Fimm støður sum rógvarar kenna til

Fimm støður sum rógvarar kenna til
Í dag, 2.juni 2018, er Norðoyastevna. Hetta merkir, at fyrsta startskotið í kappróðri verður skotið og harvið er kappingin byrjað. Les um fimm støður, sum rógvarar kenna til
02.06.2018 - 11:51

Skrivað hevur: Rannvá Dahl Hanusson

 

 

Árabløðrur

 

 

“Oyjøsus, tú hevur vemmiligar hendur” fær mann altíð at vita. Tað slepst næstan ikki undan at fáa árabløðrur,  tað er ikki meir enn tað vanliga – fyri rógvaran.

 

Gott nokk eru hendurnar nokkso eymar og ikki penar eygunum hjá øllum, men tað merkir, at rógvingin er byrjað.

 

 

 

 

Alt ov nógvar inside jokes

 

 

Venjing er fleiri ferðir um vikuna, og nógv tíð fer til at vera saman við manningini. Bæði til venjing í bátinum, men eisini uttanfyri venjing.

 

Manningin verður til eitt mini samfelag við alt í verðini for nógvum inside jokes, sum eingin annar skilir.

 

 

Bekksár

 

 

“AAHHHH! MAMMAAA HJÁÁÁÁÁÁlP!!”

 

Tað kann gott vera, at árabløðrurnar eru ringar, men einki slær bekksár. Bekksárini eru verri enn ein hørð sýru interval venjing. Tað er pínufult at seta seg niður, liggja og gera búkvenjingar (sum forrestin typiskt er partur av styrkivenjing).

 

 

Eitt deiligt og heitt brúsubað....

...er ein marra.

 

Beinini sýra, klæðini eru gjøgnumbloytt av saltvatni og kroppurin ristist av kulda, tí sjálvandi skuldi Guð geva føroyingum regnspannir og stormar til venjingarnar. Tað besta hevði verið eitt gott heitt brúsubað. Men nei. Bara tankin um saltvatnið, sum verður skolað á bekksárið.

 

Nei takk.

 

 

 

Kom í býin

 

“Eg kann ikki. Eg skal sova klokkan 22, eg drekki ikki og eg eti ikki sukur og og og...”

 

“Men tað er januar? Stevnur byrja ikki fyrr enn um fýra mánaðir?”

 

Reglurnar fyri rógvarar eru óendaliga strangar og eingin skilir, hví mann tímir at steðga at drekka og dedikera sítt lív til rógving. Bara rógvarar skilja, hví so er.

 

Men til ólavsøkuna verður venjingin skift út við ball og meira ball.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.