Takk fyri teg, V4
Vit kenna øll hatta skrambulljóðið, sum onkuntíð hevur ljóðað í útvarpinum. Í morgun hoyrdu vit tað fyri allar seinastu ferð
06.10.2017 - 18:28

Hóast kendi V4 drátturin kanska ikki hevur havt tað heilt stóra at gjørt við nútímans føroyska ungdómin, tykist tað heldur kensluborið at siga farvæl við bingospælið V4. Seinasta V4-sendingin var fríggjamorgunin 06.10.17. Júst hetta spælið hevur verið ein fastur táttur í Kringvarpinum síðani 29. november 1969, tað vil altso siga í heili 48 ár. Øll føroysk børn eru uppvaksin við at hoyra vælkenda skramblið, sum kemur frá puljuni, ið tølini vórðu drigin úr. Tíverri koma vit ikki at hoyra hetta longur.

 

 

Røddin var úti og tosaði við nøkur ung um V4. Lurtið, hvat tey hava at siga um V4.

 

 

 

 

Søgan hjá V4 er ein sera ókend søga fyri tey flestu, og langt frá øll vita, hvussu týdningarmikið V4 hevur verið fyri KVF gjøgnum tíðina. Tá V4 byrjaði, vóru fíggjarligu umstøðurnar hjá Útvarpi Føroya sera ringar. Føroya Landsstýri gav KVF loyvi at hava sín egna drátt til frama fyri útvarpið.


Tá spælið kom upp at koyra 29. november 1969, fekk Útvarp Føroya pengar, og júst hesir pengar vórðu nýttir til eitt nýtt útvarpshús, nýggja tøkni, fleiri starvsfólk o.s.fr. Tá var eisini vanligt, at tónleikarar, sjónleikarar, yrkjarar, høvundar og fleiri onnur gjørdu V4-sendingarnar áhugaverdar, og tískil vóru sendingarnar sæddar sum best umtóktu sendingarnar nakrantíð.

 

 

Jógvan Arge, sum hevur eina sera vælkenda rødd, maðurin sum lesur tølini upp, hevði eina ógvuliga kensluborna løtu, tá hann tók seinasta talið úr puljuni. Síðani takkaði hann fyri seg, og fyri V4.

 

- V4 takkar við hesum fyri seg. So fór tað í  .... So fór tað í søguna.

 
 

 

 

Er lítil undirtøka til vakurleikakappingar ein javnstøðuspurningur? Eru ungar føroyskar kvinnur kúgaðar undir avoldaðum samfelagsnormum, ella eru aðrar orsøkir aftanfyri lága luttakaratalið til „Miss Faroe Islands“?
Interview við Moddi Moddi hevur verið á drúgvari konsertferð og endaði ferðina í Føroyum. Hann greiðir frá konsertferðini, og prátar um alt frá verkætlan hansara til hálvtrýss ára gamlar konur.
Snarskeið í at skriva BV3 Stress, stress og meira stress
Klumma: Eri eg ein pisa, ið ongantíð fer á flog? Eg eri takknemlig, eg eri glað, og eg vildi ikki havt tað á ein øðrvísi hátt. Men tað vilja øll hini.
Bitcoin fyri býttlingar Eitt gott tip hevði verði at keypt sær Bitcoin fyri nøkur oyru í dag aðrenn tað er forseint, men sjálvandi bara nýt pening, ið tú er klár/ur at missa.