Trý feit nýggj stakløg

Trý feit nýggj stakløg
Groft rap, kensluborið Indie og lekkur popptónleikur.
18.03.2018 - 14:00

 

 

STONENIA - Heini Ronnason

 

Soundcloud rap uppá sítt besta.

 

 

 

 

Eg haldi ikki at eg fari skeiv, við at siga at Heini Ronnason er tann sum ger best hiphop í Føroyum í løtuni. Sangirnir hjá honum eru super góðir og stuttligir at lurta eftir.

Nýggjasta lagið hjá honum „STONENIA“ kom út 1. Mars. Rappið situr væl, við langt úti setningum og gløggum vendingum.

 

Hoyr STONENIA á Soundcloud.

 

 

Vónarsjón - Anton Liljedahl


 Indie tónleikur sum fær teg at smelta eitt sindur. Perfekt um tú hevur hjartasorg.

 

 

Mynd: Hanna Ólavsdóttir Photography.

 

Føroyski/Svenski Anton Liljedahl gav 16. mars sítt fyrsta staklag „Vónarsjón“ út. Hetta er ein debutútgáva sum vil nakað.

Lagið blívur betri og betri hvørja ferð tú hoyrir tað. Teksturin er vakur og poetiskur, men eisini viðkomandi og nokkso fittur. Anton syngur sum ein eingil, og har er ein trompet solo- hvat er ikki at dáma?

Hesin stílurin er eitt sindur ørvísiði í mun til annað á Føroyska tónleikapallinum beint nú, nokkso frískt.

Eg veit ikki um tað er einfalda klaverspælið ella hása røddin hjá Anton, men ljóðið minnir meg av onkrari grund um Teitur fyri nøkrum árum síðani.

 

Vónarsjón er á Spotify, Itunes og Deezer.

 

Make sense – JASMIN

 

Droymandi melankolskir tónar. Ein sangur um hvussu lívið ikki altíð gevur so góða meining.

 

Mynd: Jana Nielsen.

 

Jasmin Mote hevur leingi verið ein av okkara dugnaligastu sangarum, men tað virkar sum um at hon nú ordiliga hevur funnið sítt tónleikaliga útrykk, og samleika sum listafólk. Jasmin Mote gav fyri stuttum síðani sítt næsta staklag í ár út. Bæði fyrra staklagið „Baby blue“ og  „Make sense“ hava verið sera gjøgnumførd. Bæði løgini eru eisini blivin viðmæld av KarriereKanonen hjá DR! 

 

Hoyr Make sense á Spotify ella Itunes.

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.