Tí er ítróttur týdningarmikil fyri teg
7 fyrimunir fyri tína sálarligu heilsu, ið koma av at vera kropsliga aktivur
09.10.2017 - 18:27

Skrivað hevur: Aleksandur L. Olsen

 

 

Sálarlig heilsa er ikki heilt sum vanlig fysisk heilsa. Fólkaheilsuráðið lýsir tað á soleiðis: “Sálarlig heilsa er ein støða av trivnaði, har tú sum menniskja kanst menna og royna tíni evni, handfara avbjóðingar og strongd í gerandisdegnum, vera partur av jaligum sosialum sambondum og megnar at geva íkast til felagsskapin“.


Altso, góð sálarlig heilsa kann sigast at vera ein støða, har tú ert tryggur og megnar at vera tann, tú ert/vilt vera.

 

 

Visti tú av, at tað at vera kropsliga aktivur hevur fyrimunir fyri tína sálarliga heilsu?

 

Nógvar kanningar vísa, at hetta passar. Nakrir av hesum fyrimununum eru:

 

1. Tú gerst glaður av at íðka ítrótt ella vera aktivur.

Tá tú rørir teg, verða evnir í heila tínum frígivin, ið ávirka títt lyndi. Endorfin er eitt evni, sum ger teg glaðari, tá tað kemur í samband við heilan hjá tær. Tá tú flytir teg og ert aktiv/ur, verða endorfinir frígivnar í heila tínum, og sostatt verður tú glaðari av tí. 

 

 

2. Minkar um strongd

Hesar fantastisku endorfinirnar ávirkar eisini teg á annan hátt. Kanningar vísa at tær eisini ávirka strongd. Endorfinir kunnu vera við til at gera, at tú sleppur av við strongd. So kennir tú teg strongdan, kundi tað verið eitt hugskot at farið at gingið ein túr ella okkurt tílíkt.

 

 

3. Heili tín riggar betur

Ein kanning vísir, at tað at vera kropsliga aktivur kann økja virknið í heilanum hjá tær. Bæði venjing yvir longri tíðarskeið og styttri tíðarskeið økja um virknið í heilanum. Sostatt kanst tú klára teg betur, um tú rennur ein stuttan túr, áðrenn tú t.d. fert til roynd. Eisini klárar tú teg sum heild betur, um tú venur regluliga.

 

 

4. Venjing kann lætna um tunglyndi

Úrslit frá einari kanning vísa, at venjing kann lætta um tunglyndi. Í frágreiðingini stendur ein rúgva um ymiskar fyrimunir og orsøkir til, at venjing skal nýtast í samband við viðgerð av tunglyndi. Kanningin vísir, at tá tað kemur til lættari form av tunglyndi, kann venjing rigga minst líka væl sum anti-deprissivur heilivágur.

 

 

5. Tað er lættari at sovna eftir eina venjing

Tá tú skalt sovna, økist kropshitin hjá tær fyrst, og síðani lækkar hann aftur. Eftir eina venjing økist kropshitin hjá tær eisini. Hetta merkir, at um tú venur nakrar tímar, áðrenn tú fert í song, so er tað lættari at sovna. Hetta verður enntá eisini brúkt, tá tað kemur til fólk, ið hava svøvntrupulleikar.

 

Um tú ikki fært nokk av svøvni, so ávirkar hetta tína sálarliga heilsu neiliga. So tað at venja nakrar tímar áðrenn tú skalt sova, kann betra um tína sálarligu heilsu.

 

 

6. Venjing kann økja um kreativitet

Ein kanning, ið varð gjørd á einum arbeiðspássi, vísti, at arbeiðspláss, har tey eggjaðu arbeiðarunum til at vera kropsliga aktiv, økti um teirra kreativitet, tá tey vóru til arbeiðis. Ein onnur kanning vísti á, at jaligt lyndi økir um kreativitet. Eisini vísti hon, at venjing betrar títt hýri, so tað økir um tín kreativitet sum heild.

 

 

7. Tú minnist betur, tá tú venur regluliga

Venjing økir um framleiðsluna av kyknum í heilanum, sum hava við minnið hjá tær at gera, sum síðani økir um støddina av tínum “hippocampus”. Hetta ger, at tú fert at minnast betur. Venjing kann eisini vera við til at mótarbeiða tap av minni, so hvørt sum tú gerst eldri.

 

 

 

Keldur:

ncbi
mentalhealth
rcpsych.ac.uk

 
 

 

 

Tónleikur er ein roynd at skapa kosmos í kaos Dagligdagurin kann vera kaotiskur. Onkuntíð kann tað vera ringt at finna meiningina við tilveruni. Tá vendir Lea seg til tónleikin
Kom við Røddini á P40 "List virkar sum ein distraktión, ið gevur eygunum okkurt at tyggja á"
Hvussu ávirka sosialir miðlar okkara sálarligu heilsu? Les um, hví sosialir miðlar eru vandamiklir fyri okkara sálarligu heilsu
Ein ósjónlig sjúka: Tunglyndi Vit hoyra ofta orðið ‘Tunglyndi’, ella á enskum, ‘depression’, men hvat merkir tað?
Takk fyri teg, V4 Vit kenna øll hatta skrambulljóðið, sum onkuntíð hevur ljóðað í útvarpinum. Í morgun hoyrdu vit tað fyri allar seinastu ferð