Interview við Gulddreng // Malte Ebert
Vit drukku martinis við konginum av Versace
26.11.2017 - 15:44

Skrivað hevur Iðunn Tótudóttir

 

 

Gulddreng drekkur espresso martini, tað er tí, at tað er uppkvikkandi. Vit eru stødd uppiá í Jomfrúbakkanum. Jomfrúbakkin er yndis staðið í Føroyum, og hann og hansara sidekickm “Dj Guldsmed”, kalla tað fyri “okkara stað”.

 

Tað er ógvuliga torført at vita, hvør Gulddreng er, og hvør Malte er, av persónunum, eg tosi við.

 

- Um eg ikki var Malte, so hevði eg dyrkað Gulddreng og lurtað eftir hansara tónleiki. Eg hevði hildið tað verið eitt genialt konsept.

 

Gulddreng heldur, at hesa ferð eydnaðist betur, enn fyri einum ári síðani, tá hann spældi á Voxbotn.

 

- Tað hevur verið fullstendiga fantastiskt. Føroyar er mín yndis oyggj.

 

Sunnudagin flýgur hann heimaftur til Danmarkar, men áðrenn tað, so skal hann síggja Gásadalsfossin. Honum dámar, eftir øllum at døma, væl fossar.

 

- Fossar eru sera fascinerandi, tað er nakað, sum vit ikki hava í Danmark.

 

Hann sigur, at hann hevði elskað at komið aftur til Føroyar.

 

- Tað er eitt deiligt stað. Eg haldi, at tey fólkini, eg havi møtt, eru so fólkalig, fitt og takksom. Takksom á tann hátt, at tey eru glað fyri, at mann spælir, kontra í Danmark.

 

Í Danmark eru tey von við, at mann kemur og er har. Í Føroyum er tað sum um, at fólk ikki so ofta koma at spæla - tað er ikki so ofta, at Gulddreng kemur og spælir.

 

Eg fortelji honum um 'floppið' hjá Medinu í Høllini á Hálsi.

 

- Náh; tað er synd í henni. Men mann kann ikki tvinga fjepparar til nakað sum helst. Um mann ikki hevur hug at lurta, so skal mann ikki tað. Eg kenni væl Medinu, hon er ein deiligur persónur, øgiliga fitt.

 

Tá eg spyrji, um hann kennir nakran føroyskan tónleik, sigur hann, at honum dámar væl Ásgeir Trausti úr Føroyum. Hann kennir ikki Eivør.

 

Gulddreng hevur ikki møtt einari einastu model í Føroyum, men hann heldur, at øll fólkini her eru so vøkur, og kundu saktans øll verið modellir.

 

- Eg vil gjarna siga hetta við Føroyar. Eg og DJ Guldsmed elska tykkum. Um vit skuldu valt okkum eitt stað at flutt til, so haldi eg, tað hevði verið Føroyar. Eg fari at gera ein sang til føroyingar, hann skal eita “Havsins fólk”, tit eru havsins fólk, ikki so? Eg geri eisini eina heilsu til tykkum í mínari nýggjárstalu. Eg vóni, at vit síggjast aftur skjótt, ella at tit koma og vitja okkum í Danmark. 

 

Har kemur eitt nýtt lag út mikudagin. Tað er ein hemmiligheit, tit eru tey fyrstu, sum vita tað.

 
 

 

 

Nýggj trend – jólabrýr Fólk finna uppá mangt og hvat
Adventskalendarin: Míni amerikansku jól Jólini eru ikki heilt tey, mann sær í sjónvarpinum
Er lítil undirtøka til vakurleikakappingar ein javnstøðuspurningur? Eru ungar føroyskar kvinnur kúgaðar undir avoldaðum samfelagsnormum, ella eru aðrar orsøkir aftanfyri lága luttakaratalið til „Miss Faroe Islands“?
Interview við Moddi Moddi hevur verið á drúgvari konsertferð og endaði ferðina í Føroyum. Hann greiðir frá konsertferðini, og prátar um alt frá verkætlan hansara til hálvtrýss ára gamlar konur.
Snarskeið í at skriva BV3 Stress, stress og meira stress