Fýra tímar á kavaskutara í Svalbarð

Fýra tímar á kavaskutara í Svalbarð
Fyri stuttum síðan fóru tíggju næmingar í Hoydølum til Svalbarð. Millum teirra var Mathias, sum upplivdi landið sum nakað heilt serligt.
18.04.2018 - 17:59

Skrivað hevur Rannvá Dahl Hanusson

 

Mathias G. Schou gongur á øðrum ári í Hoydølum. Hann hevur valt landafrøði sum valfak, og 5. apríl fór hann eina viku til Svalbarð saman við tveimum lærarum og hinum níggju dreingjunum á holdinum.

 

Svalbarð er ein lítil oyggjabólkur langt norðan, sum hoyrir til Noreg. Býurin sum teir vitjaðu æt "Longyearbýurin".

 

- Vit ivaðust ímillum at fara til Grønlands ella Svalbarð. Vit valdu Svalbarð, tí har er meira óvanligt at fara. Í undirvísingini, hava vit havt nógv um, hvussu Føroyar eru bygdar upp, og Svalbarð minna nógv um hvussu Føroyar sóu út í ístíðini, sigur Mathias.

 

 

 

Eitt modernað samfelag

 

 

Tað, sum undraði Mathias mest var, hvussu modernað og framkomið samfelagið var. Har eru nógvar matstovur, og miðalaldurin er lágur. Tað kemst av at har eru nógv lesandi og universitetið virkar sum kjarnin í býnum. Frá myndum og tekstum á google væntaði Mathias eitt fjarskotið, lítið ment samfelag við fáum tænastum, men soleiðis var ikki.

 

 

- Fólkini vóru fitt. Tey vóru von við turistar, men eg haldi, at tónalagið broyttist, tá ið vit søgdu, at vit vóru føroyingar. Sum vóru vit vinir, tí Føroyar og Svalbarð líkjast nógv.

 

 

Við byrsu úr uttanfyri býin

 

 

Lívsstílurin var kortini nógv øðrvísi. Tað er kalt á Svalbarð, so øll gingu í tjúkkum draktum. Tá teir skuldu uttanfyri býin, skuldu teir hava vaktir við sær og vera vápnaðir við byrsu og knívi, tí í Svalbarð halda nógvar ísbjarnir til, sum kunnu leypa á.

 

 

Ein dag vitjaðu teir Barentsburg, ein minni bý. Veðrið á ferðini var sum heild gott, men henda dagin var kavastormur.

 

 

-Vit ferðaðust við kavaskutara, og sóu einki meðan vit koyrdu. Ferðaleiðararnir ætlaðu at venda aftur, tí veðrið var so ringt. Vanliga plagar túrurin at taka ein góðan tíma, men vit koyrdu í fýra tímar, sigur Mathias.

 

 

 

Jøkla vitjan

 

Høvuðsevnið gjøgnum skúlaárið hevur verið jøklar, og á túrinum sluppu teir inní ein jøkul. Jøklarnir søkka saman um summarið, so líkindini vóru ivasom, um tað fór at bera til ella ikki.

 

 

-Tað var ein øgiliga serlig uppliving. Har var ikki nógv pláss, og vit máttu grulva og boyggja okkum uppá allar møguligar mátar. Men innímillum kundu vit standa upprættir, sigur Mathias.

 

 

 

 

Frá myrkri til ljós

 

 

Landið liggur so langt norð, at tað um veturin er myrkt alt samdøgnið og ljóst um summarið. Teir flugu frá Noreg til Svalbarð tá ið teir fóru í luftina var tað myrkt, men tá teir komu fram var tað ljóst.

 

 

-Tað var myrkt uttanfyri, tá eg hugdi út úr vindeyganum. Men har frammi var tað ljóst. Vit flugu inní ljósið sum at flúgva frá nátt til dag. Tað var øgiliga flott og øðrvísi uppliving, sigur Mathias.

 

 

 

 

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.