- Man ger ein garð penari við at spreypainta hann
Fimm gentur, nakrar spraydósir og eitt ólóligt verk. Veitst tú, hvør @Cryptrickfo er?
30.11.2017 - 18:51

Journalistar: Íðunn Mortensen og Sólveig á Torvlaðnum

Permumynd: Eydna Maria Jacobsen

 

 

 

Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvussu tað gongur fyri seg, og hvussu langa tíð tað tekur at gera StreetArt? At tað ikki bert er at taka eina spreydós og skriva á veggin, men eitt háttarlag, ið krevur tíð og orku? At hjálpast at, har ið onkur heldur vakt, annar heldur ljósinum, onkur heldur kartonginum, meðan hin spreyar. Hetta krevur eitt gott samanhald og er týðandi fyri fimm ymiskar gentur, ið kalla seg @Cryptrickfo.

 

Hóast tað er ólogligt, standa tær fyri, at list er eitt vakurt ting, ið ikki átti at verið goymt, men víst á støðum, sum ikki taka skaða av slíkari máling. Tær byrjaðu smátt og vuksu, soleiðis at nú eru fyritøkur áhugaðar, eitt nú Bob and Marilyn’s Suitcase. Lurta og blív klókari upp á teirra søgu og meiningar!

 

 

Sum skúlanæmingar er tað frálíkt at hava eitt ítrív. Tær fimm genturnar eru glaðar fyri, at tær hava funnið sítt ítriv, ið er StreetArt. Tær fara út eitt tilvildarligt kvøld, har ikki so nógv fólk eru úti, síðani fremja tær síni verk. Framgongdin er hvørki løtt ella skjót. Fyrst teknar ein verkið, síðani verður printað út. Eftir hetta fer klippingin í gongd, har tær taka eitt stykki av kartongi, tekna á og klippa út. Tá ið hetta er liðugt, fara tær út. Hóast fyrireikingin er long, tekur tað eini 10 min at mála/spreyja.

 

Tær eru onkuntíð ósamdar um, hvat ið skal málast, tí tað kann gerast ov politiskt. Av tilvild hava tær higartil bert málað kvinnur, tí tað á ein hátt fangar teirra áhuga. Tær eru feministar/humanistar, tað vil siga, at tær standa fyri, at øll menniskju skulu hava somu rættindi, so í framtíðini hava tær ætlan um eisini at mála kallkyn.  

 

Finn tær á Instagram, @Kryptrikkfo 

 

 

 
 

 

 

Hvat gongur fyri seg á screwgonguni á G! Tað var gott lag í Gøtuí dag, 13.juli 2018, kl. 16.00. Dansur, róp, sangur, hugnaligt prát og glaðir festival gestir fylti vegin millum Norðagøtu og...
Ymsar meiningar um høvuðsnavnið á G! Rag’n’Bone Man er høvuðsnavnið á G! Festivalinum 2018. Í gjár, 11 juli spældi hann á sandinum. Røddin hevur verið og spurt, hvat tey á teltøkinum...
Mikudagur á G! Í gjár byrjaði ársins G!-festivalur. Lagið var gott, og nógv fólk vóru møtt til fótbólt, tónleik og hugna. Til hálvfinaluna millum Ongland og Kroatia...
Mikudagur á G!
Samrøða: Konni Kass á Roskildefestivalinum Røddin fangaði Konni Kass beint aftan á hon og hennara bólkur spældu konsert á Rising scenuni á Roskilde festivalinum 2018.