Hvør var Kim Wall?
Allur heimurin hevur fortalt søguna um Kim Wall, sum eftir øllum at døma varð myrd. Men hvør var Kim Wall?
02.09.2017 - 10:08
Jóhanna Magnusardóttir skrivar um Kim Wall útfrá sínum egnu eygleiðingum og tonkum. Hon hevur kunnað seg um Kim Wall á ymsum heimasíðum og miðlum. 

Kim Wall var 5 ár eldri enn eg. Og hevði alt verið, sum tað átti, so var hon blivin 31 tíðliga næsta vár.

 

Hon hevði tikið bachelor í altjóða viðurskiftum á London School of Economics and Political Science í London og var í tí sambandi eisini nakrar mánaðir í Kina og las. Seinni tók hon master í journalistikk og altjóða viðurskiftum á Columbia University í New York. Tað kann man lesa á heimasíðuni, sum vinir og familja hava gjørt til minnis um Kim. 


Sjálv havi eg lisið sama fak sum bachelor í Kina, og havi onkuntíð umhugsað at tikið master í journalistikk. 

 

Á hennara Facebook-vanga stendur “búði” í Beijing. Á mínum stendur “býr” í Beijing. Hon ætlaði sær í næstum at flyta inn saman við sjeikinum í Beijing. Eg og sjeikurin búgva longu saman í kinesiska høvuðsstaðnum.

 

Á hennara lívsrensli standa millum annað kendir og viðurkendir miðlar sum Harpers, The Guardian, New York Times, Foreign Policy, Vice Magazine, Slate, South China Morning Post, The Atlantic, Roads & Kingdoms og TIME.


Á mínum standa Norðlýsið, Dimmalætting, Røddin, Kvinna, Kringvarp Føroya, Ningbo Focus og Red Star.

 

Vit kendust als ikki. Men høvdu verið á nógvum av somu støðunum. Refshaleøen, Dongzhimen, Sanlitun, Himmalska friðartorgið, Nørrebro, Listaøkið 798, Andingmen, Bangkok, Kowloon, Hong Kong, Gyantse, Lhasa, Tibet, Potala Palace. Eg kendi nógv av støðunum, hon hevði á sínum Instagram-vanga.


Um hennara lív ikki varð tikið í ótíð, so høvdu vit kanska møtst í Beijing ella Keypmannahavn ella kanska Skåne í Svøríki, har hon vaks upp.

 

Kettuvideo og ljósareyð hjørtu



Øll, sum kendu svenska journalistin nevna, at hon var so stuttlig og sjarmerandi. Journalisturin (og vinkona hennara) Annie Zak fortelur, at tær báðar plagdu at arbeiða við greinum til seint á kvøldi, men at tær eisini altíð mintust til at taka sær steðgir og hyggja at kettuvideoum, og at Kim altíð visti um onkur góð at vísa sær.



 

Vinkonan Coleen Jose skrivar í minningarorðum á CNN, at hon fer at sakna Kim og emojiini, hon plagdi at senda á WhatsApp. Hon nevnir her ‘peace’teknið, pálmatræ og tvey ljósareyð hjørtu. Eisini sigur hon við Politikken, at um hon skuldi valt ein persón at ferðast um Stillahavið í lítlum seglbáti í illveðri, so hevði tað verið Kim.


“Hon var ein av djarvastu og skilabestu journalistunum og menniskjunum, eg havi vitað um”.

 

Vinurin og journalisturin Christopher Harres sigur, at hon var elskað á øllum støðum, hon var, og at hon við smílinum og sjarmuni slapp inn allastaðni og enntá framvið, har politiið hevði avbyrgt. Hann legði eisini afturat, at hennara humor og stuttligu eygleiðingar fingu teg at detta um í látri. Stuttligu eygleiðingarnar síggjast eisini aftur á instagram vanganum hjá Kim, @kimw4ll.

 

 

Journalisturin Kim Wall

 

 

Kim Wall, sum fyrr í hesum mánaðinum fór umborð á heimagjørda kavbátin hjá danska uppfinnaranum, Peter Madsen, at gera samrøðu við hann, var frílansjournalist. Hon varð saknað í nakrar dagar, men fyri góðari viku síðani varð yvirkroppurin á henni funnin uttan fyri Amager. Enn hevur einki verið at frætt um restina av kroppinum.


 

Kim livdi eitt frílansjournalistlív, sum tey flestu bara tora at droyma um. Hon ferðaðist kring allan knøttin og skrivaði greinar úr Uganda, Cuba, Haiti, Sri Lanka, Norður Korea, Kina, USA o.s.fr. Sambært Coleen Jose ferðaðist hon nógv til nøkur av mest avbjóðandi støðunum í heiminum og prátaði við fólk, aðrir journalistar høvdu ivaist í at nærkast. Vinkonan Malin Franzén leggur aftrat, at hon var so skilagóð – bæði akademiskt klók og ‘street-smart’.


 

Greinarnar hjá Kim vóru bæði persónssøgur, men vístu ofta eisini á ein størri trupulleika ella fyribrigdi. Hon skrivaði ofta um samleika, kyn, popp-mentan, sosialt rættvísi og uttanríkis politikk.

Millum annað er hon kend fyri saman við øðrum at hava verið fyrsti journalistur at vísa á trupulleikan á Marshall oyggjunum, har geislavirkið burturkast nú lekur hagani USA fyribils burturbeindi tað eftir í 12 ár at hava brúkt oyggjarnar sum royndarstøð fyri kjarnorkuvápn undir øðrum heimsbardaga.

Hon er kend fyri at skriva óvanliga væl. Les eitt úrval av hennara greinum her

 

Minnini standa eftir



Enn er ikki greitt, hvussu seinastu tímarnir hjá Kim Wall fóru fram, men hon hevur lagt nógv eftir seg, síðan hon varð fødd í 1987. Bæði persónliga og professionelt. Tað eru nógv, ið kendu hana, ið tykjast verða blivin ríkari av minnunum saman við henni, hóast eg tíverri ongantíð fái møguleika at hitta hana til norðurlendsk kvøld í Beijing.

 
 

 

 

Podcast: "Eg hevði frí í 26 tímar tað summarið" Vit hava hoyrt høvðusleikarirnir tosa um Dreymar við havið, lisið eitt ummælið av filminum og so er ein grein er komin út um filmin. Hesuferð er tað leikstjórin sjálvur, ið hevur orðið.
Ummæli: Hvør er søgan í filminum? DREYMAR VIÐ HAVIÐ: Ein estetiskur filmur uttan tær óendaligu náttúrumyndirnar. Men hvør er søgan?
Hví fara kvinnur so illa við øðrum kvinnum? Gentur royna ofta tilvitað at fáa aðrar gentur niður við nakkanum. Don't blame them - tær royna bara at optimera sínar møguleikar fyri at formera seg, sigur vísindin
Podcast: Hvat kunnu vit fáa burturúr at spæla sjónleik? DREYMAR VIÐ HAVIÐ: Hoyr høvuðsleikararnar tosa um, hvat man fær burturúr at spæla sjónleik
SKAM: Vilde átti eisini at fingið høvuðsleiklutin Smílandi, stuttlig og ærlig. Tað er soleiðis, fólk flest kenna Vilde úr Skam. Hon ger nógv um seg við hennara speisku viðmerkingum, sum bæði eru beinraknar og onkuntíð eisini ópassandi. Men Vilde fekk ongantíð høvuðsleiklutin í egnu sendirøð, og nú tá allar fýra sendirøðirnar hava verið, er vert at hugsa: Hvussu mann Vilde veruliga hava tað?