Føroyingar keypt 1.8 tons av gávum í Edinburgh

Føroyingar keypt 1.8 tons av gávum í Edinburgh
Jólatíð er gávutíð. Gávur skulu keypast, og í summum førum eisini flytast til Føroyar. Tað sá man, tá ið Atlantic í vikuskiftinum fleyg eitt fult flogfar av føroyingum úr Føroyum til Edinburgh og aftur.
08.12.2017 - 13:45

Atlantic ger hvørt ár nakrar jólatúrar til Edinburgh, har møguleiki er at keypa bíligar jólagávur og hugna sær. Túrarnir hava verið vældámdir, og flogførini eru nærum altíð á tremur við fólki.

 

Í vikuskiftinum 1-4. desember fór eisini eitt flogfar úr Føroyum til Edinburgh og aftur.

 

Vælumtóktir túrar

Á vegnum heim aftur byrjar flogskiparin, Hans Christian Petersen, at siga frá øllum tí vanliga í hátalaran. Men tá ið hann gerst liðugur at siga frá veðurlíkindinum í Vágunum, sigur hann: ”Eg vil gjarna leggja eitt afturat. Í ár hava vit hugt at nøkrum tølum fyri hendan túrin. Tá ið farið var úr Føroyum fríggjadagin, vigaði viðførið tilsamans 1.200 kilo. Í kvøld, mánadagur, vigar viðførið tilsamans 3 tons".

 

Flogfarið breyt út í skellilátur. Tilsamans høvdu øll ferðafólkini keypt fyri 1.8 tons. Flogskiparin Hans Christian sigur:

 

- Vit hava gjørt hesar túrarnar í fleiri ár, og teir hava verið sera væl dámdir. Vit vita væl, at fólk keypa nógv, og hetta er faktiskt ikki óvanligt fyri ein slíkan túr, men tað er nógv. Tað er so heilt sikkurt, segði hann. 

 

Í Edinburgh er ein stórur jólamarknaður, har møguleiki er at keypa ótals av gávum og jólaprýði. Eisini er Princess Street, sum er ein lang gøta, hará liggur túsund av handlum, sum til dømis H&M og Marks and Spencer. Ein ordiligur gentudreymur. 

 

Tá komið var aftur til Føroyar, og viðførið var komið úr flogfarinum og lagt á bandið í baggage drop, sást tað týðiliga, at annað hvørt viðførið hevði ein stropp, hvar á stóð ”heavy”.

 

Føroyingar fara shop-amok

Røddin tosaði við eitt av ferðafólkunum á túrinum, Maria Sámuelsen:

 

- Eg og nakrar vinkonur fóru ein shoppingtúr. Tá ið eg fór úr Føroyum hevði eg 5 kilo við, og heimafturkomin vigaði viðførið beint undir 20 kilo.

 

Hetta var enntá undir miðalvektini hjá tí einkulta ferðfólkinum, sum í miðal fylti kufferið við yvir 10 eyka kiloum í Edinburgh. 

 

Flogfarið tekur 168 ferðandi, so ferðafólkini hava í miðal shoppað 10,71 kilo av gávum í Edinburgh hvør.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.