Lurtaratøl hjá Beyoncé eru følsk
15 dagar aftaná at fløgan ”Lemonade” kom út, varð kunngjørt at hon var spæld 306 milliónir ferðir. Men var tað fake news?
15.05.2018 - 19:34

 

Streamingtænastan “Tidal” sum rapparin Jay-Z eigur $56 milliónir í, sigst hava kunngjørt følsk lurtaratøl í miðlunum, til brúkarar og til investorar. Hetta sigur ein nýggj kanning hjá norska tíðindastovninum Dagens Næringsliv

 

 

Grunda á eina greining hjá norska nettrygdar stovninum ”CCIS”, vóru meira enn 320 milliónir falskar spælingar av sangum á “Lemonade” hjá Beyoncé og “The life of Pablo” hjá Kanye West. Í Apríl 2016, ein mánaða eftir at fyritøkan í tíðindaskrivi segði seg hava tríggjar milliónir limir gjørdi hon gjaldingar til plátufeløg fyri bert umleið 850,000 brúkarar.

 

 

Tænastan umskipar ein part av síni umseting í mun til tal av lurtingum, so umframt at geva hesum báðum tónleikarunum eina hægri inntøku, ávirkar hetta aðrar tónleikarar og meira enn 1.7 milliónir brúkarar.

 

 

Tidal, ið hevur sæti í Oslo, noktar ákærurnar, men um ákærurnar eru sannar, er støðan heldur pínlig. Jay-Z hevur nevniliga sjálvur lagt fyrrverandi eigararnar undir at falsa við tølunum, áðrenn hann keypti fyritøkuna.

 

 

Kelda: Dagens Næringsliv

 

 
 

 

 

Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.
Ein hjálpandi hond til Bv3 Ein lítil hjálp frá einum Bv3 skrivara til annan.
28,4 milliónir til Glasir: Hvar enda pengarnir? Fyri einum lítlum mánaða síðani bað Glasir um enn eina eykajáttan. Hesu ferð upp á 18,7 milliónir. Hendan eykajáttanin er nú vaksin til 28,4...