Ummæli: Bókadagar 2017

Ummæli: Bókadagar 2017
Um vikuskiftið hava árligu bókadagarnir aftur verið á skránni í Norðurlandahúsinum
28.11.2017 - 16:06

Sum ein av teimum mongu, ið elska bøkur, leitaði eg mær eisini niðan í Norðurlandahúsið at síggja, hvat bókadagarnir í ár høvdu at bjóða.

 

Skráin í ár var sera stór, og longu fríggjadagin løgdu tey út við fyrilestrinum “Selur Perman?”, har Malene Hald tosaði um, hvussu stóran týdning ein perma hevur, fyri at bókin kann selja. Malene viðgjørdi rák innan permusniðgeving, ikki bara til børn og ung, men eisini til vaksin. Eg helt, at akkurát hesin fyrilesturin var sera áhugaverdur, og tað sum gjørdi tað gott, var, at tað var møguligt at fylgja við á einum live-streami. Tummil upp til tað!

 

Leygardagin var nógv at síggja til, og serliga var tað ein fyrilestur, sum fangaði meg. “Tora vit nóg væl at seta orð á?”, var ein fyrilestur um, hvussu man í bókmentum kundi seta orð á torføru og tabulagdu evnini í okkara samfelagi. Serligur dentur var lagdur á, hvussu hetta kom fram í barnabókum. Har var eitt panel, við 5 kvinnum, ið hvør í sínum lagi greiddu frá, hvussu tær eitt nú framleiddu slíkar bøkur, hvussu tær nýttu slíkar bøkur í teirrra arbeiði, og so varð eisini tosað um, hví slíkar bøkur eru neyðugar fyri øll. Sera áhugavert og viðkomandi. Meira av slíkum í føroyskum bókmentum. Eitt er, at har eru nógvar bøkur, ið eru týddar til føroyskt, men eg sakni, at har til dømis eru føroyskar bókmentir grundaðar á føroyskar hendingar.

 

Síðani kom sunnudagurin, og har var tað fyrilesturin, “Tá skriftin og tónleikurin hittast”, ið fangaði mítt uppmerksemi. Skaldið, Trygvi Danielsen, við bólki hansara, tosaði um samarenning ímillum skriftina og tónleikin. Eisini framførdu teir ymisk løg frá plátuni Silvurpláta. Trygvi hevur skrivað yrkingasavnið Silvurdrongurin, og Silvurpláta er so yrkingar við ‘sýraðum ljóði’ aftanfyri. Fyrilesturin, ella kjakið, sum man eisini kundi kallað tað, var øðrvísi. Trygvi og hansara bólkur vóru sera avslappaðir á pallinum, t.d. tá Sissal Kampmann spurdi, hvørji evni vóru viðgjørd á plátuni, so svaraðu teir, at tað vistu teir ikki. Fólk flentu bara við teimum, tí teirra svør vóru ikki altíð líka kunstig og væl gjøgnumhugsað, sum svørini hjá øðrum listafólkum, ið vóru til allar teir ymisku fyrilestrarnar.

 

Hóast sera áhugaverdu fyrilestrarnar, so saknaði eg, at har var meira at síggja í forhøllini og kringluni. Ikki tað, sjálv helt eg tað vera kul, at har var eitt hjørn til børnini, og at tey eisini fingu stóran part í bókadøgunum. Eisini var tað ógvuliga feitt at síggja allar bøkurnar, Gamli Bókahandil hevði at vísa fram og at selja, men tó, so var tað næstan nokk at ganga runt til alt tað ymiska har eina ferð.

 

Eg hevði ynskt, at har vóru fleiri tiltøk, ið høvdu fokus á bøkum, bókmentum og øðrum tingum, ið har hoyra til. Sum heild, so er tað sera torført, nokk serliga fyri ung, at finna tiltøk, ið snúgva seg um bøkur. Kanska av og á er onkur bókakafé á Býarbókasavninum.

 

Sum heild, so fáa Bókadagarnir 2017 5 út av 6 R’um frá mær. Super feitt tiltak, eg síggi fram til tiltakið aftur næsta ár. Tó vóni eg, at tey gera meira burturúr forhøllini og kringluni.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.