Vit giftust ung, tí vit elskaðu hvønn annan
- Meðan eg stóð og bíðaði, bleiv alt brádliga kvirt, har kom vakrasta kvinnan, eg havi sæð í mínum lívi, gangandi. Tá visti eg, at alt nokk skuldi blíva gott
14.02.2018 - 21:03

Tað eru nokk tey fægstu undir 25 ár, sum hugsa um at blíva gift. Men fyri 19 ára gamla Lukas Nygaard er stóri dagurin longu farin framvið.

27. Mai 2017 giftust Lukas og unnustan Regina. Tey høvdu bert kennt hvønn annan í hálvt annað ár.

 

 

„Havi næstan altið følt meg fremmandan“

Lukas situr í einum skrivstovustóli, Regina, sum skal til arbeiðis, gevur honum ein muss, áðrenn hon fer.

 

Við hondina hevur hann bíbliuna „Ny verden oversættelse“, og meðan vit práta, slær hann fleiri ferðir upp í henni. Lukas og Regina eru Jehova vitni.

 

Lukas vaks upp á Glyvrum. Hann gavst í fólkaskúlanum í Runavík eftir 8. flokk og tók síðani 9. flokk í Helsinge í Danmark. Hann fór beint víðari á HTX, og nú lesur hann „Arcitechtural management“ á KEA- Københavns erhvervsakademi.

 

Lukas og Regina búgva nú í Dalby - einum lítlum býi í Norðursjællandi.

 

 

Hjúnabandið ein barndómsdreymur

Hjunabandið er nakað sera umráðandi í lívinum hjá einum Jehova vitni. Lukas samanber tað við at blíva doyptur. Nakað, ið er óbrótiligt og lívsvarandi.

Mælt verður til at finna ein hjúnafelaga, sum eisini er Jehova vitni.

 

Tað var danska omma Lukas, sum gjørdi av at blíva Jehova vitni. Hóast abbi hansara ikki var Jehova vitni, livdu tey gift saman í nógv ár. Hann gjørdi tó eisini av gerast Jehova vitni.

Mamma Lukas flutti úr Danmark til Suðuroyar. Har møtti hon pápa hansara, sum eisini var Jehova vitni. Tey giftust og fingu trý børn.

 

- At gifta seg við einum við somu virðum sum tú, ger tað tað lættari at vera í hjúnabandinum. sigur Lukas.

 

Barndómurin í Runavík var ein „samleikafløkja“

Sum barn var Lukas ikki so nógv við í spælinum hjá hinum børninum. Tey søgdu við hann „Tú ert ein danskari“.

 

Hóast hann alt lívið hevði búð í Føroyum, tók hann hetta til sín og tosaði bara um at flyta til Danmarkar. Í dag følir hann seg sum føroying, dana men tó mest sum Jehova vitni.

Árini í Føroyum vóru trygg, og av og á leingist hann heim aftur.

 

Hóast børn er næsta stigið hjá nógvum eftir hjúnarbandið, so hava Lukas og Regina ikki ætlanir um at fáa sær børn beinanvegin.

Lukas hevur tó hugsað um møguleikan at flyta heim, tá tey einaferð fara at fáa sær børn.

 

- Vinfólkini heima skilja væl, at eg eri giftur so ungur og góðtaka nú eisini mína trúgv. Vit kunnu gott diskutera, men tað verður ongantíð óbehagiligt, hóast vit eru ósamd. Tað eru jú aðrar orsøkir, til at vit eru vinfólk.

 

 

Hurðabankan og hjartabankan

Tá Jehova vitni skulu finna sær ein maka, koma tey at byrja við saman í bólkum. Tað at koma saman við hinum kyninum, er ikki nakað, sum bert er til stuttleika. Tað er altíð við hjúnabandi fyri eygað. Kynslig samvera áðrenn hjúnaband er ikki loyvd. Fyri at ikki blíva freistað til nakað kunnu tey velja at hava onkran við sær, um tey fara onkrastaðni saman.

 

Regina er úr Kalundborg. Hon gavst í skúlanum eftir 9.inda, og ístaðin fór hon at arbeiða við plantum. Hon hevði vinfólk í Sjællandi og kom í somu vinarbólkum sum Lukas.

Vinfólkini hugdu ofta eftir filmum saman, og Lukas og Regina lærdu hvønn annan at kenna.

 

Lukas fekk skjótt gott eyga til Reginu. Tá tey fóru út at biða við samkomuni, bleiv hann ordiliga glaður fyri at koma í bólk saman við henni.

 

- Vit byrjaðu so smátt at tosa saman tveyeini. Eg helt altíð, at vit høvdu nógv at tosa um. 5. oktober 2015 blivu vit par. Tá gjørdu vit av at veruliga royna at síggja, um tað kundi blíva til nakað. 1. oktober 2016 blivu vit ringforlovað.

 

- Tá mann dámar hvønn annan, so heldur mann kanska, at mann er so øgiliga lika, tí mann dámar sama tónleik ella okkurt. Tað er tað, datingsíður koyra uppá. Mann skal allatíðina døma hvønn annan. Er hann penur, sterkur og so víðari.

Eg og Regina eru øgiliga ymisk, eg tosi nógv, og Regina er meira friðarlig. Í felag hava vit okkara kærleika til Jehova og til hvønn annan.

 

 

Kærleiki skal gevast, ikki finnast

Lukas og Regina hava nú verið gift í næstan eitt ár.

 

- Tað besta við at vera giftur er, at mann veit, at mann altíð hevur ein ordiliga góðan vin, sum altíð vil standa við síðuna av sær, og altíð vil gera teg glaðan. Mann stuðlar hvørjum øðrum, og mann er tvey um alt - tað er fullstendiga magiskt!

 

Lukas greiðir frá, at tað er umráðandi, at mann følir, at mann er klárur til tað, tá mann ger av at giftast. Tað er ein stór ábyrgd. Tað strævnasta við at vera giftur er nokk at minnast til at geva kærleika. Onkuntíð følir Lukas, at hann ikki ger tað nokk.

Hann leitar í bíbliuni og smílist, tá hann at enda finnur tað, hann leitar eftir. Fyrra Korintbræv Paulusar 13:4- 8.

 

„Kærleikin er langmóðigur, er mildur.

Kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp;

hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa;

hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika;

hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt.“

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.