Royking verður bannað á Glasi

Royking verður bannað á Glasi
31. mai fingu næmingarnir á Glasi eini skelkandi boð.
01.06.2018 - 06:17

 

Frá august 2019 verður øll royking á økinum hjá Glasi bannað. Leiðslan á Glasi hevur tikið avgerð um broytingina- eftir áheitan frá Fólkaheilsuráðnum.

Bogi Bech Jensen sendi í gjár 31. mai ein mail út til allar næmingar á Glasi við kunngerðini.

 

 

 

Screenshot av boðunum sum næmingarnir fingu í gjár

 

Tað er ikki upplýst, um forboðið eisini kemur at galda fyri lærarar, men tað kann hugsast.

Enn vita vit heldur ikki, hvørjar avleiðingarnar vera fyri brot á forboðið.

19% av ungum í Føroyum roykja dagliga. Á Glasi ganga áleið 1200 næmingar, so metast kann at 230 næmingar verða noyddir at leggja av komandi skúlaár.

Tubbak er heilsuskaðiligasta vøran í heiminum, so tað er kanska ikki so býtt við fyribyrgjandi átøkum sum hesum.

 

Hvat halda tit- er nýggja forboðið óneyðugt, ella er broytingin skilagóð?

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.