Playlistin: Mia Helmsdal Clothier

Playlistin: Mia Helmsdal Clothier
The Beach Boys, M.I.A., Frændur og Don Omar eru á playlistanum hesa vikuna. Kekka hann út her!
30.08.2017 - 19:54

Hesa ferð er tað 17 ára gamla Mia Helmsdal Clothier, ið deilir sín playlista við okkum.

 

Mia lurtar eftir næstan øllum tónleiki, men tað, hon lurtar eftir, kemur alt ann uppá hvørjum lagi hon er í. Hon sigur tó, at henni dámar best pop, hip-hop, rap, R&B, latin pop, folk og klassiskt.

 

Playlistin hjá Miu lýsir sera væl tónleikin, ið henni dámar best. Hon sigur, at tónleikurin á playlistanum er ein góð blanding av øllum tí, ið hon hevur lurtað mest eftir í seinastuni.

 

- Á playlistanum eru tó nakrir sangir, ið eg ikki havi lurtað so nógv eftir í seinastuni, men sum allíkavæl liggja høgt uppi ímillum mínar yndis sangir. Til dømis "Good Vibrations" hjá The Beach Boys. Hann er eitt orduligt "blast from the past"!

 



 

Mia fær íblástur til nýggjan tónleik við at lurta eftir tí, ið Spotify viðmælir til hana. Og so hyggur hon eisini av og á at playlistunum hjá vinkonunum fyri at finna enn meira tónleik.

 

- Eg eri nakað av einum "tónleika copy-paste'ara." Nógv av tónleikinum, ið eg lurti eftir, havi eg funnið á playlistunum hjá mínum vinkonum og síðani "copy-paste'að" tað, ið mær dámar best til mín egna playlista.

 

Mia sigur seg ikki vera serliga kræsna, tá ið tað kemur til tónleik. Hon sigur tó, at tónleikastílarnir, ið henni dámar minst, eru country og heavy metal. Men hon leggur afturat, at tað allíkavæl eru nakrir country- og heavy metal sangir, ið henni dámar.

 

- Eg royni altíð at vera opin fyri øllum tónleikastílum, tí man veit ongantíð, nær man brádliga finnur okkurt mega feitt!

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.