Mynd av Benitu Winther Jensen, Moniku Nolsøe og Birgit Johannessen frá "Miss Faroe-Islands" 18. november 2017.
Er lítil undirtøka til vakurleikakappingar ein javnstøðuspurningur?
Eru ungar føroyskar kvinnur kúgaðar undir avoldaðum samfelagsnormum, ella eru aðrar orsøkir aftanfyri lága luttakaratalið til „Miss Faroe Islands“?
16.12.2017 - 16:00

Skrivað hevur Iðunn Tótudóttir

 

Danska/Føroyska Marie Andreasdóttir hevur fyri „Vice.dk“ skrivað um sínar upplivingar í sambandi við at hon tók lut í vakurleikakappingina „Miss Føroyar 2017“ sum „Miss Gjógv“. Hon greiðir frá at hon var biðin um at luttaka, tí hon hevur ommu frá Gjógv.

 

Tað hevur gingið sera striltið hjá fyriskiparanum, Turið Elinborgardóttir, at manna kappingina við nóg nógvum luttakarum. Okkurt tóktist at halda føroysku gentunum aftur. Marie hevur sínar tankar um hvat ið tað er.

 

Yvirskriftin til greinina „„Jeg deltog i „Miss Faroe Islands“, og kæmpede mod en dybt konservativ kultur“ ber boð um eina hugsan um at tær sum luttaka í einari kapping sum hesari, mugu brynja seg, sum stríðskvinnur í einum slagi av uppreistri, móti einari afturhaldsinnaðari mannfólkamentan. Marie Andreasdóttir meinar, at føroyingar ikki góðtaka dyrkan av útsjónd, og eru snævurskygdir, tá ið tað kemur til vakurleikakappingar. Hetta kemst av lítla samfelaginum og sterku traditióninum.

 

Greinin inniheldur samrøðu við føroyskt/ danska politikaran og sociologin Anniku Smith, fyriskiparan av tiltakinum Turið Elinborgardóttir, ið bleiv nr 2 í „Miss Earth Denmark“ í 2015, „Miss World“ dómaran Rafa Delfin og nakrar av luttakarunum í kappingini. Annars er greinin bygd uppá frásagnir.

 

At tað er trupult at tora at skilja seg út í einum lítlum siðbundnum samfelag, er afturvendandi temað í greinini. Bæði Turið Elinborgardóttir, Annika Smith og Benita Winther Jensen, sum vann kappingina, eru samdar um at tað er ringt at skilja seg út í Føroyum. Tað verður lagt merki til um onkur gongur ímóti samfelagsnormunum. Fleiri av luttakarunum hava næstan hug at dylja fyri familju og vinum, at tær eru við í kappingini, av ótta fyri at vera fordømdar, t.d. sum „bíligar“. Tað er serliga parturin sum snýr seg um at skula trína á pallin í undirklæðum, sum fer um mørk hjá teimum flestu.

 

"Vakurleikakappingar seta bara ilt í fólk" og "Tað bera tvætl"

 

 

 

 

Í greinini verður sagt at henda kappingin var „heimsins fyrsta Miss Faroe Islands kapping“. Hetta er ikki rætt.

 

Í 1971 var fyrsta „Miss Føroyar“ tiltakið, annars hevur tað eisini verið í 1991 og 1992.

 

 

 

 

 

Undanfarnu „Miss Føroyar“ kappingarnar hava stórsæð havt sama úrslit sum kappingin hesuferð. Luttakaratalið var tó í 1991 munandi hægri enn í ár, við 20 luttakarum.

 

Luttakarinir tykjast eftir yvirskriftinum frá 1992 at døma, at hava drigist við sterka mótstøðu og somu fordómar, sum tær í kappingini í 2017 lýsa.

 

 

Ein spurningur um javnstøðu?

 

 

Føroyar halta á nógvum økjum aftanfyri tá tað kemur til javnstøðu millum kvinnur og menn. Hetta sæst aftur í talinum av kvinnuligum fyrimyndum, t.d hava vit lágt tal av kvinnum í politikki og lágt tal av kvinnuligum leiðarum.

 

Er manglandi undirtøka/stuðul fyri vakurleikakappingum kanska eisini ein javnstøðutrupuleiki?

 

Tað at hava egnar vakurleikakappingar verður í greinini sett fram sum nakað sera umráðandi fyri eitt land; tað kann vera við til at „branda“ eina tjóð og letur upp fyri yrkismøguleikum hjá gentunum, serliga sum modellir.

 

Greinin lýsur á ongan hátt problematisku punktini av vakurleikakappingum sum fyribrigdi.

 

Vakurleikakappingar umboða í stóran mun eina mentan, har virðið hjá kvinnuni bert er tongt útsjónd hennara. Hetta hongur illa saman við argumentinum at vakurleikakappingar eru kvinnufrígerandi.

 

 

Eitt feministisk rák?

 

 

Eitt rák í fjórðabylgjufeminismuni er eitt hugtak sum kallast „reclaiming“. Orð sum „slutshaming“ og „body-positivity“ eru eisini nógv frammi í kjakinum í løtuni.

