- Eg sovni nokk ikki í nátt

Hilda Bolstad Mortensen skal spæla tríggjar finalur um vikuskifti
- Eg sovni nokk ikki í nátt
Steypafinalurnar í flogbólti eru í høllini á Hálsi um vikuskiftið. Røddin tosar við Hildu Bolstad Mortensen, sum skal spæla tríggjar steypafinalur
23.02.2018 - 16:52

 

Skrivað: Rannvá Dahl Hanusson

 

Áskoðarar heppa. Spenningur er í luftini. Sjónvarpið er til staðar. Tónleikurin buldrar úr hátalarunum. Adrenalinið pumpar, tí tað er nú, at bestu liðini møtast, og steypið er uppá spæl. 17 ára gamla Hilda gongur á øðrum ári í Hoydølum og spælir flogbólt í frítíðini við flogbóltsfelagnum Fleyr úr Havn. Hon er í bláa Fleyr jakkanum og hevur langa brúna hárið í eini flættu – klár at venja, tá vit hitta hana.

 

- Flogbóltur er eitt tekniskt spæl, og mann skal hugsa nógv. Tað er ikki ein kontakt sportur, men tað er ótrúliga sosialt. Og tað er akkurát nakað fyri meg. Vit skulu spæla saman sum eitt lið, men eisini sum einstaklingar, sigur Hilda.

 

Sum 10 ára gomul fór hon saman við vinkonunum at spæla flogbólt. Hinar steðgaðu at spæla, men Hilda dámdi tað so væl og helt fram. Tað var keðiligt, at vinkonurnar góvust, men samanhaldið í flogbóltinum er so gott, og hon hevur fingið nógvar nýggjar vinkonur.

 

- Vit flenna nógv, tá vit venja og duga væl at bakka hvørja aðra upp, so at vit ikki fara niður við høvdinum, heldur Hilda og kannar líka snapchat bólkin hjá liðnum.

 

 

Flogbólturin fyllir nógv

 

Hilda venur millum tríggjar og fýra ferðir í tveir tímar um vikuna, hyggur eftir dystum hjá øðrum og aftaná hvørja venjing, gleðir hon seg til ta næstu. Hon spælir ofta dyst sunnudagar og má ofra náttarlívið fyri tað.

 

- Vit sleppa ikki í býin at ballast, so eg kann vera saman við mínum flokki. Eg fari við, men eg kann ikki drekka, so tann partin missi eg. Tey siga ofta við meg: “Kemur tú við í kvøld? Áh nei, tú skalt spæla dyst””, sigur Hilda.

 

Men hon hevur tíð at fylgjast við vinkonum, sjeikinum og flokkinum í frítíðini og følir, at hon bara missir ballini. Tað ofrar hon gjarna fyri flogbóltin.

 

Studentalívið er strævið. Men Hilda heldur, at hon klárar væl at fáa skúla og flogbólt at passa saman. Hon fær meira orku av venjingini og kennir seg frískari og glaðari, og tað smittar av í skúlanum.

 

- Eg havi lært at prioritera. Eg veit, nær eg skal venja, so eg geri skúlating áðrenn, sigur Hilda.

 

Eitt finaluríkt vikuskifti

 

Hilda skal spæla ikki minni enn tríggjar finalur uppá tveir dagar. Leygardagin spælir hon við meistaradeildini hjá kvinnum og sunnudagin við kvinnuunglingum og G19. Steypafinalurnar og FM-finalurnar eru nakað heilt serligt í føroyskum flogbólti, tí flogbóltssambandið ger nógv burturúr.

 

- Tað er ein størri uppliving at spæla steypafinalu enn FM-finalu, heldur Hilda.

 

Steypafinalur verða sjónvarpaðar, nógvir áskoðarar heppa, spælarar verða presenteraðir í hátalarunum, ein DJ spælir tónleik, og tað serliga taraflex gólvið verður lagt á. Dysturin er ein “vind eller forsvind”, og spælarar føla nógv trýst.

 

- Eg fari nokk ikki at sovna náttina fyri. Eg eri so nervøs og spent. Finalurnar eru tað, vit venja og gleða okkum mest til av øllum, sigur Hilda.

 

Liðið fyrireikar seg nógv til vikuskiftið. Tær hava vant hart og miðvíst fram ímóti finalunum. Men síðstu vikurnar hava tær vant teknikk og lagt sín taktikk móti mótstøðuliðunum, og mentalt ger Hilda seg til reiðar hvønn dag.

 

Hevur vunnið fyrr

 

Hon hevur spælt steypafinalu fyrr og vunnið. Hon upplivdi tað sum nakað heilt serligt og stuttligt, tí har varð gjørt so nógv burturúr. Liðini kunnu vísa, hvat tey duga. Hon hevði nervar, men brúkti teir positivt, og avrikið bleiv betri av tí sama.

 

- Tá ið dysturin byrjaði, koyrdi tað bara. Nervarnir fóru, og eg konsentreraði meg bara um dystin. Eg hopi, at tað fer at vera líka til finalurnar í ár, sigur Hilda.

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.