-Tað er fantastiskt at klintra

-Tað er fantastiskt at klintra
Hendur og spengur eru spentar. Fingrarnir eru krøktir í veggin. Allur kroppurin arbeiðir saman um at klintra eftir vegginum fram ímóti málinum. At náa toppin. Soleiðis kann klintring kennast
17.02.2018 - 15:46

Skrivað hevur: Rannvá Dahl Hanusson

 

Baldur Meitil hevur klintrað í fimm ár. Bæði í Føroyum og á háskúla í Danmark. Hann minnist ikki, hví hann byrjaði, men hann klintrar í dag, tí at hann fær tamarhald og samband við kroppin uppá ein heilt annan máta. Hann elskar at føla adrenalinið, tá hann dettur uttan at doyggja.

 

- Tað er ein fantastisk kensla at klintra. Klintring er ein einstaklinga ítróttur, sum setur stór krøv til konsentratiónina. Tað ber ikki til at hugsa um nakað annað, tí fer konsentratiónin, missir mann takið. Tað eru bara veggurin og tú, alt annað verður gloymt, sigur Baldur Meitil.

 

Hann heldur, at tað er spennandi at uppliva persónliga menning við at seta sær avbjóðingar sum at klintra nýggjar og óvandar leiðir. Leiðirnar skulu vera eitt sindur verri enn tað, mann vanliga klárar. Baldur sigur, at vbjóðingin er at arbeiða við somu leið til man klárar at gjøgnumføra alla leiðina.

 

- Tað er ein feit kensla endiliga at klára alla leiðina og koma upp á toppin. Hæddarræðslan er ikki ein trupulleiki. Sum nýggjur klintrari kann tað ávirka, men ræðslan fyri hæddum fánar natúrliga skjótt, heldur Baldur.

 

 

Veðrið avmarkar klintring í Føroyum

 

 

Tað regnar nógv í Føroyum. Eingin ivi um tað. Veðrið setur avmarkingar fyri uttandura klintring, tí tað ber ikki til, tá tað er kavi ella hevur regnað. Klintring er mest ein summarítróttur í Føroyum. Ísklintring er eisini roynt í Føroyum, men tá skal eitt tjúkt lag av ísi til, og tað er ikki so ofta í Føroyum.

Klintrarar mugu brynja seg við toli, til tað aftur fer at vára. Fleiri klintrarar merkja væl, at ein langur vetur hevur verið. Vøddarnir eru viknaðir, og hendurnar eru ikki eins sterkar meira. Tó tekur tað ikki langa tíð at koma ígongd aftur. Vøddarnir byggjast skjótt upp aftur, og longri steðgir hava lítla og onga ávirkan á teknikk og rørslumynstur, sigur Baldur.

 

 

Tað er torført at byrja at klintra í Føroyum

 

 

Fleiri eru áhugað at byrja at klintra, men í Føroyum eru fáir innandura klintriveggir. Ein er í Hoyvík, og Tvørmegi hevði ein buldrivegg, sum er tikin niður. Karmarnir eru sostatt als ikki nóg góðir. Tað ber til at klintra úti, men útgerðin til uttandura klintring er sera dýr, og fleiri krøv eru sett til uttandura klintring eitt nú tryggingarskeið og aldursmark. Hetta ger tað torført fyri klintri áhugað at byrja klintring.

Sjálvandi verður bøtt um umstøðurnar. Ætlanin er at fáa eina innandura klintrihøll í havnini í nærmastu framtíð, sum gevur góðar møguleikar og umstøður fyri bæði nýggjar og garvaðar klintrarar.  Men á háskúlanum í suðri fáa ungu næmingarnir møguleikan at klintra uttan at knúsa pengagrísin.

 

- Vit hava siðið, men ikki klintrað enn, tí at tað hevur verið vetur. Men vit hava havt undirvísing um klintring, har vit hava lært um trygd, at brúka útgerðina og tílíkt. Skúlin eigur útgerð til klintring, so tað skulu vit ikki hugsa um. Lærararnir hava eftirlit við øllum og fylgja við, so at alt er trygt. Klintring er eitt av tí, sum vit gleða okkum mest til, sigur Elsa Jacobsen, sum er næmingur á háskúlanum í suðri í løtuni.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.