“Føroyar tóku væl ímóti mær”

“Føroyar tóku væl ímóti mær”
Føroyar vóru púra fremmandar fyri ellivu ára gomlu serbisku Anu Bogdanovic.
11.01.2018 - 15:47
Journalistur: Birita Matras petersen

 

Saman við familjuni flutti ellivu ára Ana Bogdanovic úr Serbia til Føroya í 2010. Serbia hevur í mong ár verið í stríð við Kosovo, og undir krígnum millum Kosovo og Jugoslavia (Serbia og Montenegro), gjørdi NATO bumbuálop á Jugoslavia í 1999, sum vardi í nærum tríggjar mánaðir.

 

Undir bumbuálopinum lá Ana fjálg í búkinum á mammu síni, og barnaár hennara vóru lítið merkt av politiskum ófriði, hóast ósemja hevur sett stóran dám á móðurland hennara.

 

Lýsingin, ið broytti lív teirra

 

Spurd um, hvat fekk familjuna til Føroya, sigur hon, at pápi hennara fann eina lýsing í einum blaði, ið sóknaðist eftir einum bilmekanikara í Danmark. Ætlanin var at flyta til Danmarkar, men kósin varð sett ímóti grønu fjøllunum og hvassa veðrinum í Føroyum.

 

Orsakað av betri arbeiðsumstøðunum og trygga umhvørvinum í Føroyum, gjørdi pápi hennara av at flyta til Føroya, og trý ár seinni kom Ana saman við mammuni og systrini.

 

Ana, ið sleit barnaskógvar sínar í útjaðaranum í serbiska høvuðsstaðnum, Beograd, stúrdi fyri at koma til eitt fremmant land, men setti sær fyri at síggja ókendu framtíðina við jaligum eygum.

 

Ana saman við abba sínum í Serbia
 

Tillaging í fremmandum landi

 

Hóast Ana kendi seg fremmanda fyrsta árið í fimta flokki, hevði hon lætt við at fella inn í føroysku mentanina.

 

Ana greiðir frá, at fleiri í Føroyum sóu ikki Serbia sum eitt tíðarhóskandi land, og hon varð spurd um internet var í Serbia, men kendi seg kortini vælkomna í fremmanda skúlanum.

 

Saknurin setti stóran dám á fyrsta árið, men føroysku børnini tóku væl ímóti henni og hon kendi seg ikki útihýsta. Harafturat kendi hon seg tryggari á føroyskum gøtum, og friðarliga bygdalívið við svalligu luftini hóvaði henni væl.

 

Føroyska málið var eingin trupulleiki við hjálp frá floksfelagum, og ikki nógv tíð gekk, áðrenn føroyska málið gjørdist flótandi. Viljin at gerast partur av samfelagnum var alneyðugur, og hetta hevði við sær, at hon fekk nógvar vinir í Føroyum innan stutta tíð.

 

Hon leggur afturat, at tað er umráðandi at gerast partur av samfelagnum, og at integrering má ikki skúgvast til viks.

 

Eitt serbiskt heim

 

Ana greiðir frá, at familjan heldur fast í serbiskari siðvenju. Hóast tey ikki hava møguleikan at fara í ortodoksa kirkju í Føroyum, halda tey serbisk jól sjeynda januar. Í Føroyum hava vit mandluna, men í Serbia hava tey eitt breyð (“Česnica”) við einum peningi í, ið onkur fær og síðan verður peningurin límaður á eitt loft, sum skal ímynda eitt korn av hveiti, ið bendir á vøkstur.

 

Harafturat hátíðarhalda tey ”Slava” níggjunda desember, har familjan savnast og hátíðarheldur verndareingil teirra. Heima hava tey verndareingilin á vegginum, ið komandi ættarlið skulu arva eftir teimum.

 

Ana og systurin verða doyptar í ortodoksari kirkju í Serbia
 

Serbisk matgerð verður raðfest framum føroyskan mat, og ístaðin fyri ræst kjøt, gera tey ofta ”Sarma” og ”Ajvar” heima. Serbisk matgerð er merkt av matgerð úr Miðeystri og Evropa, og vanligt er at blanda ymiskt kjøt saman, greiðir hon frá.

 

Tvífaldaður samleiki

Hóast hon kennir seg sum føroying, er serbiski samleikin ikki sleptur, og í summarfrítíðini fer hon saman við familjuni at vitja familju og vinir í Serbia í fimm vikur.

 

Ana saknar serbiska veðurlagið, bæði summar- og vetrardagar, og javnan fer familjan til Umka í útjaðaranum í Beograd, har hon minnist barnaár hennara.

 

Ana greiðir frá, at Umka hevur fleiri brotnar bygningar, og er ein gamal partur av høvuðsstaðnum. Harafturat lýsir hon Umka sum ein minni modernaðan part av Beograd, og heldur at størri dentur verður lagdur á at nútíðargera høvuðsstaðin í mun til teir smáu partarnar í Serbia eftir NATO-bumbuálopið í 1999.

 

Umbyggingin eftir bumbuálopið gekk skjótt fyri seg, og Serbia er í dag eitt tíðarhóskandi land við flottari náttúru og friðaðum øki, leggur hon afturat. Ana er errin av móðurlandinum, ið er ríkt við mentan, søgu og vøkrum landslagi.

 

Ana saman við systur og oldurommu síni í Serbia

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.