Klumma: Húgvan, og hvat so?

Klumma: Húgvan, og hvat so?
Tað er stórt at fáa prógvið í hondina, men er stríðið av, tá húgvan er komin á høvdið?
27.11.2017 - 17:23

Skrivað hevur: Birita Matras Petersen

 

Fyri stuttum las eg ein blogg, ið lýsti troyttandi tíðina á miðnámsskúla. Sum nýfloygd pisa, nikkaði ein partur av mær, men hin parturin segði púra øvugt. Tað kundi sanniliga tykjast møðsamt at sita frammanfyri telduna og skriva eina køvisliga uppgávu, meðan man kulkaði eina heila kaffikannu í seg. Dagarnir við fýra blokkum og arbeiði aftaná skúlatíð við ónøgdum kundum, settu sín dám á mongu innlatingarnar. Hóast langligu dagarnar frammanfyri tómu word-dokumentini í heilsuskaðiliga langa tíð, var hetta ein hugnalig tíð á ein hátt. Eg hevði góða tíð, og tað var ikki neyðugt at grunda um framtíðina dagin langan.

 

Tá ið hugt verður afturá, vóru innlatingarnar í roynd og veru ikki so ræðandi, og vit kunnu bert vænta okkum fleiri avbjóðandi uppgávur, tess longri vit liva. Tíðin sum næmingur gongur seint, og tað kann tykjast, eins og eitt langt og myrkt berghol, ið ongan enda hevur, men umsíðir nærkast ljósið, og áðrenn vit vita av, standa vit við próvnum í hondini.

 

Í summar fekk eg húgvuna. Eg kundi umsíðir siga farvæl til tíðina á Kambsdali, og hetta skuldi hátíðarhaldast. Í trý ár hevði eg bíðað eftir stóru løtuni, og nú var eg fræls. Eg hevði ikki so mikið sum tikið húgvuna av høvdinum, tá eg fór í holt við at pakka ovurstóra ryggsekkin til mína fjakkaraferð í Evropa. Ætlanin var, at eg skuldi avgera framtíðarætlanir, meðan eg reikaði um á fremmandum gøtum. So var ikki. Ferðin kom at enda, eingin avgerð varð tikin, og eg stóð enn sum kánus.

 

Tað ger tað ikki nógv lættari, tá fólk við gløandi eygum í heilum spyrja: ”Hvat ætlar tú tær so núúú?”. Tað er torført at svara hesum spurninginum, og svar mítt broytist í heilum. Til tíðir geri eg tað lætt fyri meg sjálva, og svari bara: ”Eg veit ikki ordiliga.”. Fyrst má eg savna mær pengar, áðrenn farið verður í holt við nakað sum helst, men spurningar eru nógvir. Skal eg halda meg til tryggu oyggjarnar og fáa mær útbúgving her? Ella skal eg fara úr reiðrinum og sjálv flúgva av rókini, ella bíða til onkur skumpar meg út av?

 

Spurningarnir kunnu ikki standa ósvaraðir í ævir, tí tíðin bíðar ikki eftir mær, og eg má avgera, hvat eg ætli mær. Tað er november; dagar gerast styttri og styttri, og tað tykist, sum eg fái lítið burturúr. Meginpartin av tíðini siti eg og bíti negl, tí eg kenni á mær, at okkurt má gerast.

 

Við bivandi hjarta megnaði eg at ringja til altjóða skrivstovuna mikudagin, hóast alt. Fast Track-listin, umsóknarbløð, stuðul og øll kunningin, eg fekk, fløkir seg saman til eitt skrímsl, ið rópar á meg: ”Skunda tææær!”. Skrímslið murrar støðugt í bakgrundini, men kortini siti eg í sama stóli og trilli tummlar.

 

Nasadjarva skrímslið fer ivaleyst altíð at anda meg í nakkan, og tá eg umsíðir havi avgjørt, hvat eg ætli mær at lesa, sníkja onnur ivamál seg fram. Ilt er at siga, hvørji ivamál kunnu stinga seg upp, men ljósið kemur til sjóndar, tá vit nærkast endanum av bergholinum, eins og bergholið, ið endar, tá húgvan er komin á høvdið. Framtíðin fer altíð at tykjast kám, men vit mugu bara turka døggina burtur sum frægast.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.