Podcast: Filmurin við tí stytsta plottinum nakrantíð
Hvussu ger man ein film upp á 48 tímar, tá man hevur eina larmandi divalampu á settinum?
20.02.2018 - 09:46

Sóley Danielsen og Gudmundur Helmsdal hava leikstjórnað filmin Skóhorn(y), ið verður við í Geytanum tann 24. februar 2018.

Røddin fekk eitt prát við Sóley Danielsen.

 

Stytsta plot nakrantíð

Í november 2018 skipaði Klippfisk fyri einari filmskapping, ið gekk út upp á at framleiða ein film upp á 48 tímar. Og tað var her, at stuttfilmurin Skóhorn(y) bleiv gjørdur.

 

- Filmurin hevur kanska tað stytsta plottið nakrantíð. Hann er um tvey fólk, ið fara inn í Skóhornið. Kvinnan ynskir at royna nakrar skógvar, og maðurin hjálpur henni við tí.

 

Sóley Danielsen sigur, at filmurin er eitt sindur provokerandi og absurdur. Og at tað er ein orsøk til, at søgugongdin í filminum er so einføld, sum hon er.

 

Hvussu ger man ein film upp á 48 tímar?

Tað er eingin loyna, at tað krevur nógva tíð at gera film. Man hoyrir ofta um filmar, ið taka fleiri ár at framleiða. So hvussu ger man ein film upp á bert 48 tímar?

 

-Tað snúði seg um at fara skjótt frá hugskoti til veruleika - men ikki for skjótt!

 

Sóley Danielsen leggur stóran dent á, hvussu umráðandi fyrireikingararbeiðið er. Hon sigur, at man skal skapa eina greiða visjón um, hvat man vil við filminum. Og tí brúktu hon og hennara toymi tað fyrsta kvøldið av kappingini til at fyrireika filmin.

 

Dagin eftir fóru tey í gongd við upptøkurnar. Men tað koyrir ikki altíð eftir ætlan, tá ið man tekur upp. Tey høvdu nevniliga eina "divalampu", ið livdi sítt egna lív og larmaði, tá hon hevði hug.

 

-Tað tók nógv longri tíð, enn vit høvdu ætlað. Vit høvdu eina lampu, sum larmaði øgiliga illa. So vit máttu bíða, til hon steðgaði við at larma og so skunda okkum at taka upp, tí annars hoyrdist dialogurin ikki. So vit høvdu okkara egnu divalampu á settinum, sum grenjaði og bara var púra ógjørlig at arbeiða saman við!

 

 

 

Ein filmur sum fer at deila fjøldina

Sóley Danielsen sigur, at hon bleiv rættuliga bilsin, tá hon fann útav, at Skóhorn(y) var komin við í Geytan.

 

-Tað er heilt sikkurt ein filmur, ið fer at deila fjøldina. Antin fer man at elska hann, ella fer man at hata hann.

 

Hon sigur tó, at eftirarbeiði haltaði rættuliga nógv til filmskappingina. So tann filmurin, ið verður vístur til Geytan, er ein rættuliga fínpussað útgáva av filminum.

 

-Tað er ein heilt annar filmur, enn hann sum var vístur til filmskappingina.

 

 

Nýggjur filmur ávegis!

Síðani Skóhorn(y) hevur Sóley Danielsen longu leikstjórnað ein heilan film afturat. Hesu ferð saman við Andrias Høgenni. Filmurin varð tikin upp í januar 2018.

 

-Tað er ein romantisk komedia, eitt sindur sum "Bridget Jones' Diary" meets "Pretty Woman" við Julia Roberts.


Hon leggur afturat, at hon helt tað vera rættuliga stuttligt at gera eina føroyska romantiska komediu, tí tað sær man ikki so ofta í Føroyum.

 

Filmurin er longu liðugt kliptur og verður nú ljóðviðgjørdur. Filmurin verður fyrst sýndur í Danmark, og síðani verður hann sendur runt til ymiskar filmsfestivalar uttanlands. So filmurinn verður ikki vístur í Føroyum enn á sinni.

 

Sóley Danielsen leggur flennandi afturat:

 

- Møguliga verður hann við í Geytanum næsta ár, um hann verður góðtikin!

 

Hoyr alla samrøðuna við Sóley Danielsen her:

 
 

 

 

Yvirlit: tiltøk, konsertir og sjónleikir næstu tíðina
Føroyskir skiftisnæmingar - dreymurin um tí stóru verð
Alt tú skalt vita, áðrenn tú byrjar miðnám Tíðin er komin har gamlir vanar vera lagdir til síðis og alt broytist.
Video: Magnus fer sunnudagin til Portugal at sparka fótbólt 18 ára gamli Magnus Holm, sum hevur gjørt um seg bæði á ungdóms landsliðinum og besta liðnum hjá B36, tekur nú næsta stigið í hansara fótbóltskarieru...
Lopfjølin fyri ungar íverksetarar Hugskotið hjálpir tí unga íverketaranum at koma í gongd. Sóley Heradóttir Hammer og Jóannes Huusgaard á Fløtti greiða frá hvat Hugskotið er.