Kom við Røddini á P40
"List virkar sum ein distraktión, ið gevur eygunum okkurt at tyggja á"
10.10.2017 - 16:28

Tikið myndir og filmað: Hanna Davidsen

 

 

Mann kann ikki siga, at gomlu, gráu og keðiligu betongklossarnir úti við landssjúkrahúsið er eitt serliga kveikjandi umhvørvið, ikki fyri nakran, hvørki starvsfólkini ella tey innløgdu.



 

Hetta hava mong fólk leingi viljað gjørt okkurt við, men til fánýtis, tí landssjúkrahúsið er ikki akkurát á tremur við peningi, og pengarnir, ið eru, skulu brúkast til onnur "meira týdningarmikil" ting, so sum serlæknar og nýggja tøkni. Tá liggur ikki nógv eftir til at pynta og prýða.



 

Men hetta hevur Ole Wich, saman við øðrum, gjørt nakað við. Sum sagt er ikki ráð til stórvegis umvælingar, men hann hevur nýtt teir eftirliggjandi pengarnar til at broyta uppá tey smáu tingini fyri at gera psykiatriska depilin minni institutionellan og meira hugnaligan og heimligan.

 

 

Fyrst var neyðugt at kortleggja trupulleikarnar; akustikkurin var ræðuligur og óhugnaligur. Um ein vaktur gekk í gongini um náttina, hoyrdust klirrandi lyklarnir og fótafetini so væl, at øll deildin vaknaði. Her hevði mann vanliga koyrt ljóðdempandi plátur á loftið, men hetta var ein í so keðilig og institutionell loysn, so her valdi mann at gera pláturnar til myndir, ið kundu prýða veggirnar, sum vóru tær veruligir málningar.

 

“List virkar sum ein distraktión, ið gevur eygunum okkurt at tyggja á.” – Ole Wich.

 

 

Sum heild sá tað ógvuliga keðiligt út, veggir vóru gráir og gólvið hvítt. Alt tóktist sum eitt fongsul, hurðarnar høvdu enntá rimar. Tilfarið var ikki annað enn betong og jarn, og enntá møplarnir vóru keðiligir. Hetta var eitt tað fyrsta, ið varð broytt. Veggirnir blivu málaðir, og gólvini fingu lit. Rimarnir vórðu partvíst fjernaðir av hurðunum og møplarnir fingu litir og pútur, ið gjørdi alt nógv meira heimligt.

 

”Fólk siga, at reytt uppøsir fólk, men eg eri sikkur í, at hvítt er verri. Mann finnur ikki runt, og alt rúmið hvørvir. Mann verður ikki umfevndur av rúminum, og hetta kann vera ógvuliga skaðiligt” – Ole Wich.

 

 

Á deildini var eisini rættiliga óruddiligt, fleiri óneyðugar, mystiskar stikkkontaktir og ristir, ið onki annað gjørdu enn at órógva. Eisini høvdu flestu hurðarnar eini 3-4 skeltir, tí nærum allar stovurnar høvdu broytt virksemi, t.d. frá kantinu til felagshøli, til skrivstovu ella uppihaldsstovu. Hetta gjørdi bygningin til eina villiniborg við ongum skili í, og hetta mátti gerast okkurt við.

 

 

"Tað eru tey lítlu tingini, ið telja. Sjálvt tað at skifta perurnar út við onkrari meira støðugari peru kann hava stóra ávirkan. Lítlar detaljur sum reyða linjan á gólvinum tykist ikki at gera nakað serligt, men hugsa tær at bara onkur, ið dagliga hevur sína gongd har, steðgar á, sær linjuna og hugsar ”áhh hatta er skeg.” Tað eru slík ting, ið veruliga gera mun." - Ole Wich.

 

 

 

 
 

 

 

Voxpop: Tey ungu og Instagram Hoyr tey ungu greiða frá um, hvat tey brúka Instagram til, um pressi at leggja eina mynd út, er nær er hon " Instaworthy?", og um týdningin av likes og sjálv image.
Podcast: Filmurin við tí stytsta plottinum nakrantíð Hvussu ger man ein film upp á 48 tímar, tá man hevur eina larmandi divalampu á settinum?
Hvør er besta venjingarmiðstøðin í Havn? Eftir at hava ummælt tær fýra venjingarmiðstøðirnar í Havn, so er tíðin komin til at finna mín persónliga vinnara.
-Tað er fantastiskt at klintra Hendur og spengur eru spentar. Fingrarnir eru krøktir í veggin. Allur kroppurin arbeiðir saman um at klintra eftir vegginum fram ímóti málinum. At náa toppin. Soleiðis kann klintring kennast
Reyvaslikkarin eg Kiss ass? so ljótt og irriterandi tað ljóðar so kann tað bøta um tína støðu, les eina hugleiðing her.