Maria spælir kurvabólt

Maria spælir kurvabólt
Eg var til venjing hjá kurvabóltsliðinum Hamar og tosaði við Mariu
28.04.2018 - 17:15

 

Kurvabóltur er rættiliga nýtt í Føroyum, men síðstu árini hevur verið vaksandi undirtøka fyri ítróttinum. Ein av leikarunum, sum spælir við kvinnuliðnum „Hamar,“ er Maria Reinert Simonsen. Maria er 17 ára gomul, og gongur í 2.g í Hoydølum.

 

- Tað besta er fólkini, samanhaldið, og so sjálvandi at renna. Og at skjóta mál.

 

Maria byrjaði at spæla kurvabólt fyri hálvum øðrum ári síðani, tá hon fekk ein lyskuskaða og gavst at spæla fótbólt. Venjingarnar eru tvær ferðir um vikuna, men tað er í so lítið, heldur Maria.

 

- Viðhvørt fari eg niðan á Frælsið, so venji eg meg at skjóta mál har. Onkuntíð so spyrji eg onkran av mínum vinfólkum, um tey koma við.

 

Tað er heldur ikki altíð, at tær eru so væl mannaðar til venjing

 

- Tað er stuttligast, tá vit eru tíggju til eina venjing, so kunnu vit spæla dyst lættliga, men viðhvørt eru vit bara fýra. Tað hevði verið eitt sindur stuttligari, um vit vóru fleiri, so hevði tað borið til at havt fleiri aldursbólkar, men alíkavæl er tað nokkso deiligt, at vit eru nokkso fáar. Tað ger tað lætt at byrja, tí allar eru á sama støði.

 

Um tær síggja at tær eru framman fyri hitt liðið til venjing, so royna tær at býta málini millum seg so at allar fáa eitt mál í part í hvussuer.

 

- Fyrst so koyra vit bara á, og so hyggja vit - náh hvør manglar at fáa mál nú? So avlevera vit til tær, líkamikið hvussu ofta tær skulu prøva so bliva vit bara við.

 

 

Maria greiðir frá, at tær ikki tímdu at hava eitt A og eitt B lið, so tær deildu tað upp eftir aldri. Yngra liðið er millum 13 og upp til 20. Á hinum liðinum er aldurin upp til 50. Mamma Mariu spælir eisini við, hon er akkurát blivin 53.

 

- Vit hava spælt tvær ferðir móti teimum eldru, tær hava vunnið báðar ferðir. Tað var mega stuttligt til finaluna í síðsta ár. Har var musikkur aftaná hvørja ferð mann fekk mál.

 

Kurvabóltur er ein góð ítróttargrein, um mann ikki hevur vant í longri tíð, ella skal venja seg upp. Tað ber væl til at koma uttan at hava prøvað nakað sovorit fyrr, tað eru tað fleiri, sum hava gjørt, sigur Maria.

Í kurvabólti hevur tú somu placering sum í fótbólti, men lítið av kontakt í mun til hondbólt, so tað er minni ógvusligt.

 

- Mær dámar nógv betur tempoið her enn í fótbólti. Mín kroppur er ikki ordiliga bygdur til at spæla fótbólt. Tað er deiliga stutt tempo, tað vil siga, at mann kann gott renna nokkso skjótt. Mann má allatíð flya seg, annars fær hitt liðið bóltin.

 

Har eru nokkso nógvar talreglur, og tað er ikki altíð lætt at minnast alt.

 

- Har eru stadigvekk onkrar, sum ikki duga reglarnar ordiliga, so til dystirnar døma dómararnir ikki so strangt enn. Eg haldi øll liðini hava spælt sjey dystir í ár og í fjør, so tað er alt nokkso nýtt

 

Onkuntíð hevur Maria eisini spælt við dreingjaliðinum.

 

- Tað er nógv hægri tempo hjá dreinginum, teir hoppa meir, teir hava eisini spælt eitt sindur longur. Hjá okkum hugsa vit kanska meira um hvat vit skulu gera, meira taktiskt.

 

Maria er sikkur uppá at hon fer at blíva við at spæla kurvabólt, so leingi hon býr í Føroyum.

 

- Eg hevði væl tímað at roynt at spælt uttanlanda. Men eg vænti ikki at eg hevdi klárað meg líka væl, mann skal eisini vera nokkso høgur uttanlands. Her bilar tað faktiskt onki um mann er lítil.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.