Tónleikur er ein roynd at skapa kosmos í kaos

Tónleikur er ein roynd at skapa kosmos í kaos
Dagligdagurin kann vera kaotiskur. Onkuntíð kann tað vera ringt at finna meiningina við tilveruni. Tá vendir Lea seg til tónleikin
12.10.2017 - 16:12

Katrin Joensen Næs hevur skrivað greinina

 

Við sínum gittara og sínari rødd kann hon skapa eitt rúm, har hon sleppur at útrykkja kenslur, hon ikki megnar at sleppa út við aðrastaðni. Í tí rúminum kann hon lata hurðina aftur fyri kaos úr dagligdegnum og vera í friði eina løtu.

 

Fyrsta EP hjá bert 20 ára gomlu Leu Kampmann kemur út 14. oktober. Útgávukonsert verður 18. oktober á Reinsarínum. Fløgan eitur Common Blue og er útgivin av Tutl Records.

 

Lea sigur um fløguna:

 

- Eg skrivi tónleik, tí eg onkursvegna vil gera verðina til eitt betri stað. Eg haldi, at tónleikur kann skapa eitt andarúm, og hetta andarúmið vil eg sleppa at skapa við mínum tónleiki. Eg royni at seta orð á nakrar kenslur, sum fólk ikki altíð klára at seta orð á sjálvi. Eg haldi, tað er vigtigt at minna fólk á, at kenslur eru veruligar, og tær mugu ikki fortreingjast.

 

Um eg havi havt ein strævnan dag og havi túsund ósamanhangandi tankar í høvdinum, so koyri eg ein sang frá. Tá sleppi eg inn í eitt rúm, har eg kann finna fótafestið og minna meg sjálva á, hvussu eg veruliga havi tað. Eg vil við mínum tónleiki skapa eitt sovorðið rúm fyri lurtaran, har hann kann sleppa inn og lata hurðina aftur eina løtu.

 

Eg spyrji Leu, hvat lívið hevði verið uttan tónleik.

 

Hon svarar ikki beinanvegin. So sigur hon:


- Tað dugi eg ikki at ímynda mær.

 

 

ÍBLÁSTUR FRÁ FJØLLUNUM

 

Á fløguni eru 5 innarligir sangir. Teir eru knýttir hvør at øðrum, men tó hava sítt egna lyndi, styrki og dám. Sangirnir taka íblástur frá fjøllunum og stillum, gráum døgum miðskeiðis í Atlantshavninum. Teir eru sungnir við bleytari rødd og skapa eitt atmosferiskt, dream-popp ljóðunivers. Sangirnir flyta seg ígjøgnum evni sum fánaður kærleiki, innari órógv og nærvera millum menniskju, tá tey deila sínar lagnur.

 

- Blátt er ein lítiðlátin litur. Nostalgiskur og fullur av longsli. Í andstøðuni millum ljós og myrkur leitar hon vónrík eftir friði. Í bláa litinum býr eitt ynski um at fylgja síni innaru rødd. Eitt klossut møti við kærleikan. Ein vón um at læra at vera tann, sum elskar mest. Kenslan av at vera yvirtikin av onkrum, ið er størri enn ein sjálvur. At verða blakaður í undirstreymin og royna at berja seg upp aftur til yvirflatuna, men ikki vera sterkur nokk. Lættin, tá ein bara letur streymin bera ein á mál. At søkka í felagsbláu órógvina. At kenna, at tá órógvin er felags, ber til at hon broytist til hvíld.

 

 

 

FINNA HVØNN ANNAN

 

Lea hevur sítt band við á fløguni. Teir eru:

Guitaristur: Ólavur Gaard

Trummur: Hjørtur Háberg

Keys: Vinjar E. Petersen

Basist: Karl Andreas Stórá

 

- Onkuntíð kann tað vera ringt at finna hvønn annan í dagligdegnum. Ofta tora fólk ikki at lata seg upp.

 

Men tá ið man spælir saman, uppstendur ein gandakend løta. Tá ið samanspælið riggar, verður man eitt. Man verður so samanbundin, at man reagerar spontant og óbevíst uppá hvønn annan.

 

Lea upplivir eisini hetta sum áhoyrari.

 

- Tónleikur kann lyfta okkum upp í nøkur hægri luftløg.

 

Aftaná eina konsert kennist tað, sum um man hevur verið eitt heilt annað stað enn á jørðini.

 

EIN HØRÐ PROCESS

 

Tað er ein avbjóðing at fara í gongd við eina útgávu, sum inniber nakað so persónligt, sum eins egnu løg. Tað er ein lærurík, men til tíðir hørð process, man skal ígjøgnum. Sangirnir á fløguni hjá Leu eru um ymiskar tíðir í lívinum hjá henni, og teir snúgva seg um ymiskar kenslur. Tekstirnir eru abstraktir, tó erligir.

 

- Hetta seinasta árið havi eg arbeitt við nógvum innarligum kenslum. Tað hevur ført meg til nøkur mental støð, har eg ikki altíð havi ynskt ella orkað at vera. Men fyri at skapa nakað autentiskt, var eg til deils tvungin at vera verandi í hesum kenslunum, fyri at behalda tað autentiska og uppruna kensluna í løgunum. Tað kendist undarligt, men samstundis fantastiskt.

 

Hon hoyrir væl nú, eftir at projektið er liðugt, hvussu terapeutisk gongdin hevur verið fyri hana.

 

Hon hoyrir, hvussu hon hevur viðgjørt sínar kenslur í hvørjum einstakum sangi.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.