Ummæli: Djarvi Macbeth

Ummæli: Djarvi Macbeth
Sorg, deyði, bardagar, men eisini humor. Les ummæli um leikin Djarvi Macbeth, sum er ein lættari útgáva av kenda Macbeth hjá Shakespeare
03.05.2018 - 15:20

Skrivað hevur Rannvá Dahl Hanusson

 

Ein smákiksað og óformell, men undirhaldandi útgáva av Shakespeare leikinum “Macbeth”. 

 

Nornurnar spáa, at Macbeth fer at fáa vald. Maktsjúkan fær hann at svíkja sín kong og drepa hann, sum elvir til skuldarkenslu og oyðilegging. Klassikarin hjá Shakespeare er ein tungur sorgarleikur, men hendan útgávan er stuttlig og lætt skiljandi.

 

Suðringuron vil hava monologar

 

Sjónleikararnir tosa ofta beinleiðis við okkum áskoðarar, sum um at vit eru “við” í leikinum. Í byrjanini virkar tað kiksað og ónatúrligt. Sum um at sjónleikararnir royna for nógv at gera leikin stuttligan, men tað er ikki stuttligt.

 

Tey spæla uppá tað gjøgnum allan leikin, og at enda riggaði tað heilt væl. Serliga tá eini sjónleikarin úr suðri ger gjøldur burturúr at vera sjónleikari í sjónleikinum. Hann sigur beinleiðis við áskoðararnar, at tað er bara ein sjónleikur, og hann vil sleppa at hava monologar líkasum høvuðsleikluturin. Tað er óformelt og riggar væl.

 

 

Ein lættur leikur

 

Upprunaliga er Macbeth ein sorgarleikur, men hendan útgávan hevur lættari stemning og nógv skemt. Kortini inniheldur leikurin tung evni sum skuldarkenslu, morð, svik og dirvi. Alt hetta kemst av maktsjúku.

 

Sjálv kenni eg lítið og einki til upprunaliga Macbeth hjá Shakespeare, men tað bilar einki, tí søgugongdin er rímiliga einføld, og skemtið er skiljandi. Men innímillum eru poetiskir setningar, sum leggja upp til djúpa tulking. Endin hevur eitt “twist”, og áskoðarin stendur eftir við spurninginum: Eru menniskjuni, sum virka køld og kynisk veruliga tey sterkastu?

 

Orðavalið er ofta nokkso bronglut, tí tey royna at tosa sum “í gomlum døgum”. Í staðin fyri at siga: “Hann hevur sagt”, so siga tey: “Hann sagt hevur.” Tað hevði riggað betur, at hildið seg til nútíðarmálið.

 

Leikurin er passaliga langur, uml. ein tíma. Áskoðarin nær ikki at keða seg. Sum heild er leikurin góður. Hann snýr seg um spennandi evni og søgugongdin er fín. Skemtið er kiksað í byrjanini, men sum heild er leikurin undirhaldandi. Tað er ikki neyðugt at kenna til Shakespeare áðrenn, tí leikurin er gjørdur einfaldur, og tað er lætt at fylgja við.

 

Leikurin fær 3 út av 6 R’um.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.