er í matinum. Hetta, tí at ofta eru fólk, ið eru ovurviðkvom, ið koma niðan at eta, sigur Eir. Tí kunnu vit eisini hjálpa í tí føri.


Eir hevur arbeitt í Smakka í yvir 2 ár nú og sigur, at hetta er heilt víst nakað, sum henni dámar væl. Hon hevur ikki ætlanir um at broyta arbeiði í nærmastu framtíð. Tað, sum Eir dámar best, er, at hon veitir sær nógva vitan innan heilsugóðan mat, og at hon hevur so fittar starvsfelagar.


Eir heldur ikki, at tað eru nøkur serlig krøv sett til starvsfólkini. Sjálvandi veit hon, at tað er eitt pluss, um ein er smílandi og blíður við kundarnar. Kanska serliga eitt pluss, at man sær hampiligur út, tí vit koma í kontakt við matin, sum onnur skulu eta.


Eir ætlar sær at halda á at arbeiða í Smakka, tí tað passar so mikið væl inn í hennara viku-skema. Tó ætlar hon ikki at arbeiða her alt sítt lív, men tá tað er nakað, ið passar so mikið væl, so sær hon onga orsøk at fara frá.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.