@TeddyNguema #Einaræðisharri

@TeddyNguema #Einaræðisharri
Einaræðisharrar anno 2017 #luksus
16.01.2018 - 15:58

EINARÆÐISHARRAR sigast oftani at vera nakað, ið hoyrir fortíðini til. Vit i vesturheiminum liva so gott sum øll í einum fólkaræði, við leiðarum, ið hægst sita eini 8 ár. Tá kann vera lætt at taka hetta sum eina sjálvfylgu, men vit mugu minnast, at so er ikki.

 

Tí tað eru nevnliga umleið 40% av fólkunum heiminum, ið hava sína dagligu gongd í einum landi, har leiðarin hevur sitið alt teirra lív. Vit hoyrdu t.d. um Mugabe, ið nú verður koyrdur frá, sum 93 ára gamal.


Men tað eru ikki bara gamlir diktatorar, ein nýggj generatión av einaræðisharrum eru á veg. Nevnast kunnu allir sheikarnir í Miðeystri, men eisini eru fleiri afrikanskir.

 

@TeddyNguema

 

Teodoro Nguema Obiang Mangue er varaforseti í Ekvatorguinea, og er sonur núverandi forsetan, ið tók ræði í landinum heilt afturi í 1979, altso næstan 40 ár síðani. Og meiningin er at hann skal gerast forseti, tá hin gamli ikki orkar meir.

 

Teodoro ella Teddy, sum hann eisini verður nevndur, er 48 ár, og er sostatt ikki heilt ungur, men hann er partur av nýggju einaræðisgeneratiónini. Hann hevur eitt virkið lív á sosialu miðlunum, við fleiri enn 100 túsund fylgjarum, bæði á Instagram og Snapchat @teddynguema

 

 

Hann er eitt sindur sum ein Instagram playboy. Hann postar um sítt luksuriøsa lív, við dýrum innkeypum og uttanlandsferðum. Tað sigst enntá at á eini vikuskiftisferð til Suður Afrika brúkti hann meira enn 4.5 milliónir krónur uppa sjampagnu, bilar og ball.

 

 

Her eru myndir av nøkrum av keypum hansara. Vinstrumegin er ein av bert 30 Bugatti Veyron 16.4 bilum í øllum heiminum, við virði á 8 milliónum krónum. Síðani eitt Rolex ur, og so eitt Google Glass.

 

Hann er oftani blivin kritiseraður fyri at yvirspanderað, ið er nokkso skiljandi. Familja hansara hevur eitt samlað virði á 600 milliónir dollarar, og allir peningurin kemur frá skattapengum og oljuinntøkum frá landinum. Ekvatorguinea er nemliga ríkasta landið per íbúgva, í Afrika.

 

 

Men hesar oljuinntøkurnar verða ikki deildar út millum fólkið. Ekvatorguinea er eitt av fátækastu londunum í Afrika og liggur nummar 144 á einum lista yvir lívsgóðsku. Hetta steðgar tó ikki oyðslinum.

 

Teddy eigur, o.e. hevur átt fleiri av lutunum hjá Michael Jackson, ið allir hava óviað kostað fleiri milliónir. Samstundis at umleið 20% av børnunum í landi hansara ikki blíva eldri enn 5 ár og helvtin av fólkinum hevur ikki atgongd til reint drekkivatn.

 

 

Eitt mann beinavegin leggur merki til tá mann "scrollar" gjøgnum hansara Instagram vanga, eru allar tær mongu uttanlandsferðirnar. Tú finnur ikki eitt stað, hann ikki hevur verið. Mann gerst næstan eitt sindur øvundssjúkur.

 

 

Feskastu tølini frá Heimsbankanum benda á, at 3/4 av fólkinum liva undir fátækramarkinum. Ímeðan siglur framtíðar leiðari teirra í tveimum av hansara marglætiskavbátum, ið eru sergjørdir at líkjast fiskum.

 

 

Uppá ein máta virkar hansara profilur sum eitt slag av propaganda, ið sigur at í Ekvatorguinea er alt ílagi. Men tað er ikki satt.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.