Hvussu ávirka sosialir miðlar okkara sálarligu heilsu?

Hvussu ávirka sosialir miðlar okkara sálarligu heilsu?
Les um, hví sosialir miðlar eru vandamiklir fyri okkara sálarligu heilsu
09.10.2017 - 15:37

Kanningar vísa, at tað fleiri ung, ið verða rakt av tunglyndi, angist og sum heild av sálarligum trupulleikum. Røddin hevur verið og kannað støðuna, og tað vísir seg, at tað eru nógvar kanningar gjørdar um, hvussu sosialir miðlar ávirka okkara sálarligu heilsu.

 

Tað nýggja royking
Man kann væl siga, at tað at vera bundin av síni telefon er minst líka ringt sum at vera bundin av royking. Tá vit sita við telefonini, sita vit allar helst niðri við boygdum nakkum og stara inn í ein alt ov lítlan skýggja, meðan vit scrolla gjøgnum Facebook. Hetta ávirkar okkara sálarligu heilsu so nógv, at summi fólk verða kedd í fleiri tímar aftaná, tí tey t.d. hava sæð, hvussu "gott" lívið hjá øðrum er.

 

Hugtakið “Facebook-depression” verður nýtt, tá man verður ávirkaður av einum veggi, mynd ella onkrum, ið fær ein at føla seg líkasælan. Hetta ávirkar serliga ung, sum frammanundan hava trupulleikar og lágt sjálvsálit. Tey kunnu ofta finna uppá at fara á netið og leita eftir onkrum, sum matchar teirra trupulleikar. Men síðan síggja tey, hvussu fantastiskt øll onnur hava tað og fáa tað nógv verri.

 

Ímynda okkum eitt betri lív
Nú tá lívið hjá øðrum er vorðið so alment, duga nógv illa at skilja ímillum sosialar miðlar og veruleikan. Tað er lætt at samanbera sítt lív við onnur, og kanningar vísa, at bæði gentur og dreingir kunnu fáa negativar tankar um seg sjálvan kropsliga av at síggja myndir av modellum við ideal-kroppinum. 

 

Av hesum kann tað vera lætt hjá einum at ynskja sær eitt betri lív. Man kann byrja við at ímynda sær, hvussu hini hava tað. Summi fara so langt, at tey gera falskar brúkarar, soleiðis at tey kunnu forma eitt falskt lív, júst sum tey vilja hava tað.

 

Sosial isolation
Jú meira vit nýta sosialu miðlarnar, jú meira einsamøll og kedd verða vit. Nøkur vísindir hava víst, at Facebook, Instagram, Snapchat, YouTube, Tinder o.s.fr. eru partur av grundini til, at vit njóta okkara tilveru minni, og vit hava færri løtur, har vit eru glað. Man brúkar eisini alla sína orka við at hava kontakt við fólk ígjøgnum netið, at vit gloyma okkara tilveru. Internetið hevur eina vissa makt yvir okkum, man kennir væl, hvussu tað kann ráða yvir sinnalagnum. Man kann væl sita saman við einari glaðari familju, men kortini vera keddur, tí eitt vinfólk, ið býr ein tíma frá tær hevur skrivað okkurt.

 

Tá vit sita einsamøll, flúgva teir negativu tankarnir einsamallir í høvdinum og mala, og vit koma fram til ta niðurstøðu, at vit ikki eru góð nokk. Hetta er sera ringt fyri okkara sálarligu heilsu.

 

Ein óndur óendaligur sirkul
Eitt av tí ringasta er, at vit halda á við at venda aftur til sosialu miðlarnar, tá vit eru “down”. Vit eru føst í einum sirkli við eindurtøkum og mentalum niðurbrótingum. Man er irriteraur, tí man heldur á við at vera í ringum lag og ikki finnur útav at fáa endarnar at røkka saman. Man verður øvundsjúkur av at síggja lívið hjá øðrum, og man følir, at man er tann einasti, ið er sálarliga illa fyri. Men tað er týdningarmikið at minnast, at tað ikki er sosialu miðlarnir sjálvir, ið er skaðandi, men mátin, vit menniskju (mis)nýta tað.

 

Eitt ráð er at koma út við sínari støðu við at nýta sosialu miðlarnar til at bróta tøgnina, tí kanningar vísa, at tað eru fleiri og fleiri, ið hava sálarligar trupulleikar.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.