Klumma: Friðarliga eg
"Ha? Eg hoyri teg ikki!"
21.01.2018 - 14:18

Eg havi altíð verið friðarlig.

 

Aftaná hvønn einasta foreldrafund í fólkaskúlanum komu foreldur míni heim við teimum somu boðunum:

Hon er skilagóð, men sera friðarlig. Kanska hon kundi verið eitt sindur meira við í tímunum?

 

Hetta fekk meg ofta upp í tað reyða feltið, og eg hugsaði við mær sjálvari, hvat so um eg eri friðarlig? Hví kann eg ikki bæði vera skilagóð og friðarlig?

 

Í teimum fyrstu fólkaskúlaárunum plagdu lærararnir at avgera, hvar næmingarnir skuldu sita. Hetta dámdi mær lítið og einki, tí næstan hvørja ferð vit skiftu pláss, bleiv eg sett við síðuna av onkrum ófriðarligum og buldrasligum floksfelaga, sum lærarin helt skuldi "dempast" eitt sindur. Og tí hildu lærararnir ivaleyst, at tað var eitt genialt hugskot at seta meg, ta friðarligu gentuna, við síðuna av einum meira larmandi næmingi.

Eg hataði hetta, tí ímeðan eg var noydd at sita og vera ein menniskjaligur ljóðdempari, so sluppu hini vinfólkini hjá mær at sita saman.

 

Afturat tí, at eg eri friðarlig, so eri eg eisini eitt sindur smæðin.

Hetta smædni svingar eitt sindur alt eftir, hvar eg eri, og hvørjum eg eri saman við.

Tað smædna og tað friðarliga ganga hond í hond, tí tá ið eg eri saman við fólkum, sum eg føli meg trygga saman við, blívi eg minni smæðin og tískil minni friðarlig.

Eg haldi, at nógv ganga bara út frá, at friðarlig fólk allatíð eru friðarlig. Men tað eru tey ikki. Tey flestu hava okkurt stað, har tey ikki eru heilt so friðarlig. Eitt stað har tey ikki bara eru ljóðdemparar.

 

Av tí at eg eri eitt sindur smæðin, so eri eg ikki heimsins harðmæltasti persónur. Eitt tað fyrsta, fólk siga við meg, tá tey møta mær, er "Ha?", tí tey ikki hoyra, hvat eg sigi.

So framløgur hava altíð verið ein marra, tí áðrenn eg havi tosað í ein minutt, so hoyri eg tað vælkenda "HA? EG HOYRI TEG IKKI"-skrálið.

So má eg endurtaka meg túsund ferðir (ella soleiðis kennist tað), og fyri hvørja endurtøku fái eg bara meira hug til at grava meg niður í eitt hol og ongantíð koma upp aftur.

Við tíðini havi eg tó vant meg meira við at leggja fram, so hetta er tíbetur ikki ein so stórur trupuleiki hjá mær longur.

 

Eg eri ikki longur líka friðarlig og smæðin, sum eg var fyrr... Ella jú, eg tosi enn ikki serliga hart ella nógv, og enn tann dag í dag kenni eg av og á ótta á mær, tá ið eg skal leggja fram ella møta nýggjum fólkum.

Men hesir trupulleikarnir, sum tóktust stórir fyrr og gjørdu meg so illa, fylla als ikki líka nógv nú, tíbetur.

Eg plagdi at føla meg so býtta, bara tí at eg var so friðarlig. Men við tíðini havi eg lært, at tað er okey at vera friðarligur, eins og tað er eisini er okey ikki at vera friðarligur!

Tað skal jú vera pláss fyri øllum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.