Doyggjandi fólk eru sum øll onnur

Doyggjandi fólk eru sum øll onnur
Í eina viku gekk Vár millum deyðasjúk fólk á einum donskum hospice. Vit møttust og prátaðu um, hvussu hon upplivdi tíðina.
03.04.2018 - 16:12

 

 

Starvsvenjingin í 9.flokki er ein spennandi og avbjóðandi tíð. Hetta er fyri fleiri fyrsta møtið við arbeiðsmarknaðin og ein mynd av, hvat vaksnamannalívið hevur at bjóða. Tey flestu hava eitt fyrsta ynski, tá tey skulu velja sær pláss til starvsvenjing, men ikki øll sleppa har tey helst kundu hugsað sær.

 

16 ára gamla Vár Elisabeth Olsen býr í Runavík. Í summar verður hon liðug við fólkaskúlan, og eftir summarferiuna skal hon til Kina sum skiftisnæmingur. Hon valdi Kina, tí hon vil sleppa onkrastaðni sum er so ørvísi sum gjørligt, frá tí hon kennir her.

 

Hon sigur, at tað sjálvdan hendur nakað í Runavík. Um nakað skal henda, so má man finna uppá tað sjálvur.

 

 

- Her er ræðuliga deytt. Vit eiga ein bát, og eg og mínar vinkonur sita ofta niðri í honum og lurta eftir tónleiki. Viðhvørt fara vit í Vælveru beint áðrenn tað letur aftur. Kl 2 ella okkurt, tá eru ongi fólk har. So koyra vit ordiliga harðan tónleik frá og dansa til vit ikki orka longur.

 

 

Fyri nøkrum mánaðum síðani skuldi flokkurin hjá Vár í starvsvenjing. Hon ynskti at sleppa í Zoologiska havan. Hon hevði longu keypt bilettir niður, tá hon fekk at vita at hon ikki var sloppin inn. Ístaðin fekk hon pláss á einum djórasjúkrahúsi men bert í eina viku.

 

Vár búði hjá gubba sínum og damuni. Daman hjá gubbanum arbeiddi á hospice. Heldur enn at halda frí aðru vikuna, fór Vár til arbeiðis við henni.

 

 

- Eg hevði ikki anilsi fyri hvat eitt hospice var. Eg visti bara at hon var sjúkrasystur, so eg helt eg fór at skifta seingjaklæði ella okkurt sovorit. Hon segði, at hon hevði við eldri fólk at gera, so eg helt kanska tað var eitt slag av ellisheimi.

 

 

Eitt hospice er eitt stað fyri fólk, sum eru deyða sjúk. Eitt stað tey kunnu vera seinastu tíðina, áðrenn tey doyggja. Tað er ymiskt, hvønn tørv tey sjúku hava, men tey verða røktaði og fáa umsorgan og stuðul frá starvsfólkunum. Endamálið er ikki at betra um alvarsomu støðuna, men at gera síðstu tíðina hjá teimum so góða sum gjørligt.

 

Vit hava ongantíð havt eitt hospice í Føroyum, so tað er ikki so undarligt, um man ikki veit, hvat tað er.

 

 

Staðið Vár var, var í einum stórum bygningi. Har vóru tvær deildir. Ein til tey eldru fólkini yvir 60 ár, hin til yngri fólk, har tað serliga vóru nógv heiladeyð. Búðfólkini høvdu øll eina lítla íbúð. Eitt kamar, eitt ves og eina stovu, líka sum at tey búðu sjálvi.

Tey fingu fysioterapi fyri at byggja vøddarnar, og eisini vóru ymisk felagsítriv sum t.d lesibólkur og felagssangur.

 

Vár eygleiddi fyri tað mesta, men slapp eisini at hjálpa til. Hon var við sjúkrasystrunum, arbeiddi í køkinum, og hjálpti fysioterapeutinum. Av hesum dámdi henni best fysioterapiina.

