- ein skeiv avgerð rættvísger ikki eina aðra skeiva avgerð

- ein skeiv avgerð rættvísger ikki eina aðra skeiva avgerð
Lesið hvat Rúni Steintún, Beinir Johannesen, Barbara Gaardlykke Apol og Hervør Pálsdóttir halda um broytingarnar av fosturtøkulógini
08.09.2017 - 09:24

Í síðstu viku var eitt tiltak í Miðlahúsinum, og til hetta tiltakið kjakaðust fýra ung, Hervør Pálsdóttir, Rúni Steintún, Beinir Johannesen og Barbara Gaardlykke Apol, um broytingar av fosturtøkulógini. 

 

 

Rúni Steintún, Ung fyri Miðflokkin, heldur, at fosturtøka burdi verið bannað í Føroyum, undantikið um tað stóð lív ímóti lívi. Um barnið og mamman eru í váða fyri deyðanum, kann fosturtøka loyvast, annars skal hon vera bannað í øllum førum, sigur Rúni.

 

- Sjálvt tá ið okkurt hendir, ið er ólógligt, sum t.d. neyðtøka, haldi eg, at mann burdi tikið atlit til barnið. Ein skeiv gerð rættvísgerð ikki eina aðra skeiva gerð. Tú mást taka atlit til barnið, ikki bara umstøðurnar hjá mammuni. Eg haldi, at mann burdi betra um umstøðurnar hjá mammuni við stuðli og ráðgeving, ístaðin fyri at taka eitt lív. Tað vísir seg ofta, at ístaðin fyri, at mamman fær hjálp, fær hon hjáárin av fosturtøkuni, sum t.d. post-traumatiskt stress. Tað sama er eisini ofta galdandi fyri pápan.

 

 

Beinir Johannesen, HUXA, heldur, at fosturtøkulógin skal broytast. Tað skal ikki vera loyvt at taka fosturtøku í Føroyum, uttan so, at tað stendur lív ímóti lívi.

 

- Læknarnir skulu hava loyvi til at avgerða, um barnið og mamman eru í váða fyri lívinum, og so kann tað vera eitt undantak.

 

 

 

Barbara Gaardlykke Apol, Sosialistisk Ung, og Hevør Pálsdóttir, Unga Tjóðveldi, halda, at fosturtøka burdi verið frí í Føroyum. Tær halda, at kvinnan skal kunna fara til læknan og fáa eina fosturtøku uttan ymiskar treytir.

 

- Vit í SU halda, at tað er absurd, at mann skal lúgva seg til eina abort. Tað typiska er, at mann sigur, at mann er sálarliga sjúkur, og so fer hetta at fylgja tær restina av lívinum. Tann einasti rætti dómarin, um mann kann siga tað soleiðis, er kvinnan sjálv. Tað skal sjálvandi vera eitt mark, men tað markið skal vera, nær tað er sunt hjá kvinnuni at fáa eina abort, sigur Barbara.

 

- Vit í UT meta, at tað er ein rættur hjá kvinnuni at hava ræði yvir egnum kroppi. Hvørt hon vil broyta sítt lív ella ikki. Tað er ein stór avgerð hjá kvinnum at taka, og tað eru ikki allar, sum ynskja at vera í tí støðuni. Vit halda sjálvandi, at har skal setast eitt mark fyri, nær ein fosturtøka kann takast, tí jú longri tú bíðar, jú ótryggari verður tað fyri kroppin. Markið skal eisini snúgva seg um at geva kvinnuni tíð, um hon vil hetta, tí tað er ikki ein løtt støða. Tað er ikki bara nakað, sum mann væntar, tí mann hevur so góða fyribyrging nú, sum mann ikki hevði fyrr. Men tað riggar ikki altíð, og tí halda vit, at tað er ein grundleggjandi rættur at hava ræði yvir sínum egna kroppi, sigur Hervør.

 

 

Hava menn nakað at siga í kjakinum?

 

Tvey út av fýra, ið kjakaðust til tiltakið, vóru menn, og teir vóru báðir fyri at banna fosturtøku í Føroyum. Fleiri halda, at menn ikki burdu kjakast um broytingarnar av fosturtøkulógini, av tí at tað ikki rakar teir beinleiðis.

 

- Eg skilji ikki ordiliga, hví at tú útihýsir ein samfelagsbólk í Føroyum úr einum kjaki. Nú er fiskivinnunýskipanin eisini á breddanum, og tað hevur størst ávirkan á ein samfelagsbólk, sjómenn. Men eg haldi slett yvirhøvur ikki, at aðrir borgarar í Føroyum ikki hava loyvi at siga sína meining um, hvussu fiskivinnan skal skipast. Eg haldi, at øll hava rætt til at siga sína meining um viðurskiftir, sum hava ávirkan á samfelagið. Eisini tað, at bara tí at tað er ein kvinna ella ein maður, ið sigur, at fosturtøka skal vera loyvd í Føroyum, ger tað ikki rættari ella skeivari, heldur Rúni Steintún.

 

 

- Tað var nokk so tilvildarligt, at tað var eg, sum bjóðaði meg fram at kjakast um hetta. Vit hava javnstøðu í HUXA, vit eru fýra mannfólk og fýra konufólk. Men eg dugi gott at síggja, at mann heldur, at tað eru mannfólk, sum eru ímóti, at kvinnan skal fáa fosturtøku, og kvinnurnar eru fyri tí. Tað er kanska ikki okkum, hetta rakar yvirhøvur, heldur Beinir Johannesen.

 

- Eg haldi, at sjálvandi skulu øll sleppa at siga sína meining um eitt og hvørt evni. Men tá tað er sagt, so er tað ordiliga lætt hjá einum manni at koma og siga, at ein kvinna ikki skal taka eina abort, tí hann fer aldrin at standa í tí støðuni, heldur Barbara Gaardlykke Apol.

 

- Eg haldi, at sum í øllum øðrum viðurskiftinum, so skulu allir borgarar sleppa at hava eina meining um evnið, bæði kvinnur og menn. Men tá tað er eitt evni, sum bara snýr seg um kroppin hjá kvinnuni, bara um hana og hennara avgerð, so haldi eg ikki, at ein maður, eins og nakar annar skal hava eina avgerð í, hvat eg geri. Og tí ynski eg, at avgerðarrætturin fer frá læknum og politikkarum í Føroyum til kvinnuna, heldur Hervør Pálsdóttir.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.