Kroppsligu arrini eru enn sjónlig
Í átta ár varð Marin útsett fyri sálarligum harðskapi av síni bestu vinkonu. Hetta fekk álvarsligar fylgjur fyri stóran part av hennara barna og ungdómslívi.
02.03.2018 - 15:34

Skrivað hevur: Katrin Joensen-Næs

 

Hon situr á gólvinum á vesinum. Hurðin er stongd, og mamman er í stovuni. Hon brýtur ermarnar upp og hyggur niður á bleika armin. Kristina hevur lovað, at hetta fer at hjálpa. Marin tekur knívin í høgru hond og leggur stálið móti arminum – tað er kalt og hárini reisa seg. Hon krympar eyguni saman, heldur ondini og trýstir blaðið ímóti. Hon opnar eyguni og sker einaferð afturat. Nú fer blóðið at renna.

Í 8 ár er Marin útsett fyri sálarligum harðskapi av síni bestu vinkonu, Kristinu, og nú situr hon her á vesigólvinum smurd inn í blóð.

Eyð Arge er sálarfrøðingur. Hon greiðir frá, at sálarligur harðskapur snýr seg um stýring. Tann, ið fremur harðskapin, hevur ikki stýr á egnum lívi, og tí kennist tað gott at stýra einum øðrum persóni. Tað kann vera ringt at síggja tekin uppá sálarligan harðskap. Og oftani veit tann sum fremur harðskapin ikki, at talan er um sálarligan harðskap.

 

Byrjadi í fyrsta flokki

Longu í fyrsta flokki avgjørdi Kristina, hvat tær spældu. Hetta vandi Marin seg við. Soleiðis helt tað fram, og tað vant uppá seg, sum tær gjørdust eldri. Nú var ikki nokk at bestemma spælið, hon vildi eisini bestemma, hvørjum Marin var saman við. Marin varnaðist tað tó ikki. Tað var gerandisdagur, at tað var Kristina, ið tosaði við dreingirnar, sum Marin dámdi. Var tað ein langur drongur, so segði Kristina við hann, at Marini ikki dámdi langar dreingir. Var drongurin stuttur, so var heldur ikki í lagi. Marin fekk sostatt ongan sjeik, og tað passaði Kristinu væl.

Marin byrjar at hata seg sjálva og missir sítt sjálvsvirði. Lívið er tungt, men Marin hevur ilt at skilja, hvussu hon er komin her til. Hon hevur tað gott heima, og tað er ikki nakar sum kroppsliga ger seg inn á hana.

 

Hótti vid at taka lívid av sær

Marin roynir at anda - hon er 15 ára gomul og besta vinkonan stendur og rópar, at hon ætlar at taka lívið av sær. Kristina rópar ósamanhengandi setningar út í luftina. Marin stendur samankropin mitt á gólvinum og roynir at sissa hana, men Kristina brúkar alt, sum Marin sigur ímóti henni.

- Eg má ringja til mammu tína, teskar Marin.

Við hesum steðgar Kristina knappliga á, vendir eyguni beint eftir Marini og sigur við klárari rødd, - Gert tú tað, so skalt tú sjálv sleppa at doyggja.

Kristina tók ikki lívið av sær tad kvøldið. Ella kvøldini eftir, har hon ferð eftir ferð koyrdi Marin í eina máttleysa støðu. Marin kláraði akkurát at sleppa heim ímillum at sova og fáa sær morgunmat, so byrjaði kenslurussjibanin aftur.

- Hasar løturnar vóru nakrar av teimum frægastu, eg hevði saman við Kristinu, tí tær vóru erligar, sigur Marin.

Tað kann vera ringt at koma burturúr sálarligum harðskapi, greiður Eyð Arge frá. Harðskapsfremjarin roynir at avbyrgja ofrið. Hetta kann gerast við at fáa onnur vinfólk vekk, ávirka kærleikslívið og sambandi við foreldur og familju. Tá hevur ofrið ongan at venda sær til ella torir ikki at venda sær til nakran, tí tey sum eru rakt av sálarligum harðskapi, føla seg virðisleys og máttleys.

 

Tað var ikki í ordan

Tað er fríkorter, og gongin í skúlanum er á tremur við næmingum og lærarum. Orðini hjá Kristinu runga gjøgnum alla gongina.

- "Tú ert ólekkur, eingin vil hava teg". Beinanvegin vendir allir skúlin, og eyguni fella á meg. Eg royni at gera meg lítla, men fólk kroysta seg framat, fyri at síggja, hvør tað er, sum er ólekkur, sigur Marin.

- Sálarligur harðskapur hendir ofta, tá eingin annar sær. Men Marin rópti eftir mær meðan fólk hoyrdu. Tá helt eg, at tað var ræðuliga píniligt, men nú eri eg takksom fyri, at hon gjørdi júst tað. Tí onkutíð komu fólk yvir til mín, sum høvdu sæð, meðan Kristina rópti eftir mær. Tey søgdu við meg, at tað var ikki okay. Orsaka av hesum byrjaði eg at skilja: tað var ikki í ordan.

Marin og Kristina eru ikki vinkonur longur. Kristina skrivar enn til hana, men Marin svarar ikki aftur. Marin hevur fingið aðrar vinir, hóast tað ikki var lætt. Sannføringin um, at hon er virðisleys, fór ikki burtur eftir einum degi. Men spakuliga royndi hon at opna seg upp fyri øðrum, og tað vísti seg, at hon er so nógv meira, enn tað sum Kristina vildi hava hana og onnur at síggja. Eftir einari tíð saman við góðum fólki, fekk hon bygt sítt sjálvsvirði upp aftur, við hjálp frá nýggjum vinfólkum.

Gentan í greinini eitur ikki veruliga Marin. Hon hevur ynskt at vera dulnevnd, men redaktørurin og journalisturin kenna hennara samleika.

 
 

 

 

Kropsfatanisar - Vit mugu bróta eitt tabu Tað er nógv ting vit tosa lítið um og so er tað summi ting vit slett ikki tosa um. Her hevur Røddin gjørt samrøðu við Signhild og Sunnvá sum á...
Yvirlit: tiltøk, konsertir og sjónleikir næstu tíðina
Føroyskir skiftisnæmingar - dreymurin um tí stóru verð
Alt tú skalt vita, áðrenn tú byrjar miðnám Tíðin er komin har gamlir vanar vera lagdir til síðis og alt broytist.
Video: Magnus fer sunnudagin til Portugal at sparka fótbólt 18 ára gamli Magnus Holm, sum hevur gjørt um seg bæði á ungdóms landsliðinum og besta liðnum hjá B36, tekur nú næsta stigið í hansara fótbóltskarieru...