Føroyingar eru meira kinky, enn tú trýrt!
Vit tosaðu við umboð fyri Føroya einasta sexhandil, Loyndin.com
13.01.2018 - 20:46
Lisið upp hevur: Anna Sofía Skoradal
Teknað myndir: Magnus Lydersen

 

 

 

Mín fatan hevur altíð verið, at føroyingar eru býttir upp í tveir bólkar, tá tað kemur til sexleikur.

 

Tað eru tær fúlu sirkustypurnar, ið einaferð hava verið inni í einum sexhandli á Istedgade, har tey keyptu eina dildo í skemti til eina vinkonu ella vinmann, og so tey, sum so absolutt verða stoytt av øllum øðrum enn missionary.

 

Fyri at fáa betri innlit í kynsligu vanarnir hjá føroyingum, setti eg meg í samband við nethandilin “Loyndin.com“.

 

Loyndin.com er einasti nethandil í Føroyum, sum selir “fúlar“ vørur. Í 2017 seldi Loyndin 834 pakkar, og 31.000 vitjanir vóru á heimasíðuni. At eiga sexleikur er ikki longur nakað so sjáldsamt millum føroyingar. Tey flestu tosa bara ikki so hart um tað.

 

Á heimasíðuni fæst alt frá vanligum Durex-hítum til sexdukkur at blása upp. Vørubólkarnir eru sexleikur, klæðir og lingerie, oljur og krem, “til mannfólk“, BDSM/FETISH og “gaman og skemt“.

 

Loyndin hevur tilvitað gjørt av at verða so lítil partur av almenna rúminum sum gjørligt, tí tey meta ikki, at tað ger nakað gott at vísa seg ov nógv fram. Hetta er partvíst tí, at tað eru summi fólk, ið eru stoytt av teirra virksemi.

 

Tað bar sostatt ikki til at gera samrøðu við fólkini handan Loyndina, men tey vildu gjarna svara spurningum skrivliga. Hon, eg samskifti við, nýtti navnið Helena, sum dulnevni.

 

 

Topplisti yvir vørur seldar á Loyndin.com í 2017:

1. Aqua glide 200 ml. (Vatnbaserað glíðikrem)

2. Durex performa hítir (Hítir við kremi á sum ger, at ein heldur longur)

3. Fleshlight - Pink Lady (Fleygari)

4. Durex invisible (Vanligar hítir)

5. Eydnupakki til pør (Pakki við ymiskum leikum)

6. Eros super bodyglide 250 ml (Silikonebaserað glíðikrem)

7. Eros super bodyglide 100 ml

8. Liqurice dip (Sett við 3 buttplugs í ymiskum støddum)

9. Love box international (Pakki við ymiskum leikum)

10. Palm Power massager (Massagutól til rygg og vaginu)

 

Topplisti yvir vørubólkar í tali av seldum vørum:

1. Sexleikur

2. Vørur til mannfólk

3. Oljur og krem

4. Lingerie

5. Skemt og stuttleiki

6. BDSM

7. Fetish

 

Einar frekari Føroyar

Helena sigur, at virksemið hjá Loyndini er líka nógv ein "missión", sum tað er ein máti at vinna pening uppá.

 

  • Vit trúgva uppá, at eitt gott og spennandi sexlív og opið prát um sex er ein partur av eini góðari sálarheilsu. Vit hava alla tíðina havt sum motto, at vit vilja gera Føroyar frekari.

 

Kortini var tað mest av tilvild, at Loyndin bleiv til. Í 2009, tá Loyndin.com var sett á stovn, var marknaðurin fyri sexleikum púra tómur í Føroyum

 

Ynskja at geva føroyingum eitt betri sexlív

 

Helena sigur tað vera sera gevandi at kunna ráðgeva fólki v.v. teirra seksuellu tørvum.

Hon vónar at hennara vegleiðing kann skapa ein tryggleika, so at viðkomandi fær eitt betri sexlív.

 

  • Tað er stuttligt at síggja, hvussu fólk spakuliga blíva meira opin, tá ið tað kemur til tað seksuella. Fólk hava kanska gingið við einari fantasi ella einum tørvi, sum tey halda verða heilt snetigan. Men so líðandi finna tey útav, at tey slett ikki eru snetig, og at hetta er nakað heilt vanligt. Vit fáa ofta spurningar frá fólki um mangt og hvat.

