Freistin at søkja inná miðnám nærkast

Freistin at søkja inná miðnám nærkast
Tú skalt søkja inn á miðnám. Hvørja breyt skal eg velja? Náttúrubreyt ella hugbreyt? Hvat er best? Ogga, gogga, gummi klokka. Hugbreyt. Klikk. Er hatta nú rætta valið?
09.03.2018 - 18:46

 

Skrivað hevur Rannvá Dahl Hanusson

 

Freistin at søkja inná miðnám 2018 er 15. mars. Tú kanst velja ímillum nógvar breytir og skal taka hædd fyri nógvum, áðrenn tú velur. Vit tosa við Hans Mikkelsen, lestrarvegleiðara í Hoydølum um hetta.

 

-Tú skal fyrst og fremst hugsa um, hvat skapar tín áhuga, og hvar tínar styrkir og veikleikar liggja. Tú skal ansa eftir ikki at velja eina breyt, tí vinirnir velja hana, tí at tú kanst enda á skeivari breyt. Vit hava nógv dømi um næmingar, sum eru á skeivari breyt av hesum, sigur Hans Mikkelsen.

Tað er snilt at velja eina breyt, sum passar til tað, tú vilt lesa víðari. Ynskir tú at lesa medisin ella okkurt innanfyri náttúruvísindi, er náttúrubreyt tann rætta, heldur Hans.

 

Skipanin verður broytt í 2018

 

Flestu foreldur, ommur og abbar kenna til málsligu og matematisku deild í Hoydølum og HH á handilsskúlanum, men í dag velur tú eina breyt. Munurin millum breytirnar eru sløgini av lærugreinum í høvuðsheitum t.d. eru meira búskaparlig fak á búskaparbreytini. Men nakrar lærugreinar eru felags fyri allar breytirnar.

Fyrr kundi tú velja eina leið undir breytunum, har tú bant tú teg til eina lærugrein á høgum støði, t.d. skuldi tú hava samfelagsfrøði á A-støði á samfelagsleiðini. Í 2018 fer skipanin at líkjast nógv tí gomlu. Tú velur breyt, men onga leið. Tað merkir, at tú bindur teg ikki líka nógv til eitt ávíst fak áðrenn skúlabyrjan, men tú skal velja fleiri valfak víðari. Valfak holdini eru ofta blandaðir flokkar.

 

Lær mál á hugbreyt

 

Hugbreyt svarar til tað, sum æt málslig deild fyrr. Hugbreyt er mest fyri teg, sum elskar mál, at skriva og bókmentir. Hugbreytin er kend fyri, at tú skal velja eitt fremmandamál á A-støði t.d. spanskt ella franskt. Tað er ikki neyðugt á hinum breytunum.

 

Nørdast á náttúrubreyt

 

Náttúrubreytin svarar til fyrrverandi matematiska deild og hevur tey sokallaðu “nørda fakini”. Rokning er partur av fleiri fakum og tú lærir, hvussu náttúran hongur saman. Tú situr ikki á reyvini 24/7 og lærir turra teori úr bókini, men tú sleppur eisini at gera eksperiment, sum stuðla uppundir teoriina.

 

Fyrireikingarbreytin er øðrvísi

 

Fyrireikingarbreytin er tað, sum svarar til fyrrverandi HF. Hon tekur bara tvey ár, meðan hinar breytirnar taka trý ár. Hendan breytin er serliga fyri teg, sum ikki hevur gingið i skúla í fleiri ár. Tú fær ikki árskarakterir, men skal til próvtøku í øllum lærugreinunum.

 

Hægri handilsskúli svarar til búskaparbreytina

 

Á búskaparbreytini lærir tú nógv um handil. Tú lærir m.a. hvussu roknskapur verður gjørdur, hvussu fyritøkur eru uppbygdar og reklamur. Búskaparbreytin riggar væl til tín, sum ynskir at arbeiða innanfyri handil, banka, skrivstovu o.s.fr.

Tú kanst eisini velja tilfeingisbreyt og tøknibreyt. Les meir um breytirnar á http://breyt.net/ ella á heimasíðunum hjá skúlunum.

 

-Við góðum miðalkarakteri kemur tú langt

 

Allar breytirnar eru breiðar og geva atgongd til nógvar víðari útbúgvingar, sjálvt um tær eru ymiskar. Summar breytir geva atgongd til fleiri útbúgvingar enn aðrar alt eftir, hvønn veg tú ætlar tær. Vilt tú t.d. málsliga vegin, so hevur tú fleiri møguleikar við hugbreyt.

-Summar lærugreinar eru oftari kravdar enn aðrar. Støddfrøði er ofta gott at hava, men málfak eru undirmett. Nógv universitet dáma væl, at tú hevur havt nøkur mál, tí at sambandið millum lond eru tøtt í dag. Men við góðum miðalkarakteri kemur tú langt líkamikið hvørja breyt, tú hevur valt, sigur Hans Mikkelsen.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.