Klumma: Jägermeister og blæur
Í ár gjørdist eg pápi. Eg eri 19 ára gamal, og av tí sama vildu tey flestu sagt, at eg eri ein “ungur pápi”. Lívið sum ungur pápi kann vera eitt sindur fløkjasligt, serliga tá man skal vera partur av so nógvum ymiskum heimum.
04.03.2018 - 18:42

Eg liggi heima í songini, av tí at eg eri sjúkur. Knappliga fái eg eitt uppkall frá damuni. “Tað er nú!”, og “eg fari heimani frá nú oman á føðideildina” ljóðaði í telefonini. So fór eg, knappliga als ikki sjúkur, at skunda mær at lata meg í okkurt og síðani oman á føðideildina. Sjálvandi er tað ógjørligt at finna nakað parkeringspláss nær við, so eg parkeri eitt sindur burtur frá og fara rennandi til høvuðsdyrnar á sjúkrahúsinum. Í móttøkuni stendur daman hjá mær og bíðar eftir mær. Vit fara upp á føðideildina, og so byrjar tað alt.

 

 

Føðingin:

 

 

Eg fari at siga nakað, ið allar mammur allarhelst hata at hoyra. Tað er hart at verða pápi til føðing. Tú ert har og fært ikki rættiliga gjørt nakað, ímeðan daman stríðist og pínist. Tað kann taka langa tíð at pressa ein nýføðing úr búkinum á mammuni, so man kemur at standa har leingi.

 

 

Hjálparsloysi er ikki nakað, ið eg eri serliga vanur við. Vanliga um har er okkurt, sum órógvar meg, so eri eg skjótur at gera nakað við tað. Men tá tað kemur til føðing, so er tað ógvuliga trupult sum komandi pápi. Tað einasta, ein kann gera, er at vera við liðina av komandi mammuni og hyggja at, ímeðan hon stríðist við at fáa eitt nýtt lív í verðina. Kanska tú kanst hjálpa við at geva henni vatn ella halda í hondini hjá henni, soleiðis at hon kann kroysta teg (so tú eisini sleppur at føla eitt sindur av pínu), men annað enn tað er har ikki rættiliga nakað.

 

 

“Hetta klárar tú væl kera”

“Halt kjaft Aleksandur!”

Og ímeðan tú stendur har og ger tað, tú kanst; “Statt ikki bara har og hygg!”.

Tað slepst ikki undan at komandi mamman kemur at rópa eftir tær, ímeðan hon liggur har og skríggjar av pínu. Tað má man bara venja seg við.

 

 

Lív eftir føðing

 

 

Knappliga kemur ein lítil kroppur fram undan mammuni, og tú ert vorðin pápi. Eg havi hoyrt um pápar, sum fóru at tára, tá barn teirra kom í verðina, og eg hevði sett mær fyri, at hetta ætlaði eg mær ikki. Ikki tí at eg skal vera ein “macho” maður, sum ikki kann tára og vísa kenslur, men eg helt onkursvegna, at tað virkaði ikki heilt rætt. Men tá tað kom til tað, at mín nýfødda dóttur kom upp til damuna at liggja, so hevði eg logið, um eg segði, at har ikki var eitt tár ella tvey í eygum mínum. Tað kendist óveruligt at síggja barn mítt ordiliga fyri fyrstu ferð, og tað “var so nógv”, at eg kláraði ikki reiðuliga at stýra mær. Tað er ringt at seta orð á ta gleði, eg føldi, men eg kann við vissu siga, at eg ongantíð havi upplivað nakað tílíkt.

 

 

Ymiskir heimar

 

 

Tá eg kom heim av føðideildini saman við damu mínari og okkara nýggju dóttir, var eg eitt sindur ósikkur. Alt er nýtt, og man er eitt sindur bangin fyri at gera okkurt skeivt. Í skúlanum er jú ikki nakað fak, ið eitur pápafrøði, so tað er eitt sindur ókent. Teir fyrstu dagarnar kennist tað eitt sindur, eins og ein gongur á einum bandi, sum gongur ímillum tvey háhús. Men so við og við gjørdist eg meira vanur við at ganga og bera barnið hjá mær, skifta blæður, vakna um náttina, syrgja fyri at dótturin ikki misti suttuna úr munninum o.s.fr.

 

 

Tað at vera pápi er eitt heiti at leggja afturat øllum øðrum. Sum nú er eri eg ein lesandi, eitt starvsfólk, ein sjeikur o.s.fr. Tað inniber, at har eru nógvir ymiskir heimar, sum eg eri partur av, og tað er rættiliga ymiskt, tá tað kemur til at vera ungur og at vera pápi. Eina løtu gongur tú og tosar barnaprát við dótturina og eina aðra (ikki heilt so ofta), ert tú í einum balli og skrálar tekstin til “Wild Rover” saman við vinfólkum tínum.

 

 

Men..

 

 

Tá alt tað nú er sagt, so skal eg líka gera vart við, at stríðið hjá einum komandi pápa er meira sum ein róligur gongutúrur ígjøgnum plantasjuna ein sólskinsdag samanborið við illveðursmarathon’ið, sum mammur fara ígjøgnum.

 

 

Og av tí orsøk, so havi eg fingið eina heilt stóra virðing, ikki bara fyri damu mínari, men fyri øllum mammum kring heimin. Tit fara ígjøgnum eitt sindur av einum “bardaga” fyri at skapa nýtt lív, og tað er fantastiskt av tykkum.

 
 

 

 

Video: HM á trappuni HM er byrjað, og fleiri fólk leita sær oman í Vágsbotn at hyggja. Men hvørjum halda tey við, og ætla tey sær eisini at hyggja eftir HM hjá kvinnum?
ShimaCon 2018: Føroya einasta 'nørda' stevna Shimacon er Føroya einasta stevna fyri tey, ið dáma anime/manga, kortspøl, cosplay, telduspøl og alt 'nørdut'
Nýggjur tónleikur frá Páll Finnur Páll Hoyr nýggjasta sangin her
Klumma: At vera ósamd um fosturtøku Lær teg at lurta, so lurta fólk eftir tær
Konnisa chill Konni Kass hevur gjørt okkum ein playlista við nøkrum av hennara yndisløgum!