Burdi tað verið tín egna ábyrgd, um tú tekur ein guv í fríkorterinum ella ikki?

Burdi tað verið tín egna ábyrgd, um tú tekur ein guv í fríkorterinum ella ikki?
Fyri meg forstýrar tað ikki undirvísingina, um nøkur fólk standa undir einum hálvtaki og roykja í fríkorterinum. Tað mugu tey um, tí tey ganga ikki í barnagarði longur. Tey eru nóg vaksin til at taka tí avgerðina sjálvi.
01.06.2018 - 13:07

Hósdagin 5/31-18 boðaði Bogi Bech Jensen, rektor á Glasi, frá, at Glasir verður roykfrítt øki frá august 2019. Har kemur ein roykiskúrur á økinum tað fyrsta árið, ið skal geva fólki tíð at leggja av. Men aftaná verður tað fullstendiga bannað at roykja á øllum økinum hjá Glasir.

 

Hví skúlin skal leggja í, um ein næmingur roykir á skúlanum, skilji eg ikki.

 

Um mann lesur gjøgnum Løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, so stendur har at “Útbúgvingarnar skulu geva næminginum fakliga vitan og hugfarsevni. Harumframt skulu útbúgvingarnar menna evni næmingsins at djúphugsa og viðgera evni í frásjón.”

 

Tað stendur IKKI at “útbúgvingin skal tryggja næminginum góða heilsu í framtíðani” ella “útbúgvingin skal hjálpa næminginum at leggja av”.

 

Tað er tí, at miðnámsskúlar eru har fyri at undirvísa ung. Fyri meg forstýrar tað ikki undirvísingina ein skid, um nøkur fólk standa undir einum hálvtaki og roykja í fríkorterinum. Tað mugu tey um, tí tey ganga ikki í barnagarði longur. Tey eru nóg vaksin til at taka tí avgerðina sjálvi.

 

Í einum skúla har tað er tín egna ábyrgd at møta upp, tín egna ábyrgd at fylga við í undirvísingini og tín egna ábyrgd at lata uppgávur inn til tíðina, burdi tað ikki eisini verið tín egna ábyrgd, um tú tekur ein guv í fríkorterinum ella ikki? Tað krevur ikki eina PhD at skilja.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.