 

 

- Tað var hugtakandi at síggja, hvussu tey sjúku ikki bara lógu í seingini fyri at rotna og doyggja. At tað bar til at byggja okkurt upp, sum var í fer við at verða brotið niður. Framstigini vóru pinkalítil hvønn dag, men gjørdu stóran mun alíkavæl.

 

 

 

 

Fyrsta uppgávan sum Vár var við til var at skifta sárbandagur. Hon helt at tað fór at vera sovorin pinkalítil skursl, men tað vísti seg at vera nógv ógvusligari. Nógvir av sjúklingunum vóru sera illa fyri, og høvdu ræðuliga pínu og ógvuslig sár og kroppsligar skaðar. Onnur vóru ógvusliga heilaskødd. Millum hesi var ein 28 ára gomul kvinna, sum hevði verið í einari ferðsluvanlukku. Hon gjørdi stórt inntrykk á Vár.

 

 

- Sambandið millum heilan og kroppin hjá henni riggaði ikki. Hon fekk flutt eyguni, men sjúkrasystranar søgdu, at har ikki var nakað prógv fyri, at hon sá meg, tá hon hugdi eftir mær. Eg fekk at vita, at eg kundi blíva eitt sindur forskrekt, og tað var eisini eitt sindur scary. Hon hevði følisi í andlitinum, so um tú kelaði kjálkan, sá man á henni, at hon reageraði. Av og á varð hon spent føst á eina song, sum so varð stillað upp og niður. So slapp hon at standa 20-30 min. Annars sat hon í rullistóli í stovuni. So koyrdu tey tónleik frá. Tað einasta hon reageraði uppá var at hoyra tónleik.

 

 

Á vesinum hjá starvsfólkinum hekk ein mynd. Har stóð:

 

„Minnist til at okkara arbeiði ikki bert er at at skifta bandagur, men eisini at syrgja fyri at okkara sjúklingar hava eitt smíl á varrunum.“.

 

Vár greiðir frá, hvussu yvirraskað hon bleiv av, at tað ikki var meira syrgiligt í einum staði sum fólk koma at doyggja.

 

 

- Stemningurin var ræðuliga positivur. Har vóru nógv mest ung fólk, sum arbeiddu, og tey vóru ótrúliga positiv, tá tey komu til arbeiðis. Tey kendu allar sjúklingarnar og vistu, hvat tey fóru ígjøgnum. Tey tosaðu við tey, sjálvt um tey ikki fingu svara aftur og skemtaðu hóast umstøðurnar.

 

 

Vár sigur, at hon í byrjanin var eitt sindur nervøs. Nervøsiteturin hvarv tó skjótt, og eftirhondini var hon ikki bangin fyri at tosa við búðfólkini. Um hon ikki var sett til eina uppgávu, so setti hon seg inn í felagsstovuna at vita, hvat tey gjørdu. Har var eitt klaver, og viðhvørt sat hon og spældi uppá tað.

 

 

- Eg havi sjálv mist, men eg havi ongantíð verið rundan um sjúk fólk soleiðis og sæð teirra dagligdag. Tey vistu, at har ikki var leingi eftir, og tey livdu dag fyri dag. Alíkavæl hugsaðu tey ikki bara „Eg eri við at doyggja“, tað var ikki tað, sum tók tað mesta av degnum. T.d kundu tey seta prís uppá nakað so vanligt sum morgunmatin.

 

 

Vár heldur at tað er spell at vit ikki hava eitt hospice í Føroyum.

 

 

- Eg haldi at mann burdi havt hospice í Føroyum. Tað er nakað vit ordiliga mangla. Eitt hospice er nógv ørvísi í mun til eitt ellisheim ella sjúkrahús, har er meira umsorgan og meira lív. Tað er ræðuliga syrgiligt at koma inn og síggja eitt menniskja, sum situr púra einsamalt, sum man veit ikki hevur nógva tíð eftir.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.