Reyvaslikkarin eg

Reyvaslikkarin eg
Kiss ass? so ljótt og irriterandi tað ljóðar so kann tað bøta um tína støðu, les eina hugleiðing her.
15.02.2018 - 15:26

Eg eri ein reyvaslikkari

Eg eri til endaveitslu í níggjunda flokki. Allur árgangurin er pyntaður, tí nú er galla. Tey flestu hava stolið eitt sindur av rúsdrekka frá foreldrunum, sum verður drukkið, so skjótt lærarin vendir ryggin til. Onkur hevur ikki etið í dagar, tí tað er umráðandi at verða uppá tað lekkrasta tá gallamyndirnar skulu takast. Tað eru tó nøkur, sum siga, at galla er nakað helvitis lort. Men tey eru har allíkavæl. nú So er løtan komin. Vit sita spent í hvør sínum lag í vónini um at vinna ein heiður. Tí nú verður nemliga “ársins”. Sjálvandi eru tað eisini summi heiti, sum eingin skoytir um at fáa. Men ja, hvat skal mann siga. Onkur fær tey. Men nú byrjar tað. Ársins sprund, ársins kallur, ársins 12-tal v.m. verða kosin.

 

Á nei, tey rópa mítt navn. Eg rodni, og royni ikki at fáa eygnakontakt við nakran á veg upp á pallin. Eg havi lovað olmussu, slapp eg undan hesum ivasama heiðri. Hvør fanin vil enda fólkaskúlanum sum “Ársins reyvaslikkari”?

 

Ársins reyvaslikkari gjørdist mín lagna. Men ja, tað er væl uppiborið. Men tað var altso eitt sindur flovvisligt at skula ganga fram fyri allar lærararnar, sum eg hevði feittað so nógv fyri alt árið. Eg føli meg nakna, tá eg taki ímóti steypinum, og eyguni á øllum lærarunum, sum eg havi feittað fyri, stara køld eftir mær.

Men tað riggar at slikka reyv, skal eg heilsa og siga. Tá eg fekk mítt fólkaskúlaprógv, vístu míni próvtøl júst tað, eg hevði strembað eftir og feittað fyri seinastu árini.

 

 

 

Nøkur kiss-ass ráð kanska?

 

Nú tá eg gangi á øðrum ári í miðnámi, havi eg enn einaferð vunnið heiðurin sum ”Ársins reyvslikkari”. Hetta hóast eg ikki bevíst eri ein kiss-ass hesuferð. Men sum sagt, tað er mín lagna. Tað fellur mær natúrligt?

 

Men um nakar av tykkum hevur ringt við at gera vart við seg fyri lærarnum og hava hug at bøta um próvtølini, so havi eg nakrar hugleiðingar, sum kunnu hjálpa tær á veg.

 

Vit kenna tað øll. Tað er mánamorgun. Karrygula troyggjan, sum er tann sama sum á flokksmyndini hjá mammu tíni frá einaferð í 80árununum- ja, hon brúkar hana enn. Kaffilukturin blandaður við ein súran morgunanda, sum ikki verður fjaldur av nikotinluktinum. Tú hugsar bara: “Lova mær vekk!”. Ramsan av líkasælum persónum, sum hava ligið undir grønutorvu og rotnað, langt áðrenn omma tín varð fødd. Tað er nú vit føla, hvussu svøvnurin hevur hug at taka yvir. Tú hugsar ”fokk hetta her”, og skal júst til at leggja høvdið á borðið og droyma teg vekk. STOP! Her er umráðandi, at tú ert væl fyrireikaður heimanífrá. Í taskuni skalt tú hava : Ein litur av kaffi og nokk av redbull. Skalt tú klára skúlan sum ein kiss-ass, so mást halda teg vaknan.

 

ÁHHR, so stendur hon eisini har og byrjar at ramsa eina rúgvu av tekstum upp, sum tú við góðari samvitsku hevur brent á báli. Hon peikar á tann fyrsta og spyr ein spurning, men bíða, hvat nú? “Fokk.” tað er nú tú minnist, at tú ikki hevur lisið so mikið sum eitt orð heima. Tú hugsar “nær helviti hava vit fingið hendan tekstin?”. Hon gongur runt og spyr ein og ein, meðan stinkurin frá tí bíligu perfumini ferðast um alla stovuna. Sveittin rennur av tær, tí hóast alt, so vil mann ikki fara niður í støðumeti. Fokk, hvat ger mann, um mann ikki hevur lisið, men allíkavæl skal kunna feitta og spæla over-the-top við yvirskoti? Tað er nemliga her, tað er umráðandi, at ikki vera ein av teimum, sum er burtur í dreymalandi.

Tí svevur tú nú, so hevur tú als ongan kjans at skora tær nøkur eyka stig. Men hvat skal mann gera í einari støðu sum hesari? Jú, tað er her tí besti vinur er svarið – Google! Tí Google veit alt, og ert tú vinur við Google, ja so er miðnámsprógvið í hús. Google eigur griningar av øllum stuttsøgum. Um tú hevur um veðurlag, googla so Grønland. Bara okkurt. Tí so hevur tú møguleikan at skjóta læraranum eitt svar. Shit, nú er hon her. Síggj út sum um tú dyrkar evnið. Finn onkrar gamlar viðmerkingar fram, so tað sær út sum um, tú ordiliga hevur brotið søguna í bitar. Síðan svarar tú við einum einklum, men perfektum svari - beinleiðis umsett frá Google við hjálp frá Sprotanum. Síðan endar tú setningin við at spyrja hana ein spurning, ið er so torførur at svara upp á, at hon gloymir, hvat tú segði, og setir seg yvir í telduna at finna svarið. Hon takkar fyri spurningin, tosar um hvussu áhugaverdur hann var, og fer so í gongd við at greina spurningin, sum sjálvandi ikki hjálpir upp á svøvnin, sum bankar uppá. Men nú hevur tú hugtikið læraran, yvirvunnið tín tørv á svøvni, og dripið allan flokkin við tínum spurningi – og alt tú gjørdi var at googla ein einkultan spurning. Ja, ongin segði, at tað var lætt at vera reyvaslikkari. Eg burdi vita, tí eingin er størri reyvaslikkari enn eg. Og eg havi steypini, sum prógva tað.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.