Klumma: Hugsa teg væl um, áðrenn tú velur

Klumma: Hugsa teg væl um, áðrenn tú velur
15 Mars er í nánd, og hvørja leið skal man fara? Les her eina hugleiðing, sum kann hjálpa tær í tíni tvístøðu
12.03.2018 - 15:24

 

215 mars nærkast, og nú skalt tú velja, hvat tín framtíð fer at vera. Skalt tú vera studentur, klædnastøðingur ella kanska gerast lærlingur? Hesir spurningar fylla nógv í hesum løtum, og tað eru nógv ung, ið ganga við júst somu tonkum. Møguleikarnir eru nógvir, men ert tú nóg væl kunnað um teir? Ella ert tú nervøs fyri at velja tað skeiva og síðan droppa úr? Bara rólig, tí tað eru fleiri við tær, og tað eru enn fleiri, sum hava sitið í júst sama stað sum tú beint nú.

 

Hvat velja hini?

 

Vit kenna okkum øll aftur í løtum, har vit hava hug at fara somu leið sum vinfólk okkara. Hetta kann koma av, at man er bangin fyri at missa síni vinfólk og bangin fyri ikki at fáa nýggj vinfólk á nýggju lívsleiðini. Hetta er ein ógvuliga menniskjaslig tankagongd, og tað eru serliga ung, ið hava ringt við at velja sær nýggjar leiðir uttan síni vinfólk. Men eitt tað býttasta, man kann gera, er at víkja frá sínum áhuga og velja at fara í handilskúla, tí vinfólk tíni velja tað. Tí vit kenna øll til, hvussu ómotiverandi og keðiligt tað er at fáast við okkurt, sum ikki fangar okkara áhuga. Og um man er heilt erligur, hvør hevur hug at brúka 3-4 ár av sínum ungdómslívi upp á ein skúla, man als ikki hevur hug at vera í? Kanningar vísa eisini, at nærum øll tey, ið gevast á miðnám, valdu sína leið, tí besta vinkonan ella hini í fólkaskúlaflokkinum valdu hesa leiðina.

 

 

Kanna aðrar leiðir

 

Av tí at búskapabreyt, hugbreyt og náttúrubreyt er tær breytirnar, sum flest fólk velja, so gevur man sær ofta ikki far um hinar møguleikarnar, og hini áhugamálini vera sett til síðis. Tí mást tú kanna allar skúlar og møguleikar, tí her eru mangan nógv fleiri møguleikar, enn man heldur. Eisini skal man ikki vera bangin fyri at spyrja og ringja til teir ymisku skúlarnar fyri at fáa nærri kunning. Tí hetta er tín framtíð, og tað er týdningarmikið, at tú velur eina leið, tú fert at dáma.

 

 

Følir tú teg kláran?

Tú skalt ikki fara á miðnám, um tú ikki metir, at tú er búgvin nokk ella klár til tað. Miðnám er hart og tyngjandi. Um tú heldur, at tú hevur brúk fyri einum ári í 10’inda ella einum ári á arbeiðsmarkaðinum, so skal tú heilt sikkurt gera tað, heldur enn at fara í skúla við ongum áhuga. Tá tú hevur havt eitt fjølbroytt ár við ymiskum øðrvísi upplivingum, ert tú 100% meira motiverað til eitt nýtt skúlaár.

 

 

Sjálv kenni eg meir enn væl til, hvussu torført tað er at fara eina aðra leið enn vinfólkini. Men tað skal nokk ganga, tí tá man gongur í einum flokki, er tað næstan ómøguligt ikki at blíva tættur við onkran av teimum. Eg gjørdi tann feilin, at eg, sjálvt um eg ikki hevði hug, valdi at ganga á miðnám á Kamsdali, bara tí eg eri har norðuri frá. Men tað gekk skjótt upp fyri mær, at hetta var ikki akkurát eg. Tískil flutti eg til Havnar og byrjaði í Hoydølum. Eg var ógvuliga heldig, at tað bar til, tí eg var so mikið skjót í mínari avgerð. Eg vil viðmæla øllum til ikki at vera bangin, tá tit velja eina skúlaleið, tí tað er 100% sikkurt, at tú fært nógv nýggj vinfólk. Og sum ein klókur maður segði: “Forandring fryder”.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.