Poul Andrias Ziska: Mítt arbeiði er ein lívsstílur
Poul Andrias Ziska hevur ofra seg á nógvum økjum fyri at fáa framgongd á øðrum
18.01.2018 - 13:28

Tað tykist vera ómøguligt at finna tað perfekta starvið. Sum við so nógvum øðrum eru fyrimunir og vansar við øllum. Eitt starv kann til dømis geva nógvar pengar, men innihalda óáhugaverdar uppgávur. Meðan eitt annað starv kann geva minni av pengum, men loyvir tí einstaka at arbeiða við tí, sum viðkomandi elskar.

 

Hetta er eisini veruleikin hjá Poul Andrias Ziska, ið starvast sum kokkur á nú víðagitnu matstovuni KOKS, sum fyri stuttum varð tillutað eina Michelin-stjørnu

 

Arbeiði hjá Poul Andrias loyvir honum at arbeiða kreativt og við onkrum, sum gevur honum meining. Afturfyri arbeiðir hann langar dagar, uttan at tað sæst aftur á lønini, og hann hevur ikki nógva tíð heima hjá familjuni.

 

 

HAVI EINKI ANNAÐ GJØRT ENN AT ARBEIÐA

 

Í 2017 fekk Poul Andrias viðrislønina ”årets kokkeprofil”, og matstovan KOKS, har hann er høvuðskokkur, vann sína fyrstu Michelin-stjørnu. Hetta er stór viðurkenning innan kokkaheimi, og tað hevur kravt hart arbeiði at sleppa hartil. Poul Andrias hevur arbeitt 12-16 tímar 5-6 dagar um vikuna tey síðstu 3 árini.

 

- Eg og konan hava búð hvør sær í 3 ár. Eg havi ikki gjørt annað enn at arbeiða, meðan hon hevur lisið í Danmark við soninum. Tá ið man brennir fyri onkrum, ofrar man seg meira - uppá gott og ringt.

 

TRÁANIN EFTIR TÍ ULTIMATIVA

 

Sum kokkur ofrar man nógv – arbeiði gevur ikki nógv fíggjarliga, man arbeiðir heilidagar og vikuskifti, og tá ið man hevur frí, er tað ofta, meðan familja og vinir eru til arbeiðis. Men Poul Andrias ofrar seg á hesum økjum fyri at fáa framgongd á øðrum.

 

- Mítt arbeiði loyvir mær at vera kreativur, og tað er hendan gongdin, sum er ræðuliga spennandi, haldi eg.

 

- Sum kokkur vil eg skapa eitt rúm, har man verður strimbraður sansaliga. Eg havi eitt greitt boð uppá, hvat tann ultimativa matstovuupplivingin er, og tað er hendan tráan eftir tí ultimativa, sum er spennandi. Tað verður ongantíð óáhugavert, tí har er altíð meira, eg vil læra. Man kann liva uppá tað.

 

Les eisini: Poul Andrias Ziska: Frá pitsakokki til heimselituna

 

TAÐ FØLIST IKKI SUM ARBEIÐI

 

Tá ið man sum ungur skal velja sær arbeiði, er ein faktorur, sum vigar, lønin. Sum ungur vóru eingi mørk á framtíðardreymunum, men tá ið man fær sína fyrstu rokning ella sítt fyrsta skattapappír, gerst tað týðiligt, at ein hampulig inntøka er týdningarmikil. Hjá Poul Andrias er tað tó tað kreativa, sum er týdningarmiklast

 

- Eg leggi ikki serliga nógv í pengar. So leingi man ikki skal endavenda hvørjari krónu - man hevur til at fara uttanlands eina ferð um árið, og man kann hava ein bil, so er nokk. Har er so nógv meira til í lívinum, sum ikki hevur nakað við pengar at gera. Eg havi onga ambitión um at koyra ein dýran Mercedes.

 

Arbeiðislívið er broytt nógv við árunum. Fyrr arbeddi man fyri føðina og fyri at klára seg. Men nú vilja fólk hava meira burturúr teirra arbeiðislívið. Soleiðis er eisini hjá Poul Andrias, ið metir sítt arbeiði vera ein spurningur um lívsstíl heldur enn arbeiði.

 

- Mítt arbeiði er meira enn bara ein inntøka. Eg hevði avgjørt ikki klárað at arbeitt, sum eg havi gjørt, um tað bara var fyri pengar. Eg hevði doyð.

 

- Tað følist ikki sum arbeiði. Tað er ein lívsstílur. Eg vakni til ein arbeiðisdag, men samstundis vakni eg til ein sosialan dag, ein kreativan dag og ein dag, har eg sleppi at kempa fyri onkrum, sum gevur mær meining.

 

HELDUR SEG IKKI VERA BESTI KOKKUR Í RÍKINUM

 

Við heiðurinum ”årets kokkeprofil” verður mett, at Poul Andrias er besti kokkur í danska ríkinum. Hetta er unga kokkastjørnuskotið tó sera eyðmjúkur um.

 

- Eg haldi ikki, at eg eri besti kokkur í ríkinum. Tað eri eg øgiliga takksamur fyri, tí um eg hevði trúð tí, vænti eg ikki, at eg var sloppin nógv longur. Vansin er, at man lukkar niður fyri nøkrum tingum, og tráanin eftir at læra og at búnast viknar.

 

- Eg hugsi ikki nógv um at vinna stjørnur og at fáa prísir. Tað at koyra uppá uppmerksemi er ikki nokk. Mín størsta motivatión er at sleppa at búnast innan onkrum, eg brenni fyri.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.