Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2017
Her er ein listi yvir mest lisnu greinanar í 2017
29.12.2017 - 16:51

Her er nógv ymiskt, alt frá gaman til álvara. Tí kann oftani vera torført hjá okkum, at vita akkurát hvat vit skulu halda okkum til at skriva um.

 

Vit vilja bert tæna tær, sum lesara, lurtara ella hyggjara og fáa til tíðir at vita, at vit eru ov einstáttaði.

 

Tí Spyrja vit teg, um hvat ynskir, at vit skulu skriva, framleiða films ella ljóðbrot um, í 2018! Svara her

 

 

1. "Eg vil ikki ferðast, tí eg skal gjalda fyri tvey setur umborð á Atlantic"

 

Fat and Fabulous. Lurta eftir Sissal Jacobsen, ið hevur sjáldsomu sjúkuna PCOS. Hendan sjúkan gongur út yvir nógv ting, t.d. vekt hennara og oftani kann tað kennast torført, at fáa samfelagið, at skilja hana.

 

 

2. “fólk góðtaka og skilja meg nú”

 

Rúna Nón Bjartalíð greiðir frá, hvussu tað er at hava ADHD. Millum annað, kann tað vera torført at ganga í skúla.

 

 

3. Hússj: Eitt one night stand úr helviti

 

Sex er hvørt ár millum evnini, ið flest fólk bæði lesa og tosa um. Hendan søgan fekk serliga nógva umrøðu runt um kring.

 

 

4. Klumma: Tá sorgin gerst verulig

 

Hugsar tú um, nær tað er seinastu ferð, tú sigur farvæl við onkran? At alt kanska hevur ein enda, óansæð hvat?

 

 

5. “Tað er einsligt at vera muslim í Føroyum”

 

Hatice Ipek Kevioglu fortelur um, hvussu tað er at vera muslim í smásamfelagnum Føroyar. Akkurát teir hvøssu fordómirnir, ið hon greiðir frá um, sóust aftur í Facebook viðmerkingunum til hesa greinina, ið var eitt sindur stuttligt.

 

 

6. “Vinkonan fór við dreinginum”

 

Jona á Váli Olsen og hennara vinkonur fóru at ferðast saman kring Evropa. Tær nýttu dating appina Tinder, at hitta lokalu fólkini, men summartíðir hendi meira enn tað.

 

 

7. “Føroyar eru bara so lítlar”

 

Anna Sofia Skoradal var á eftirskúla og tað kendist heldur trongligt, at koma aftur á smáu klettarnar. Niðri tosaðu tey nógv meira um evnir, sum anarkismu, bodyshaming og endurnýtslu. Síggj Onnu Sofiu greiða frá hesum evnum og nógv meira.

 

 

8. #EinkiFiltur: Hevur voxbotn rakt botnin?

 

Hoyr okkara fyrsta og einasta innslag av okkara heldur kontroversiella podcasti, har vit diskutera konsertdagin Voxbotn. Vit hildu, millum annað, at tað var ov dýrt og at skráin var ov vánalig…

 

 

9. Keypa á netinum fyri meiri enn 300 kr?

 

Tað kann vera sjúkt fløkjasligt, at keypa á netinum, serliga tá tað snýr seg um toll. Her er ein vegleiðing til, hvussu mann roknar seg fram til endaliga kostnaðin, fert tú upp um 300 krónu markið.

 

 

10. Hesi 10 tingini minnast øll føroysk 90’ara børn

 

“Likku likku leia, hvør vil eiga?” Her er nógv skeg, sum fleiri av okkum minnast aftur á. Hvør kann gloyma Jolly.fo, Brandur Enni, 21 bandan, Gísmund og nógv meira!

 

 
 

 

 

Fýra tímar á kavaskutara í Svalbarð Fyri stuttum síðan fóru tíggju næmingar í Hoydølum til Svalbarð. Millum teirra var Mathias, sum upplivdi landið sum nakað heilt serligt.
Playlistin: Nær kemur summarferian? Playlistin til tykkum, ið er skúlatroytt
SPEROL: Damur eru deiligar, men tónleikur er betri Hoyr um "brutalu" konsertina hjá heavy metal bólkinum í Amerika, og hví tónleikurin kemur framum damurnar.
Pipar og Salt, "Alt var IKKI betri fyrr" "Alt var ikki betri fyrr, tað er ein ironisk tilsipan til at vit eru nakrir gamlir fretar" Pipar og Salt eru ikki heilt ungir longur. Tá...
Doyggjandi fólk eru sum øll onnur Í eina viku gekk Vár millum deyðasjúk fólk á einum donskum hospice. Vit møttust og prátaðu um, hvussu hon upplivdi tíðina.