 

„Reclaiming“ er ein dyrkan av kúgandi konseptum, t.d vakurleikaidealum, forbrúkarismu og seksualisering, við provokatión og nýhugsan sum endamáli.

 

Dømi um „reclaiming“ er projektið „Ludermanifestet“ eftir Louise Kjølsen.

 

 

- Heldur enn at standa uttanfyri og steina eftir samfelagnum, fara vit inn í systemið og niðurbróta mørkini innanifrá, Sigur Louise í samrøðu við Information.

 

 

Eru „Miss Føroyar“ eitt dømi um feministiskt rák í Føroyum?

 

Í einum broti úr greinini verður sagt soleiðis:

 

 

- "Tað er innlýsandi at tú skjótt tykist sjálvupptikin, tá tú meldar teg til eina vakurleikakapping. Men er mann veruliga tað? Um tað er sjálvupptikið at siga við seg sjálva, eg eri góð nokk, so haldi eg als ikki, at har er nakað galið við at vera sjálvupptikin“ sigur Turið Elinborgardóttir. Hon hevur í áravís droymt um, at Føroyar skulu hava sína egnu vakurleikakapping- bæði fyri ungu føroysku kvinnurnar, og fyri Føroyar.

 

 

Kroppsidealir og mentanarmunir

 

 

Í "Summarmorgun" 24.07.12 var ein samrøða við Turið Elinborgardóttir send. Turið verður í samrøðuni spurd um hvat hon fekk burturúr sínari luttøku í Miss Danmark. Hon svaraði soleiðis:

 

 

- Tað var ótrúliga gevandi, eg havi lært ordiliga nógv av tí um nógvar ósikkurheitir eg hevði áðrenn. Tú lærir at bera teg fram, at acceptera hvussu tú sær út, sum eg haldi er nakað sum er ein nokkso stórur trupulleiki millum ungar gentur nú á døgum. Eg haldi heilt avgjørt at tað er ótrúliga gevandi fyri títt sjálvsálit og títt sjálvsvirði.

 

 

Í einari kanning av norðurlendskum ungum millum 16-19 frá 2010, liggja ung í Føroyum í toppinum í mun til nøgdsemi við sína útsjónd.

 

 

Kanning gjørd av ICRA

 

Kanning gjørd av ICSRA

 

 

Kann tað hugsast at ung í Føroyum ikki halda vakurleikakappingar vera so spennandi tí at vit hvíla meira í okkara egnu kroppsfatan, og idealisera ikki vakurleika á sama hátt sum aðrastaðni? Hetta er sera ringt at siga, men svarið tykist at verða meiri samansett enn bara at vera „Jantelóg og fordómar“.

 

 

Fordøming er ongantíð ok

 

 

Genturnar sum bjóðaðu seg fram kendu seg at vera lagdar undir at halda nógv um seg sjálvar, at vera sjálvuptiknar og fjákutar. Av teimum dømunum um reaktiónir á sosialu miðlunum, sum Marie Andreasdóttir greiðir frá, fæst ein fatan av at tað avgjørt krevur sína kvinnu at stilla upp í einum samanheingi sum hesum.

 

Óðansæð hvønn hugburð mann hevur til vakurleikakappingar, so eigur mann at kunna fyrihalda seg til tær. Eingin eigur at verða fordømdur fyri at luttaka í eini vakurleikakapping, tað er djúpt ørkymlandi um luttakarinir upplivdu hetta.

 

Er tað kanska ein innara samvitska sum ger greinina so provokerandi, ella eru vit bara troytt av generalisering av føroyska samfelagnum?

 

Kann tað hugsast at Marie Andreasdóttir yvirdrívir fyri at geva søguni undirhaldsvirði? Hon fyriheldur seg í hvussu er ikki serliga kritiskt til hendan spurningin, heldur skerur hon øll yvir ein kamb og virkar ikki áhuga í at lýsa kompleksitet.

 

Eg ivist sjálv í, um teir 8 luttakarinir, teirra upplivingar og Miss Føroyar kappingin eru umboð fyri allar Føroyar og føroyskan hugburð sum heild.

 

 
 

 

 

Hevði tú yvirlivað G! festivalin í einum pappkassa? Til G! festivalin 2018 bar til at keypa sær papptjald í staðin fyri eitt vanligt. Barbara Dahl McBirnie keypti saman við vinkonuni eitt papptjald
Hvat gongur fyri seg á screwgonguni á G! Tað var gott lag í Gøtuí dag, 13.juli 2018, kl. 16.00. Dansur, róp, sangur, hugnaligt prát og glaðir festival gestir fylti vegin millum Norðagøtu og...
Ymsar meiningar um høvuðsnavnið á G! Rag’n’Bone Man er høvuðsnavnið á G! Festivalinum 2018. Í gjár, 11 juli spældi hann á sandinum. Røddin hevur verið og spurt, hvat tey á teltøkinum...
Mikudagur á G! Í gjár byrjaði ársins G!-festivalur. Lagið var gott, og nógv fólk vóru møtt til fótbólt, tónleik og hugna. Til hálvfinaluna millum Ongland og Kroatia...
Mikudagur á G!