Hvat er Blank?
Saknar tú Skam, so hygg eftir nýggju sjónvarpsrøðini Blank hjá NRK. Hon minnir nógv um Skam. Les um seriuna her
04.05.2018 - 15:23

Skrivað hevur Rannvá Dahl Hanusson

 

Blank er ein nýggj sjónvarpsseria frá NRK og er næstan eitt slag av framhaldi av Skam. Serian hevur sama stíl sum Skam, men persónarnir eru nýggir. Hon fylgir 19 ára gomlu Ellu og snýr seg um lívið aftaná student.

 

Blank hevur líkasum Skam eina heimasíðu, og alt er bygt sum eitt langt feed, sum mann kann scrolla gjøgnum. Hvønn dag verður okkurt postað út. Tað kann vera eitt stutt videobrot, instapost ella partar av messenger ella SMS samrøðum. Aftaná hvørja viku verða brotini samlað saman til ein part, um mann ynskir at síggja alt í einum.

 

Røðin byrjaði 14. apríl 2018 uttan at nakar visti av. Mann verður blakaður í lívið hjá Ellu. Tað fyrsta postið er ein SMS samrøða millum Ellu og sjeikin, Mats.

 

 

Hevur tú ikki sæð Blank enn? Í seriuni eru fleiri persónar, og tað kann vera ringt at fylgja við. Vit geva tær eitt yvirlit av persónunum, sum eru verdir at kenna.

 

Ella Correia Midjo

 

Høvuðspersónurin er 19 ára gamla Ella úr Bergen, sum býr saman við vinkonuni Susanne í Oslo. Hon er liðug í student og hevur tikið eitt fríár, sum hon hevur brúkt til at arbeiða í “Plantasjen”. Ella veit ikki, hvat hon vil í lívinum og er púra "blank".

 

 

Hon vil gjarna byrja at lesa, men veit ikki hvat, og knappliga er freistin at søkja farin. Ella er í krisa, tí hon vil ikki hava eitt sabbat ár aftrat. Sjeikurin hjá henni, Mats, biður hana koma við til India at ferðast, og hon gevur honum eitt hálvhjartað ja. Men tað er ivasamt, um hon fer við ella ikki.

 

Fylg Ellu á instagram sum @ellamidjo

 

Susanne Gressum

 

Ella býr saman við vinkonuni  Susanne. Hon kemur eisini frá Bergen og er ein frísk typa. Hon ætlar sær at gera sína egnu matstovu.

 

 

Susanne dámar væl at ganga í býnum og roynir ofta at lokka Ellu at koma við henni út. Hon hevur ongan sjeik og brúkar nógv Tinder, har hon leitar eftir dreingjum. Í fyrsta videobrotinum eru Ella og Susanne í einum balli hjá einum dreingi, sum Ella hevur møtt og skorað á Tinder.

 

Fylg Susanne á insta sum @sus_ogdus

 

Mats Danielsen

 

Sjeikurin hjá Ellu er Mats. Hann er framligur og er mótsetningur av Ellu, sum er ein róligari persónur. Mats gongur á universiteti og er í holt við at skriva eina stóra uppgávu.

 

Hann er góður við Ellu, men tað virkar sum, at hann ikki altíð skilir hana og hennara støðu. Hann sær til dømis ikki, at Ella er ikki heilt við uppá at fara til India.

 

 

Útfrá location á hansara insta postum, kunnu vit gita, at hann lesur á “Det samfunnsvitenskapelige fakultet – Universitetet i Oslo”.

 

Insta brúkarin hjá honum er stuttligur. Í hansara biografi stendur:

 

 

Mats er í einum jarnhjálmi á teimum flestu myndunum. Fylg Mats á insta sum @guttenogjernkjempen

 

 

Simen Molstad

 

Ein mystiskur fýrur, sum eingin veit nakað um. Har er einki at finna um hann á facebook. Instagram brúkarin er privatur, hann hevur onga profilmynd ella followers og hann followar fáum fólkum. Instagram brúkarin eitur @simen_molstad

 

 

Simen hevur stutt síðani fingið arbeiði á “Plantasjen”, har Ella arbeiðir. Ella er óvanliga forvitin og hugtikin av Simen og tað sær út til, at okkurt fer at henda millum tey bæði. Verða tey vinir? Ella kanska okkurt meira?

 

Vert er eisini at nevna Guro, Parsa, Aref og Ragnar. Aref er leiðari á “Plantasjen”, og Ragnar er stuttligi vinmaðurin hjá Ellu á arbeiðinum. Fylg Ragnar á insta sum @ragster300 og hoyr hann syngja solo.

 

 

Guro og Parsa eru vinfólk hjá Mats. Í byrjanini av sesongini eru tey saman, men fara frá hvørjum øðrum. Parsa skal eisini við til India at ferðast.

 

 

 

Fylg Guro á instagram brúkaranum @guronordlie

 
 

 

 

Playlistin: Tónleikurin til lesiferiuna Ein playlisti við tónleiki, ið hjálpir tær at hugsavna teg
-Eg føldi meg feita á pallinum Hvat hendir við luttakarunum, tá ein fitness kapping er liðug? Jessica Hallursdóttir fekk etingarólag aftaná hon hevði verið við í Fitness Føroyar....
Klumma: Vit hava øll okkurt í felag, hóast vit eru úr heilt hvør sínum heimi Ulla hevur skrivað um pappmammu sina, sum kemur úr Ghana. Um at læra eina nýggja mentan at kenna, og hvussu gávuríkt tað kann vera at fáa eitt "...
Hoyrir tú “Yanny” ella “Laurel”? Eitt stórt kjak er á netinum. Eingin er samdur um, hvat verður sagt í einari stuttari ljóðfílu. Onkur heldur, at røddin sigur “Yanny” og onnur eru...
3 skemtibrúkarar, tú burdi fylgt Á sosialu miðlunum er ein kollvelting innanfyri føroyskt skemt.