- Mín tónleikur hevur lært meg nógv um meg sjálva
Í 2017 vann bólkur hennara Sement. Í síðstu viku kom fyrsta staklagið Baby Blue út. 19 ára gamla Jasmin Mote er songkvinnan í JASMIN.
28.01.2018 - 13:20

Jasmin hevur sungið alt lívið, men tá ið hon sum 16 ára gomul fór á eftirskúla í Danmark brast av álvara á hjá henni. Hon fór at skriva egin løg, fann fólk at spæla saman við, framførdi fleiri staðni og vann Sement í 2017. Hon hevur nú sum 19 ára gomul útgivið sítt fyrsta staklag, og meira er á veg.

 

Jasmin hevur seinasta árið tikið HF í Danmark. Fyri stuttum gjørdi hon tó av, at flyta til Føroyar at arbeiða við tónleiki og finna saman við hennara bólki JASMIN, harí eru Vinjar Egilsens Petersen, Bergur Fonsdal Johannesen og Jósef Magni Heinesen.

 

 

Baby Blue

Tá man greinar og tulkar í skúlanum er ringt at vita, hvørja meining listafólkið hevur lagt í listina. Føroysktlærarin kann brúka fleiri tímar uppá at greina litsymbolikkin av einari bláari hurð. Men tað vísir seg, at í fleiri førum hevur listafólkið ikki hugsað um tað. Tað einasta, hesi hava gjørt, er, at opna seg upp og lata tankarnar koma niður á pappírið. So er hjá Jasmin. Hon skrivaði Baby Blue í eini tíð, har hon føldi nógvar kenslur, men samstundis føldi seg kensluleysa.

 

Við øllum hesum inni í sær var nógv, sum vildi sleppa út, so tá ið hon setti seg at skriva tónleik, kom nógv niður á pappírið. Í hesum tíðarskeiðinum skrivaði hon tólv løg. Burturúr teimum hevur hon brúkt fýra. 

 

- Tá ið eg hyggi aftur, síggi eg væl tað, eg hevði inni í mær, meðan eg skrivaði sangirnar. At hoyra mín egna tónleik hevur lært meg nógv um meg sjálva og at skilja ting, sum hendi kring meg í hasum tíðarskeiðinum. 



 

Menniskju eru verbal. Tað er týdningamikið hjá okkum at sleppa at fortelja okkara søgu. Jasmin gleðist yvir at kunna gera hetta gjøgnum tónleikin.

 

Vil skapa eitt univers

Eftir at hava verið til eina konsert kennist tað sum man hevur verið eitt heilt annað stað enn á jørðini. Tónleikur kann lyfta okkum upp í nøkur hægri luftløg og loyva okkum burtur úr gerandisdegnum. Tað skapar eitt univers hjá lurtaranum. Tú kanst fara, har tú hevur hug til - tað er ein bílig flogbillett.

 

- Eg klári ikki at ganga ein tíma uttan at lurta eftir tónleiki. Eg verði rastleys. Eg vil sleppa burtur onkra aðra staðni. Inn í universið hjá øðrum listafólki og eg vil við mínum tónleiki loyva tykkum inn í mítt univers.


 

Eitt sindur sum ein bindiklubbur. Ein vakur, eyðmjúkur, humanitærur bindiklubbur.

 

Kann ikki liva av tí

Síðani man er heilt lítil, hoyrir man ”tónleikur er ikki nakað, tú kann liva av”. Men hóast hetta, so ætlar Jasmin at arbeiða við tónleiki.

 

- Hevði eg bara kunnað sett orð á, hvat tónleikur fær meg at føla, og hvat tað gevur mínum lívi. Eg dugi ikki at ímynda mær nakað annað arbeiði, sum kann nøkta hendan tørvin hjá mær. Og eg havi bara eitt lív. Eg vil, at tað skal vera mítt lív. 


 

Hóast møguleikarnir eru nógvir í Danmark, so gjørdi hon av at flyta til Føroyar, tí hon longdist eftir tónleikaumhvørvinum í Føroyum.

 

- Tónleikaumhvørið í Føroyum er nakað heilt serligt. Nógvir føroyingar spæla tónleik, og øll spæla saman við hvørjum øðrum og stuðla uppundir. Eisini tey, sum ikki spæla tónleik, stuðla við at koma til konsertir og at virðismeta tónleikin. Tað kennist heimligt. Tað finnur man ikki nógva aðra staðni í heiminum.


 

Hoyr nýggja staklagið hjá Jasmine her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.