YEEZUS aftur á Twitter
Besti móta, tónleika, filosofi og Trump twittarin í heiminum.
02.05.2018 - 07:54

Renessansu-maðurin Kanye West er komin aftur á Twitter.

 

Kanye West hevur annars hildið ein steðg frá Twitter í eitt ár. Steðgurin var ein beinleiðis avleiðing av, at Kanye West bleiv innlagdur fyri sálarsjúku í 2016, aftan á hann fekk eina psykosu.

 

Líkasum Kanye West sjálvur, so er hansara Twitter-vangi hundrað prosent ófiltreraður og lagar seg ikki eftir, hvat onnur halda. Hann er ikki bangin fyri at skriva akkurát tað, sum hann heldur og hugsar, hóast tað ikki er so væl umtókt av øllum.

 

Kanye hevur millum annað tweetað myndir av sær sjálvum í einum MAGA-hatti, róst Donald Trump, forseta, og Donald Trump hevur enntá svarað. Amerikanski forsetin retweetaði tweetið hjá Kanye West, og til ein av Trum fundinum segði Trump: “Kanye gets it”.  

 

 

At fylgja Kanye West á Twitter er nokk ógvuliga absurd, og eg havi sjálvur ringt við at síggja mun á, hvørji tweet eru verulig og hvørji eru photoshoppað. Harumframt, so twettar Kanye eisini um, hvussu umráðandi kærleiki er, hvussu umráðandi tað er at vera eitt sjálvteinkandi menniskja, og okkurt um "dragon energy", hvat tað so enn merkir. 

 

Update: Kanye hevur akkurát sagt á TMZ, at 400 ár av trælahaldi var eitt val hjá teimun svørtu. sí her

 

Har er nógv at tosa um, og um eg hevði skula skrivað um hvørt einasta tweet, sum er stuttligt, áhugavert ella løgið, so hevði eg kunnað skrivað eina heila bók, tí Kanye West tweetar so nógv, har kemur allatíðina okkurt nýtt, sum er vert at nevna.

 

Tveir sangir

 

Kanye West hevur eisini givið tveir sangir út. Tann fyrsti, "Ye vs the people", er eitt politiskt kjak sum ein rapp battle. Sangurin er innspældur saman við T.I. T.I. finst at stuðlinum, ið Kanye West vísir Trump, og Kanye West verjir síni sjónarmið.

 

Tann seinni sangurin, "Lift Yourself", byrjar við einum av Kanye'sa iconisku beats, men endar við at Kanye sum syngur orðini "whoopdedy-scoop. whoopdedy-whoop-scoop-poop”. "Lift Yourself" fær ein at undrast á, um Kanye burdi blivið innlagdur av nýggjum, ella kanska heldur hann okkum øll fyri gjøldur. Mann kann ongantíð vera heilt sikkur, tá tað snýr seg um Kanye West. 

 

Báðir sangirnir kunnu hoyrast á Spotify og apple music.

 

Alt fyri umtalu

 

Men hvør veit, kanska er hetta alt bara fyri at fáa umtalu, tí hann hevur kunngjørt, at hann er í gongd við at gera eina nýggja fløgu, sum kemur út 1. juni.

 

 

Eisini hevur hann gjørt ein bólk við Kid Cudi, sum eitur Kids See Ghost. Tey flestu kenna allarhelst Kid Cudi frá hittinum “Day’n’Nite”

 

Kanye West hevur eisini kunngjørt, at hann er í gongd við at gera sangir við A$AP Rocky, Lil Uzi Vert og Travis Scott. So um hetta alt bara er genial marknaðarføring, ella um tað bara er Kanye sum er Kanye, so bendir alt á, at YEEZUS verður ein av teimun heilt stóru nøvnunum hetta summarið.

 

Hansara Twitter-vangi er eisini fult av "sneak-peaks" av nýggjum Yeezy sniðum, og hann postar eisini ofta myndir av sínum estetiska íblástri.

 

 

Kanye West er eisini í holt við at skriva eina bók um sína filosofi, og hann tweetar ofta smáar filosofiskar setningar. Summir geva meira meining enn aðrir, ella kanska er tað bara eg, sum havi ov lágt "dragon energy" hvør veit?

 

 

Um tú ert Kanye-fjeppari og vilt vita meira um nýggju fløguna, ella tú ert áhugaður í tí næstu Yeezy vertíðini, ella um tú bara vil flenna at, hvussu langt úti Kanye er, so burdi tú fylgt honum á twitter @kanyewest

 
 

 

 

Samanhald fram um alt Eg fekk eitt prátt við Brynjar Hlodersson, Lasse Thillitz Andreasen og Grétar Snær Gunnarsson, um teirra tíð í Føroyum.
Playlistin: Kim Larsen Playlisti til minnis um Kim Larsen.
Klumman: Nei, barnið er helst púra vanligt Ov nógv foreldur eru orsøkin til sjálvupptikin børn, heldur Kára Bjarnadóttir Jakobsen, ið hevur skrivað klummu um reypandi foreldur.
Kropsfatanistar - Vit mugu bróta eitt tabu Tað er nógv ting vit tosa lítið um og so er tað summi ting vit slett ikki tosa um. Her hevur Røddin gjørt samrøðu við Signhild og Sunnvá sum á...
Yvirlit: tiltøk, konsertir og sjónleikir næstu tíðina