SKAM: Vilde átti eisini at fingið høvuðsleiklutin

SKAM: Vilde átti eisini at fingið høvuðsleiklutin
Smílandi, stuttlig og ærlig. Tað er soleiðis, fólk flest kenna Vilde úr Skam. Hon ger nógv um seg við hennara speisku viðmerkingum, sum bæði eru beinraknar og onkuntíð eisini ópassandi. Men Vilde fekk ongantíð høvuðsleiklutin í egnu sendirøð, og nú tá allar fýra sendirøðirnar hava verið, er vert at hugsa: Hvussu mann Vilde veruliga hava tað?
09.09.2017 - 18:51

Vit fingu innlit í lívið hjá Evu, Nooru, Isak og Sanu. Øll høvdu sítt at stríðast við. Eva stríddist við einsemi og leitaði eftir, hvør hon var. Noora, sum sýntist at nærum vera perfekt út at til, stríddist við arrum frá fortíðini, har líkt er til, at hon hevur upplivað umsorganarsvik. Noora er sterk og roynir at standa fast við síni virði, hóast hon av og á missir fótafestið.

 

 

Isak stríðist við at koma út úr skápinum sum samkyndur, og hjá honum er tað ikki bara sum at siga tað. Hann kemur úr einum religiøsum og konservativum heimi, har hann er bangin fyri, hvussu baklandið tekur ímóti honum – júst sum hann er.

 

Sana, sum er muslimur, hevur ein gerandisdag, har hon upplivir tveir heimar, sum ofta tykjast at hava fordómar mótvegis hvørjum øðrum. Mamma hennara stúrir fyri, hvussu tað ávirkar Sanu at fylgjast við hennara etnisku-norsku vinkonum, sum hava onnur virði, enn familjan hjá Sanu hevur. Úti í almenna rúminum upplivir Sana eisini, at fólk hyggja skeivt at henni, tí hon gongur við turriklæði og er muslimur.

 

Brot úr 4. sendirøð. "...Jeg er sint for at jeg ikke er muslimsk nok, og uansett hva jeg gjør, blir jeg aldri norsk nok".

 

 

Vilde stríðist eins og hini

Longu í 1. sendirøð fáa vit innlit í, at Vilde stríðist við lágum sjálvsáliti, har hon eitt nú hevur bulimi (etingarólag). Onkursvegna er hetta lætt at gloyma burtur aftur, tí Vilde tykist annars at hava tað gott. Hon er ofta stuttlig og hevur spískar viðmerkingar, har ein kann hava lyndi at hugsa, at slíkt kann bara ein siga, ið hvílir í sær sjálvum.

 

Í fjóðru sendirøð fáa vit eitt vet meira av innliti í lív hennara. Vilde gevur mammuni sobril, sum er heilivágur, ið ofta verður givin fyri angist, rúsevnismisnýtslu ella tunglyndi. 

 

Vilde og mamma hennara, sum vit ikki síggja nógv til. 

 

Vilde, sum vit kenna hana best.

 

 

 

Líkt er til, at tað heldur ikki stendur væl til fíggjarliga. Mamma Vilde megnar ikki at gjalda rokningarnar, og tískil er hetta ein uppgáva, sum Vilde tekur á seg.

 

 

At vaksa upp við einum, ið hevur sálarsjúku og at vera frá eini fíggjarliga sperdari familju er veruleiki anno 2017 - og tískil hevði hetta verið upplagt evni til næstu sendirøð. 

 

Enn er ikki líkt til, at nøkur 5. sendirøð verður, men um so var, hevði tað verið upplagt at hugt nærri at Vilde. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.