 

 

Tolleftirlit er flóvisligt

 

Mann hugsar kanska, at tað hevði møguliga verið bíligari at keypt sexleikur úr Kina, á Ebay ella Amazon, so tað tykist kanska undranarsamt, at Loyndin.com kann klára seg í hesi kapping.

 

Helena heldur eina høvuðsgrund vera, at fólk kenna seg tryggari at keypa frá Loyndini heldur enn frá útlendskum fyritøkum. Eitt nú sleppa tey undan, at onkur letur pakkan hjá teimum upp, tá hann er sendur innanlands.

 

-  Fólk vilja ikki, at ein tollari skal lata teirra pakka við sexleikum upp. Tí velja tey heldur at keypa vøru, sum verður send úr Føroyum. Tað er eisini praktiskt at kunna lata vøruna inn aftur, um hon ikki riggar, ella um tað eru klæðir, sum ikki passa.

 

Ein onnur orsøk til, at fólk kanska kenna seg tryggari við at bíleggja av føroysku heimasíðuni, kann vera, at sexleikur úr Kina kunnu innihalda heilsuskaðilig evni, sum ikki eru loyvd hjá okkum. At sexleikurnar liva upp til trygdarkrøv er umráðandi fyri Loyndina

 

Samkomulív og tabuisering

 

Kundarnir hjá Loyndini eru spjaddir nokkso javnt kring landið. Fólk keypa tó mest í høvuðsstaðarøkinum og Suðuroynni - og minst í Eysturoynni.

 

  • Tendensurin er, at sølan er minni á Skálafjørðinum enn aðrastaðni. Ein kann bara gita, hví so er. Møguliga er ein frágreiðing, at samkomulívið á Skálafjørðinum er nokkso sterkt í mun til aðrastaðni. Innan fyri samkomur er alt, sum hevur við sex at gera meiri tabu enn aðrastaðni. Tað er ein sosialur vandi, um ein ikki heldur seg innanfyri kollektiva moralin í samkomunum.

 

Finnast ”kinky” føroyingar?

 

Smædni føroyingurin og seksuelt frígjørda ”Fifty Shades” rákið er ein nokkso stuttligur og onkursvegna fittur mentanarsamanstoytur. Hetta kemur til sjóndar á skemtiligan hátt á heimasíðuni.

 

Føroyskleikin sæst týðiliga aftur á Loyndini, sum hevur gjørt sær ómak at laga heitini á vørunum til ein føroyskan marknað, so føroyingar kunnu kenna seg heima. Í stóra úrvalinum finnur tú vørur sum ”Fjálgu kaninina”, ”Hugnaløtuna” og ”Dukkuna Grækaris”. Til ber eisini at keypa eitt lambamæ at blása upp (tað hevur enntá ljóð!).

 

 

Hvør veit, kanska eisini eg hoppi útí og bíleggi mín fyrsta pakka frá Loyndini. Føroyar verða ikki frekari av sær sjálvum, eg átti kanska at givið mítt íkast og funnið mína innaru  Anastasiu Steele fram.

Fyri eina Skálafjarðargentu er hesin tankin ikki sørt tærnakrympandi, men mítt smædni á hesum økinum er nokk heldur ikki nakað, eg eigi at skamma meg yvir.

 
 

 

 

Playlistin: 420 Røddin stuðlar ikki nýtsluni av nøkrum rúsevnum. Men tá tað er sagt, gleðilig 4/20.
Amnesty tiltak í Perluni 19.04.2018 skipaðu ung í Amnesty fyri einum tiltaki við heitinum „Býr ein gerandisaktivistur í tær?“. Á skránni vóru tveir fyrilestrar. Mousta Mou...
Fýra tímar á kavaskutara í Svalbarð Fyri stuttum síðan fóru tíggju næmingar í Hoydølum til Svalbarð. Millum teirra var Mathias, sum upplivdi landið sum nakað heilt serligt.
Playlistin: Nær kemur summarferian? Playlistin til tykkum, ið er skúlatroytt
SPEROL: Damur eru deiligar, men tónleikur er betri Hoyr um "brutalu" konsertina hjá heavy metal bólkinum í Amerika, og hví tónleikurin kemur framum damurnar.