Hví fara kvinnur so illa við øðrum kvinnum?

Hví fara kvinnur so illa við øðrum kvinnum?
Gentur royna ofta tilvitað at fáa aðrar gentur niður við nakkanum. Don't blame them - tær royna bara at optimera sínar møguleikar fyri at formera seg, sigur vísindin
14.09.2017 - 14:24

Eftir Christinu Joensen

 

TÙ KENNIR TAÐ KANSKA: Tú sigur okkurt framman fyri einum bólki av fólkum, og onkur ávís genta rullar eyguni eftir tær, men sigur ikki ordiliga nakað. Tú kennir teg býtta og hevur ikki hug at opna munnin nakrantíð aftur. 


Og tað var júst meiningin, tí tað er ein heilt ávís orsøk til, at kvinnur royna at niðra aðrar kvinnur. 


Vísindi bendir nevnliga á, at tað at rulla við eygunum og líknandi passiv vreiði, so sum at ignorera og at baktala, í roynd og veru gevur góða meining, um man hyggur at tí frá einum evolutionerum sjónarhorni. Tað vil við øðrum orðum siga, at passiv vreiði er eitt amboð, gentur brúka fyri at fáa betri kjans at finna ein maka at fáa børn við. Tað hevur tú ikki hugsað um fyrr, ha?


Hvat sigur vísindin um passiva vreiði?

 


Passiv vreiði er nakað, vit síggja í størri mun hjá kvinnum enn hjá monnum, har ósemjur oftari enda í bardøgum. Um vit hyggja aftur í tíðina, vóru tað í størsta mun kvinnur, sum høvdu ábyrgdina av at uppala børnini. Tí høvdu kvinnur meira at missa, um tær nú blivu skaddar í einum nevaleiki. Vísindafólk halda, at tað er hesin vandin, sum hevur havt við sær, at kvinnur royna at sleppa sær undan kropsligum harðskapi og tí velja óbeinleiðis álop framum.


Tað snýr seg bara um at skora


Tá ið tað kemur til skora sær ein maka, hendir tað kanska ikki so ofta, at kvinnur buka hvørja aðra av, men tær hava eisini kapping eins og menn - her kemur tann passiva vreiðin til góðar. Kanningar vísa, at kvinnur ofta velja at brúka atburð, so sum at baktala, ímóti øðrum kvinnum, sum tær møguliga síggja sum kappingarneytar.


Vakrar gentur eru mest útsettar


Tað vil siga, at vakrar kvinnur hava meira lyndi at fara illa við øðrum vøkrum kvinnum. Endamálið er møguliga at lækka um sjálvsálitið hjá kappingarneytanum ella at halda hana úti úr felagsskapinum. Hetta við at vera partur av einum felagsskapi hevur eisini havt stóran týdning hjá kvinnum, sum fyrr í tíðini ofta hjálptu hvør aðrari at fostra børnini.



Passiv vreiði er at finna í øllum aldursbólkum, men er kanska serliga týðilig hjá tannáringum og ungum vaksnum. Fleiri kanningar benda á, at gentur og dreingir eru eins aggressiv, men at kynini hava ymiskar mátar at vísa sína vreiði. Dreingir velja oftari harðskap og tað at siga tingini beinleiðis til hin partin, meðan gentur royna at niðurgera mótpartin við eitt nú at frysta onkran úti. Tað hevur eisini víst seg, at kvinnur halda passiva vreiði vera verri, í mun til dreingir, sum ikki tykjast at taka sær av tí. 

 


 

At arbeiða í skuggunum hevur eisini ein eyka fyrimun – um onnur síggja teg vera ódámligan ímóti øðrum, kunnu fólk finna uppá at venda tær bakið og útiloka teg frá felagsskapinum. Tí er tað at rulla við eygunum kanska heldur beinleiðis, og er kanska eitt tað sterkasta “vápnið”, ein genta kann brúka ímóti tær.
 

So næstu ferð tú sært genturnar rulla við eygunum í  “Mean Girls” og “Gossip Girl”, veitst tú, at hetta kanska ikki er heilt av leið, um man hugsar um tað kvinnuliga instinktið.

KELDUR: 
Vaillancourt
Coyne et al.
Loukas et al.
Hess and Hagen
Vice

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.