Føroysku grastekjurnar eru perfektar til eplaveltu
Urban Garden er eitt rák, sum ger um seg í útlandinum. Tankin er at skapa eina oasu í einum tætt bygdum øki
10.11.2017 - 16:51

Skrivað hevur: Katrin Joensen-Næs

 

Tað verður verri og verri at finna landjørð til at framleiða mat. Meðan vit leita, so veksur fólkatalið við rúkandi ferð.

 

Ein loysn er at framleiða mat á økjum, sum vanliga eru sæð sum óbrúkilig – stórbýartekjur.

 

Hvør bygningur, sum stendur á jørðini, hevur eitt tómt tak. Allar tekjur tilsamans eru eitt nærum endaleyst øki til at velta mat á.

 

Annað enn at framleiða mat, so hava grønar tekjur nógvar aðrar fyrimunir. Tildømis senda naknar tekjur út meira hita enn grønar tekjur. Hetta ger, at luftin í stórbýum ofta er ræðulig.

 

 

PICNIC Á TAKINUM

 

Vit hava tann trupulleikan í Føroyum, at her eru nógv fjøll og nógvir steinar. Tí er tað partvís ringt at dyrka grønmeti í Føroyum. Bara 7% av jørðini hjá okkum er í brúk – millum tey sjey prosentini telja grundstykki til hús við.

 

Hóast vit ikki hava nógva jørð, so hava vit ovmikið av grastekjum. Tekjurnar eru bara mold og gras - perfekt gróðraviðurskifti.

 

Røddin hevur tosað við kokkin Leif Sørensen, og hann sigur:

 

- Tekjurnar í Føroyum eru góðar at velta á. Tey hava røttu tjúkt, moldin er rein, og har eru ikki nógv kríatúr.

 

Eg kann fortelja eina søgu um eini hjún í Norra. Tey áttu ongan hava, so tey dyrkaðu bara á takinum – tey vóru sjálvforsýnaði alt árið runt. 

 

Nógv havnarfólk hava ongan garð. Hví ikki bara taka havamøblarnar upp á takið næsta summar? Tak gestirnar við og bjóða teimum nýveltað grønmeti úr egnum hava.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.