Jólaplaylistin hjá Røddini
Eru tit klár til jólatónleik 24/7?
01.12.2017 - 14:55

 

 

Endiliga bleiv tað 1. desember, so nú er tað veruliga lov at lurta eftir jólatónleiki! 

 

So hvat er meira passandi at leggja út í dag, enn ein jólaplaylista við tí allarbesta jólatónleikinum?

 

Á playlistanum eru sangir, sum vit á redaktiónini dáma sera væl, og sum veruliga fáa okkum í jólahýr.

 

Teir flestu sangirnir minna okkum á góðar og hugnaligar tíðir saman við familju og vinfólki. Og sjálvandi eru eisini nakrir sangir, ið eru góðir at syngja við til. Eitt nú "All I Want for Christmas is You" hjá Mariah Carey og "Last Christmas" hjá Wham! 

 

Ein av okkara skribentum, Birita Matras Petersen, sigur, at hennara yndis jólasangur er "O Holy Night" við Katie Melua.


- Hennara tulking av sanginum er so flott og rein! Men um eg skal velja ein tíðarleysan jólasang, so má tað vera “Happy Xmas (War Is Over)” hjá John Lennon og Yoko Ono. Sangurin vísir á frið, og eg føli ordiliga jólafriðin, tá eg lurti eftir sanginum.

 

Yndis sangurin hjá Heidi Lindenskov Róadóttir er "Christmas Lights" hjá Coldplay.

 

- Coldplay eru so genialir, og hesin sangurin er mín fasti 1. desember sangur!

 

Rókur Herup Olsen sigur, at hansara yndis lag er "Carol Of The Bells."

 

- Mær dámar hann væl, tí hann er daprari enn aðrir jólasangir. Mann kann kalla tað eitt risa mood kill, men eg veit ikki, mær dámar tað væl.

 

Hoyr jólaplaylistan hjá redaktiónini her:

 
 

 

 

Hvat gongur fyri seg á screwgonguni á G! Tað var gott lag í Gøtuí dag, 13.juli 2018, kl. 16.00. Dansur, róp, sangur, hugnaligt prát og glaðir festival gestir fylti vegin millum Norðagøtu og...
Ymsar meiningar um høvuðsnavnið á G! Rag’n’Bone Man er høvuðsnavnið á G! Festivalinum 2018. Í gjár, 11 juli spældi hann á sandinum. Røddin hevur verið og spurt, hvat tey á teltøkinum...
Mikudagur á G! Í gjár byrjaði ársins G!-festivalur. Lagið var gott, og nógv fólk vóru møtt til fótbólt, tónleik og hugna. Til hálvfinaluna millum Ongland og Kroatia...
Mikudagur á G!
Samrøða: Konni Kass á Roskildefestivalinum Røddin fangaði Konni Kass beint aftan á hon og hennara bólkur spældu konsert á Rising scenuni á Roskilde festivalinum 2018.