Ein ósjónlig sjúka: Tunglyndi

Ein ósjónlig sjúka: Tunglyndi
Vit hoyra ofta orðið ‘Tunglyndi’, ella á enskum, ‘depression’, men hvat merkir tað?
07.10.2017 - 21:22

Hevur tú onkuntíð hugsað, hvat tunglyndi er? Hvussu tað sæst aftur, og hvat tað kann gera við ein? Tunglyndi, ella á enskum, depression, er ein sálarlig sjúka, sum ávirkar títt humør á ein sera negativan máta. Tíbetur er tað okkurt, man kann gera við tað, tó er tað ikki altíð so lætt at opna upp um tunglyndi. Orsøkin til akkurát hví nógv velja at halda seg aftur við at siga frá, broytist frá persóni til persón, men sum oftast er tað tí, at tað onkursvegna er flovisligt og ringt at forklára. Tað hendir eisini, at fólk, ið ikki hava tunglyndi, ikki skilja, hvat tunglyndi í veruleikanum ger við ein.

 

 

Hvørji tekin eru?

Tað eru ymisk tekin til tunglyndi. Og tað eru eisini fleiri mátar, tunglyndi kann ávirka ein persón uppá. Tó er tað ongantíð kapping um, hvør hevur ringasta tunglyndi, og tí hevur meira tørv á hjálp enn ein annar. Hevur tú tunglyndi, so ert tú sjúkur og skal hava ta hjálp, tær tørvar.

 

 

 

 

 

Munurin á at vera keddur og at hava tunglyndi

 

Kenslurnar, tá man missir ein, man er góður við, tá man missir arbeiði, ella eitt parlag endar, kunnu vera ógvuliga sterkar. Í hesum førum kunnu serliga keðiligar kenslur byggja seg upp. Man gerst keddur, og í summum førum sigur man, at man er “deprimeraður”. Tó er tað stórur munur á at vera keddur og at vera tunglyntur.

 

At syrgja yvir okkurt hevur sjálvandi ávís stig. Tá man missir ein, man er góður við, so verður ofta sagt, at man fer ígjøgnum 5 stig, og hesi stigini kunnu hava nógv tekin, sum eisini eru galdandi fyri tunglyndi. Men at vera keddur er langt og frá tað sama sum at vera tunglyntur, hóast bæði minna um hvørt annað. 

 

 

 

 

Hvat kanst tú sum avvarðandi gera?

 

Sum avvarðandi hjá einum, ið hevur tunglyndi, er tað ofta torført at seta seg í støðuna. Tað eru nøkur ting, man má fyrihalda seg til. Tó er tunglyndi hjá hvørjum einstaka ongantíð eins.

 

 

1. Tunglyndi er IKKI eitt val

At vera í støðuni, har man er tunglyntur, er ein ógvuliga stressandi og hálparsleys støða. Man følir seg keddan, onkuntíð følir man seg tóman og aðrar tíðir følir man als einki. Til tíðir er tað, sum um man er lammaður í sinninum, og júst hetta ger, at man ikki fær gjørt tey tingini, man fyrr elskaði at gera, ella at gera tingini, man “skal” fáa gjørd. Tunglyndi er IKKI bara ein ringur dagur ella nakað, sum gongur yvir uttan víðari. Eingin velur at gerast tunglyntur.

 

 

2. Ikki sig “tað verður betri”, “kanska tú burdi farið meira út millum fólk” ella “tað skal nokk ganga”, tí tað gevur ikki meining

Tað kann í tínari verð geva góða meining at siga slíkt við ein, ið hevur tunglyndi, tí hetta virkar sum um, at tað uggar viðkomandi ella gevur teimum vónir, men í flestu førum kann hetta tykjast tómt at siga, sum um tú fornermar ein við vilja. Hesi tingini kunnu væl gera, at hin parturin følir, at hann ikki hevur makt yvir støðuni, og at tú kanska virkar sum um, at tú slett ikki skilir, hvat tað er, viðkomandi stríðist við.

 

Sig kanska heldur “eg eri her fyri teg”, “eg trúgvi uppá teg”, “hvat kann eg gera fyri at hjálpa tær?” ella “hvat heldur tú hevði kunnað hjálpt tær?”. Hetta ljóðar kanska eyka cheesy at siga, men hetta er betri at siga enn omanfyri nevndu tingini.

 

 

3. Onkuntíð verður tú skumpað/ur burtur, áðrenn tú sleppur nærri

Tað er sera vanligt, at ein, ið hevur tunglyndi, følir seg sum eina plágu fyri onnur. Hetta ger lættliga, at tey heldur velja at isolera seg. Gerast tey meira isoleraði, lat tey so vita, at tú ert har hóast alt, men ansa eftir ikki at vera ov ágandandi og pressa tey til at fara út millum onnur fólk ella at tosa um, hvat bagir.

 

 

4. Tað er ok at gerast frustrerað/ur

Tú ert ikki bundin at tí at vera varðin rundan um ein, ið hevur tunglyndi. Tað er sjálvandi neyðugt fyri tunglynt menniskju at føla kærleika og stuðul, men um hetta ávirkar teg á ein negativan máta, so mást tú finna ein øðrvísi hátt at vísa teimum kærleikan og stuðulin.

 

 

5. Ver tolin!

Tosa róliga við viðkomandi um trupulleikar, um har eru nakrir tykkara millum, og royn so at arbeiða við tí, tú hevur. Finn okkurt, ið riggar fyri báðar partar.

 

 

6. Tað er ikki um teg

Tað er torført at síggja ein, man er góður við, stríðast við tunglyndi, og til tíðir er tað ringt at skilja, hvat tey fara ígjøgnum. Ofta er tað, sum um teirra kenslur eru ein reflektión av tykkara vinarlagi, parlagi ella øðrum. Hava tey tørv á at fáa frið, so gev teimum frið. Ikki geva tær sjálvum skyldina, og royn og lat vera við at hugsa ov nógv um, hvat tú kundi gjørt betri. Teirra tunglyndi er ikki um teg.

 

 

7. IKKI brúka “tough-love” ímóti teimum

Tað, at tú sigur, at tú fert at gera tað liðugt, ella at tú steðgar at tosa við tey, um tey ikki fáa tað betri, fer ikki at brádliga at gera, at tey fáa tað betri. Tey kunnu ikki bara brádliga gerast frísk, bert tí tú følir, at tú ikki orkar meira við teirra tunglyndi.

 

 

8. Tey vilja ikki altíð vera einsamøll

Nógv halda, at fólk við tunglyndi bara vilja fáa frið. Hetta passar ikki. Hóast tey til tíðir vilja fáa frið, so merkir tað ikki, at tey vilja vera einsamøll við øllum. Tunglyndi er ein stór avbjóðing, og fyri nógv er tað ein stór hjálp at hava onkran við sína lið gjøgnum tilgongdina.

 

 

9. Royn og lat vera við at samanbera teirra ting við tíni egnu ting

Tað er vanligt, at tá onkur fortelur okkum um okkurt, tey hava upplivað, so vilja vit eisini fortelja um eina líknandi hending fyri at vísa, at vit skilja tey. “Einaferð, tá eg var mega deprimerað...” fer ikki at hjálpa teimum við nøkrum, tað er ikki ein hjálp at siga slíkt. Eginleikin at lurta er ógvuliga neyðugur í júst hesum føri, tað er tað tey veruliga hava brúk fyri.

 

 

10. Hóast onkur hevur tunglyndi, so eru tey ikki veik

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.