Frá hugskoti til fyritøku

Frá hugskoti til fyritøku
Les um vinnararnar av Ungum virki, ið fóru frá at hava eitt gott hugskot til at stovna sína egnu fyritøku.
29.04.2018 - 16:25

 

Dagurin var komin at enda og nú skuldi vinnarin finnast. Millum allar teir evnaríku luttakararnar, vóru tær vísar í, at tær ikki fóru at vinna. Kenslan av at føla seg nógv minni enn hini hevði fylgt teimum allan dagin, tað einasta sum nú var eftir var at pakka saman og fara heim. So fer verturin á pallin og skal kunngera vinnaran. Stemningurin er spentur, og tað er friðarligt, hóast tiltakið er í SMS. Øll vilja vinna og halda sítt hugskot vera tað besta. Tær lurta spentar, so sigur verturin: ”Vinnarin av Ungum Virki 2018 eru tríggjar gentur...” Tær hvøkka við, ”kann tað passa?” ”meinar hann við okkum?” So sigur verturin: ”Alt hjá teimum bleiv selt innan ein tíma.” Tá vistu tær, hvat klokkan hevði sligið, nú vóru tær vinnarar av Ungum Virki 2018.

 

 

"Ungt Virki" er ein kapping, har allir miðnámsskúlanæmingar kunnu koma við einari íverksetanar verkætlan. Vinnarinir í ár gjørdust Bjørt Nilsen, Rakul Skaalum og Signa Hansen. Tær ganga allar í 1.g á Miðnám á Kambsdali og hava við sínum hugskoti byrjað teirra egnu fyritøku.

 

 

6 mánaðar av fyrireiking

 

 

Alt byrjaði við einari ”start upp” viku í skúlanum, har næmingarnir skuldu finna okkurt úr føroyska havinum. Bjørt, Rakul og Signa siga seg allar hava stóran áhuga fyri húðrøkt, so tað var sjálvsagt, at tær skuldu arbeiða við hesum. Tær høvdu frammanundan hoyrt um at brúka tara til húðrøkt, so tað ætlaðu tær at royna, men við teirra egna ”twisti”.

 

 

Tær kannaðu nógv ymisk øki, millum annað vóru tær á Høvdavirkinum og kannaðu bakteriur. Tær fingu nógva hjálp frá lærarunum, og eru sera takksamar fyri alla hjálpina, sum skúlin hevur givið teimum. Øll hendan fyrireikingin tók teimum heili 6 mánaðir, men til endans vóru tær komnar á mál.

 

 

Soleiðis bleiv virkið ”Faroe Sea Beauty” stovnað, har tær bert brúka rávørur úr føroyska havinum. Produktini innihalda nógvar vitaminir sum eru góðar fyri húðina, og hetta skuldi hjálpt fólki ið hava acne og ringa húð. Tær hava m.a gjørt andlitsmasku úr turkaðum tara, fiska olju og havsalti, og eitt andlitskrem úr fiskaolju og sevju úr gularótum.

 

 

Fólk vísa stóran áhuga

 

Tær valdu at fara til føroyameistaraheitið í Ungum Virki við teirra hugskoti. Fólk vístu stóran áhuga, og vøran var sera væl móttikin, øll teirra vøra varð seld innan ein tíma. Tær siga at tað vísir seg, at fólk fáa sera góð úrslit av vørunum, og síggja broyting bara frá fyrstu ferð tey nýta produktið. Hetta eru tær sera fegnar um, tí tað var júst endamálið við virkinum.

 

Eitt veruligt virki

 

Longu nú hava tær fingið fleiri investorar, ið vilja seta pengar í virkið hjá teimum. Tær vilja 100% arbeiða víðari við hesum. Tó mugu tær hugsa mest um skúlan beint nú, tí royndir eru í nánd. Tá tær fáa tíð aftur, so fara tær ordiliga í gongd.

 

Tær vilja viðmæla øllum at fara í holt við íverksetan. Fakið hevur ment tær ógvuliga nógv, og er sera spennandi. Íversetan hevur opnað nakrar heilt nýggjar dyr, og givið teimum nógvar upplivingar, tað er hetta ið ger tað so spennandi at arbeiða við.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.