Modell mist bæði bein av tampong
29 ára gamla modellin, Lauren Wasser, misti sítt høgra bein í 2012, og nú er vinstra bein eisini skorið av
24.01.2018 - 18:22

Skrivað hevur: Eydna Maria Jacobsen

 

Toxic shock syndrome, sum tað eitur á enskum, er ein sjáldsom, men lívshættislig sjúka, sum allarhelst kemst av eini bakteriu, sum spreiðir seg í kroppinum. Kvinnur eru mest í vanda, tí at sjúkan er tongt at nýtslu av tampongum.

 

Tað fann Lauren Wasser útav, tá ið hon vaknaði á sjúkrahúsinum, aftaná at hjarta hennara stegðaði, og varð hildin á lívið av eini maskinu. Fyrr tann dagin hevði Lauren brúkt tampongir.

 

Sjúkan ger, at lítið og einki blóð sleppur runt í kroppinum, sum so elvir til kolubrand, sum er, tá ið kyknur doyggja. Tað hendi í báðum beinunum hjá Lauren, og tí mátti høgra bein og hælurin og tærnar á vinstra bein amputerast. Allíkavæl valdi hon at liva lívið víðari so vanligt sum gjørligt. Tað gekk væl; hon gekk til mótasýningar við eini protesu, men lívið var ikki uttan pínu.

 

Nú, umleið 5 ár seinni, er vinstra bein blivið amputerað. Lauren hevði gingið við ótolandi pínu alt ov leingi, tí at beinini í tærnum hjá henni blivu við at vaksa, og tí valdi hon at missa vinstra bein eisini.

 

 

 

A post shared by Lauren Wasser (@theimpossiblemuse) on

 

 

Lauren ávarar nú fólki um vandan við at nýta tampongir, og roynir eisini at fáa lógir í gjøgnum um tampongir, bind, o.s.fr., so at tað verður krav, at tað er heilsugótt at nýta. Hon er eisini talskvinna fyri the Robin Danielson Act, sum snýr seg um, at meira kanningar skulu gerast viðvíkjandi tampongum, og at fyritøkur skulu vísa hvat er í teirra vørum. Lógaruppskotið er tó blivið avvíst 10 ferðir.

 

Lauren livir væl, sjálvt um hon var 10 minuttir frá deyðanum. Tey 5 árini sum model gingu væl, hon hevur fingið nógv uppmerksemi av sjúkuni, og ein modell við protesu er ikki nakað tey flestu gloyma. Men sum nú er, roynir hon bara at koma fyri seg aftur, og venja seg við lívið uttan bein.

 

 

 

A post shared by Jennifer Rovero (@camraface) on

 

Les eisini um eitt gott alternativ til tampongir her:

 

keldur:

https://www.congress.gov/

https://www.thesun.co.uk/

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.